Føringatíðindi - 15.04.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 15.04.1897, Blaðsíða 3
Eysturlandinum at vera komin upp í 60 túsund. Príðuligt er, at bigdir, sum ikki fáa í lag at lata io krónurtil eina neyðturvuliga brúgv, skula hava ráð til at lata fleiri túsund avkrónum út til óhent, heilsuspidlandi drekka. C. Fint veður, einki „grogg“, ringt veður, lítil fiskur. Nú eru 6 vikur umlidnar av fiskitiðini, og enn sigist á summum skipum ikki at vera dripið meir av fiski, enn floytast kundi i tí sterka đrekka. sum skipsfólkið hesa tíðina hevur skolað hálsin við. —as —is. Betri er at vera hattleysur enn drekkaleysur. (Søga segd av S.) Tað er long, long tíð síðani, at tað barst á í Norðasta China, at ein kongins soldátur plágaðist av torsta. Tað leið út ímóti endannm rk mánaðnum. Tí kundi hann siga sum Oðin gamli: »Ongar pengar beri eg á mær.« Til adla lukku vóru »karavanur« (forur) komnar úr oyðuni. Forumenninir, sum vóru slegtaðir úr Vestur- londum, høvdu silvurliklar við, so at teir kundu læsa upp brunnin í itstu búð. Har legði soldáturin fram at, og Vestanmenninir vóru líka blíðir sum dóttir Bethuels á sinni. Tá ið nú soldáturin hevði drukkið seg ótirstan, fór hann at hugsa sær um útvegir til at fáa nakað til drekka til morgindagin. Hann gav seg í handil við vestanmenninar, men hevði einki betri at bjóða til pant enn húgvuna, sum kongur átti, men sum hann sjálvur skuldi eiga, tá ið 3 ár vóru farin. Hann bað teir ikki mistrúgva sær, um hetta síntist kronglut við pantinum, tí teir kundu vita, at ein kongins soldátur mátti vera álitismaður. So kom tá hesin handilin upp í lag; men soldáturin hugsaði enn meiri um framtíðina, og bjóðaði til at pantseta eisini ta húgvuna, sum hann skuldi fáa um 6 ár. Hesin handilin var trekari at fáa í lag; men endin var, at soldáturin attur hesa ferð fekk tað ettir vild, so at honum ikki mundi tróta drekka, inntil hann skuldi »taka mánan«. FRÁ ÚTLONDUM. Úr íslandi frættist um góðveður og góðan fiskiskap á Vesturlandinum. — Meginparturin av Hetlandsskipinum sigist at vera farin tíðliga til Rockall, og ettir sum einki hevur spurst frá teimum síðani, kundi vónirverið til, at tey har hava rakt við fisk. — Seinastu tíðindir úr Noreg siga frá góðum fiskiskapi. — í danska ríksdegnum er ikki sørt av stríði um finanslógina, tó vóru seinast, ið frættist, vónir um at sleppa frá bráð- fangis lóg (Provisorium). — 1 Turkalandi er mikil ófriður. í einari bigd í Armenien hava Turkar firi kortum dripið 100 av ti kristna bigđar- fólkinum. — A oydni Kandia er mesti ófriðurin. Har var first í mars mánaði ein herur úr Grikklandi settur á land til at hjálpa teimum kristnu, sum vóru idla plág- aðir av Turkunum. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur nú i næstum ivirhøvur verið so baldrandi, at lítið er komið út av fiskiskapi. Tá ið bátar hava sloppið út. hevur veiðan verið ójøvn, kjá summum góð. Nøkur fá av Suðroyaskipinum sigast at hava fingið góða veiðu. — Seyðurin er veikur víða kvar. Firi sunnan er væl av gróðri; tó doyr nógv av vatni og aðrari armóð. í summum plássum firi norðan hevur seyður staðið so leingi í svult, at nú er farið at doyggja frá hond. Smálomb síggjast víða kvar um Havnina. Lembingavegrið hevur hegartil ikki verið av tí ringasta. — Sjúklig tíð er enn sum firr. Mess- lingar ganga toluligir heimi á Sandi. Hálsa- sjúkan er í stak húsum i Havn. Ringt krím (influensa) er víða kvar. — Almikið av grind er sædd á banka- num. Gáta. iBorin upp av S.) A. og B. eru bjølgar tveir, annar fær ungar hundrað og fleir; men hevur hann fingið hundrað og meir, fær hin at smakka summar teir. Kvussu eita teir bjølgar tveir? Minnislisti. Løgtingsvalg eru sett til at haldast: 1. júni í Norðoyggjum 14. — í Suðurstreymoy 18. — í Sandoy 30. — í Suðroy

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.