Føringatíðindi - 07.01.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 07.01.1897, Blaðsíða 2
Hann fór í tær buksurnar, ið klokkuskornar vóru, grovar tær í verki vóru, liann dregur á kegv tey stóru. G-ráðar hosir og kálvskinnsskógvar Pádl á beini đregur, kvar ið Pádl til ferðar bíst, hann ei á beinuni svevur. Tað var tá, sum ofta er enn, at neyð í krambúð var, hann tekur ein klút av batsmannslørift og vevjur um háls á sær. Pádl hann etur sín morgunmat, hann brúkti gamlan sið: dríl og gamla gadnatálg hevði hann attur við. Kvar ið Pádl í túni gongur, reisur eđla trummar, gitin mann vera fótur hanns, hann stóð væl fimtan tummar, Fimtan vóru pøruni, til Havnar skuldu fara, keypa við og brennivín og aðra handilsvaru. Stingur nú pør í klæðsekk niður, prukku tekur í neva, so mann restur Leirvíkspádl mót Leirvíksfjađli streva. Páđl hann gongur um I.eirvíksfjadl, skjótt mann vegur líða, tá ið hann kom til Norðagøtu, hittur hann konu blíða. Drekka gav tann blíða kona, Pádl við stampi tekur; lokkafluvur og húsvættir so tæt um stampin rekur. Pádl hann tók við stampinum, hann đrakk tann drikkin stíva, hár var fjórða kriđđarí, hann lat í kíkin dríva. Pádl hann gongur úr Norðagøtu, ettir sandi raggar, so skvaggar mjðlk í kíki hanns rætt sum vatn i kagga, Pádl hann gongur um gjønna ivir, prukkan gramlar í gróti, gongur upp til Sigrugøtu bóndans hús ímóti. Bóndin var bæði blíður og tíður, beyð honum sess at sita: »kvat er títt í ferðini, tað vil eg fegin vita.« »Væl livur fólk í Leirvík inni,« Pádl hann svarar á padli, »eg fann vøttir og kodlhúgvu har uppi á Leirvíksfjadli.« Bóndin gav honum kjot at eta, mikil var tann frøði, um enn liann hevði borið grót, hann hevði ikki kent til møði. Pádl hann gongur um hóli á, við fótinum mann hann trampa, lotið attan undan honum mundi so idla đampa. Pádl hann gongur um hóli á, væl mann vegin ansa, altíð harnaðu kvirlurnar attan unđan skansa. (Niðurlagt.) í »Føringatíðindi« #nr. 20 er stílað spursmál til okkara, um tað er so, sum Jóanes bóndi i Kirkjubø sigir i nr. 19, at sjeymannanevnđini, sum kosin var at sam- einast um skrivingarlag í P'ørjamáli, »einki dámar hetta uppskoti, sum felaginum var sent í fjør heyst. Vit hava adlir sjey undirskrivað av- gerðina, og harí liggur sjálvsagt, at vit adlir hava samtikt í, at so skuldi vera, og hesum vilja vit filgja, tá ið vit skriva føriskt mál. Sum vera man, kundu vit sjey, tá ið vit komu saman til at røða um, kvat best og gagnligast var at hava til skrivingarlag, ikki í øđlum luttim hava somu meining um tað; summir av okkum høvdu bestan hug at hava broytingarnar heldur færri, summir helđur fleiri; men adlir hildu vit, at vit áttu at møtast, og at vit tí báðu- minni máttu geva eitt sindur ettir firi at fáa eitt skriftmál og sameinast um at brúka tað til alt, ið prentað verður. Tað sum vit so adlir sameintust um, er tað uppskotið, sum vit sendu felagi- num í fjør heyst, og vit halda adlir, at tann klædningur, sum málið nú er ætlað at latast í — skoyttur og broyttur — er bæði góður og príðiligur. Vit hava lagt góðan vilja i verk okkara í tí hopi, at tað skuldi gera góðan enda á stríðinum, ið var, og at adlir Føringar í framtíðini í hesum luti vilja ganga saman í einum flokki. Vit hava hildið okkum firi eyga, at »seinar eru einar hendur«, og skal kvør ganga ettir sínum tikki, kemur sakin onga leið. Stórt spedl er, at Jóanes Patursson, sum hevur sír.t sín stóra kærleik til mál og fólk, og sín góða vilja til at frernja málsakina so, sum honum hevur tókt best, nú hevur sagt seg úr felaginum og loypt

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.