Føringatíðindi - 15.04.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 15.04.1897, Blaðsíða 2
fáa frá statskassanum og kvussu lítið tær lata. Stundum hevur innsendari útnevnt seg sjálvan til »defensor rei«, tá ið aðra- staðnis hevur verið framhildið, kvussu nógv Førjar hava latið; men »Dim.« hevur sjón- liga framdrigið tað, sum vísur, at Førjar fáa ov mikið. Hetta strev sínist at bera frukt, i tí at danskir ríksdagsmenn nú eru farnir at gremja seg um, at ov nógv gongur uppá Førjar. Ministari okkara hevur á ríksdegnum framhildið, at tað ikki var beint at metast um,. tá ið Førjar sum onnur amt í kongaríkinum eina tíð kravdi meir, enn tey geva av sær. Harfiri mugu adlir rættir Føringar veita honum tøkk. Tó kundi nakað verið lagt atturat, sum altíð verður lagt burtur úr, tá ið »Dim.« setur upp sínar rokningar um hesar díru Førjar. Stórur partur av tí, Føringar vinna av sjógvi og landi og av teimum útlendsku varum, teir níta, verður forhandlað i danska høvuðsstaðnum og harav fáa borgarir har vinning og evnir til at lata størri skatt, meðan eingin slíkur vinningur tilflítur Førjum av Danskari varu. Tann, sum veit um hesi viðurskiftir. vil lætt kunna á at skina, at Førjar, tá ið best hevur borið til, mugu sigast at hava verið við sviðisoðið. Kvussu hevur gingið við hesum og kvussu nógv, ið misfarið er við vánaligum húshalđi av ti, statskassin hevur veittFørjum, hevur »Dim;« ikki borið uppá mál. Omakaleysari hevði verið firi løgting, arntmann, riksdagsmenn og ministara, hevði útgiftirnar tilFørjar minkað i stórum; men tó at vit, sum seta æru í at vera sjálv- bjargnir Føringar. ikki inskja, at Førjar mugu altíð hanga uppi í danska ríkiskropp- inum sum ein darvandi fátækkassalimur, muga vit gleða okkum ivir at fáa so nógv úr statskassanum, sum møguligt, til at stiðja okkara framburð, hopandi at vit við dugna- skapi, tá ið tíðin líður, fáa evnir til at gjalda tað attur. „Abbi tolur ikki geylið, — koyri teir í mirkaholið “ \ Soleiðis hevur mangur gamalur maður sagt, tá ið abbasinirnir hava verið ov skrálamiklir. Summir abbar tola tó meiri geyl enn aðrir. Ikki er at undrast ivir, um Suðroya dreingir keðast við at røkta fedlina, tá ið einki hevur verið í eitt heilt 'ár, ettir sum Norðingar eru keđdur av at skifta mjøl undir bitanum, tá ið einki hevur verið inni í tvær nætur. — Ja mangt kann vera likn- andi um ikki javnandi. Latið okkum, firi at tosa álvara, røða um »Dim.« Nr. g, sum nevnir, kvussu nógv arresthús verða brúkt í Noreg og aðra- staðnis i útlondum. Kví sigur »Dim.« einki um, kvussu nógvar vínstovur eru har. Eg haldi vínstovurnar gera somu nittu til at føra mannin i arrest, sum mjølið til at leiða músina i fedluna. Ofta verður sagt, at vinið loypur ikki á nakran, men vit síggja jú, at køtið verður meiri músetið i teimum ótøttu kjødlunum enn í teimum tøttu, um eisini har ein mús kann verða borin inn i einum bundi um heystið. Eg kann ikki siga, kvussu nógvar vín- stóvur eru aðrastaðnis til kvørt arresthús; men væl munna tær vera fleir enn i Havn. At flita arresthúsið úr Suðroy haldi eg vera ómenniskjaligt, ettir sum »Dim.« heldur tað gera gagn har. Tó at »verja bíður ongan ófrið«, haldi eg, at okkum Norðingum nítist ikki arrest- hús, so leingi eingin vinstova er. Eg skal tó takka »Dim.«s blaðstírara firi, at hann sum gamalur maður, komin at abba alđri, vil mæla til at gera okkum hol firi ófriða- kroppum. Kundi borið á, at vit sjálvir fingu i lag at gera okkum holið, hevði blaðstírarin veitt okkum pening til vínstovur, sum fólk kundi siti og rímað í: »Drekk í friði, verð nú glaður; abbi tigur, pápi ræður.« Norð í Vági í mars 1897. S. Sovið væl í friði. Dúgvan er sera meinaleys — hon hevur drúgvast ikki sin javnlíka midlum 2-fóta djór. »Dúgvan oljublaðið ber«. — So ger eisini avhaldsdúgva okkara. Hon ber boð um, kvat Føringar lata firi sterkt drekka: 90 túsund krónur um árið. Har kennist blaðið við linandi (friðgevandi) olju. Góður eri eg við »Dúgvuna«, men betri verði eg, um hon næstu ferð — sum Danskarin sigur — »tekur blaðið fra munni« og málar sjálvan hin fánita so svartan, sum hann er. Fegin vildi eg, at »Dúgvan« royndi at fáa uppspurning om, kvussu nógv var latið i todl hetta farna árið og harettir gavupp- skot til, kvussu nógv Føringar lata út firi sterkt drekka; ikki kvussu nógv tað verður keypt firi i útlondum. Hetlendara armingarnir eiga ikki at fáa so stóran part í uppskotinum. Teir keypa ivaleyst minni, enn tað, ið Føringar drekka í útlondum. Søgur ganga frá, at íslendingar biggja brúgvar firi tusundtalskrónur árliga firi pening, innkomin í todli, og at føroyskir útróðramenn hava latið stóran part av hesum peningi. Eitt árið sigist todlurin á

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.