Føringatíðindi - 04.03.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 04.03.1897, Blaðsíða 2
niðri við sjógvin og í mírunum er ósunt at liva (gulur febur); men ovari er sunt. A oydni veksur: sukur, kaffi, kakao, tobakk, bumudl, indigo (farging), rís, majs, viður o. a. Ofta lievur her verið ófriður, stundum av trælum, men oftari av teimum kvítu, sum vilja hava sjálvræði á oydni edla eisini koma saman við banđaríkið (forenede Stater) í Norður-Amerika. Frá 1868 til 1878 máttu Spaniolar liggja í bardøgum har vestur, so sigraðu teir, og Kuba-menn skuldu fáa sama rætt sum Spaniamenn og velja menn til spanska fólkaráðið; men lítið man teimum hava dámað, tí nú eru uppaftur bardagar, teir hava vart nú meira enn eitt ár, og ikki er gott at vita, kvat ið endin verður. Søgnin er, at Amerika-menn i loyndum stiðja Kuba-menn, tí teir vilja fáa oydna. Eystanfiri Asialand eru ógvuliga nógvar oyggjar; ein tann oyggja-flokkin kadla menn Filippiner, hann er okkurt um 5000 □ mílir til størdar og hevur 7—-8 milliónir inbiggjara. Fjødlini eru fudl av málmi, og her veksur sukurgrøs, tobakk, kriddarí, rís, hampur og m. a. Spaniolar eiga størsta partin av hesum oyggjunum, men nú hoyrist eisini um ófrið og uppreisingar har; eru Spaniolar ikki so hepnir, skjótt at fáa køvt hesar uppreisingar, sær vánaliga út firi teimum; tí umframt fólk, krevjast ógvuliga nógvir pengar til at nalda út í bardøgum, og av teimum man vera lítið í spanska ríkiskassanum; heldur man Spania-kongur longu hava lánt sær so nógv, at fáur man vilja lána honum meir. F r í h e i t. Fríheit leinkist ei í bondum, vinnist ei við svørð í hondum, doypist ei í mansins blóð. Einki boð kann fríheit játta, einki boð kann fríheit spotta — hon spratt ei av fjøldarmakt! Fríheit má ein sjálvur fanga; vinnast kann hon gjøgnum langa tíðirs stríð í sjálvum sær. Ei os heftir nøkur leinkja — reint vit føla, klárt vit teinkja — um bert fríheit sigur vann. (Sett út úr Donskum av Marie.) Dr. Ehlers og „Føringatíðindi“. »Dim.« nr. 6 bar fram eina frágreiðing um ivirrætsdómin í Ehlers sakini. Hendan frágreiðing hóskar væl hjá »Dim.«s blað- stírara og er ikki ólík hansara firra atburði í sakini. Undirrætsdómurin var viðvíkjandi »skaða- leysar umkostningar« ikki (sum tað sigst í »Dim.«) staðfestur; men umkostningarnir við ivirrættin eru »upphevaðir«, og til um- kostningar við undirrættin er álagt »Før- ingat(ðindi«s blaðstírara at lata 30 kr. Teimum av lesarnum, sum ikki vita um sakina, skal ognast ettirfilgjandi frásøgn: Ungur Føringur í Kjøbinhavn sendi til »Føringat.« bræv, sum m. a. greiddi frá framsíning av føroyskum ljósbílætum í Kasino har í staðnum. Blaðstírarinum dámdi ikki alt, í brævinum stóð; men ein blað- stírari i Førjum kann ikki vega orð saman við einum brævskrivara í útlondum: antin er at taka tíðindabrøv upp, sum tey eru, eđla av ødlum at stinga tey undir stól; — og hartil tóktist brævið at vera ov gott. Frágreiðingin var, ettir ti, sum kundi upp- spirjast uttan um vegir, røtt (sannferðig). Dr. Ehlers hevði gjørt seg til málfret firi tveir útlendingar, sum høvdu skrivað eina ranga og í fleiri lutum bítliga frásøgn um Førjar og Føringar. Brævskrivarin í »Før- ingatíðindi« fannst at honum við so fólka- ligum føroyskum orðum, at hann harav ikki átti at fáa harm enn minni skaða. Av mínum strevi firi eina sak, sum eg havi hildið og enn haldi vera góða, fekk eg nakrar óvinir — ivaleyst teir einastu óvinir eg havi í verðini. Nakrir av teimum royndi at elva Dr. Ehlers til at stevna mær ettir einari vidlleiðandi đanskari útseting av brævinum í »Føringatiðindi«, og hann bleiv teirra boðfretur. Meðan skilligt var at Dr. Ehlers av brævinum ikke var niðursettur í borgarligum umđømi, royndu teir at bera sakina so fram, at hann skuldi vera spott- rikin. Slíkum plagar fáur at taka sær tikni av, og ettir sum »Føringat.« ikki hevði haft edla kunđi væntast at fáa úti- standi við mannin edla natúrgranskarin Dr. Ehlers, so hevði tað verið bæði vitugt og dreingjaligt ikki at latast um vón, og sum ivirrættsdómurin fadl, fekk hann ikki sørt tap av sínari beinasamheit. * * * Um nakar góður, meðan eg standi firi blaðstírilsinum, hevur hug til at tala at, tá ið okkurt rangt verður framborið um Før- jar í útlondum, so verður tað kunngjørt, at eg enn sum firr vil strevast firi at okkara móðurmál ikki skal dreivast ettir kjøbin- havnskum túnatoslagi edla kúgast í før- oyskan bjórmanna rennustokk. R. C. Effersø.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.