Føringatíðindi - 06.05.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 06.05.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍDINDI Nr. g. 6. MAI 1897. 8. Ar. Heimlð. Lag: Naar Somrens Sang er sungen Um summarsjongur tagnar, og sigast vetrasøgur. og tónin orðið saknar, tí stormurin tað køvur — mítt heim, tú ríka. bjarta, kjá tínum móðurhjarta eg attur lívgist upp. Kvat stormur var til meina, kvat kúgað bleiv á túgvu, tað lívgast sælt har heima og fjálgast væl við grúgvu. Har ljósið elur frøði, burt grætist sukk og møði, og vónir singjast út. (Hostrup: Under Snefog.) Sett út til „Feringat," av M. í »Dimmalætting« hevur verið langt eljustríð um føroyska skrivingarlagið. Tað er nú endað við grein frá J. H. Schrøter, sum hevur fingið hala, kvarí blaðstírilsið manar blaðskrivara til at lata hesa sakina sova. Av »Schrøter«s grein kann eisini æt- last, at nú er niðurfaringatíð. Hann sigur first, at skal nakað gerast við málsakina, má beginnast við at læra Føroyskt í skúl- unum. Til endan sigur hann, at tað má roynast — eitt stittri edla longri áramál —, kvat skrivingarlag fólk best tekur við; siðan má hugsast um at gera álvara av at fáa Føroyskt inn í skúlarnar o. s. f. Kvussu skal síggjast, kvat skrivingar- lag fólk tekur best við? Skal verða dømt ettir, kvussu mangar haldara bløðini hava her í Førjum, so sínist Hammershaimbska skrivingarlagið at vera nærum tværreisur so gott sum »Dimmalætting«sskrivingarlag; tí so mikið fleiri blaðhaldara hevur »Før- ingatíðindi«. Hava tey allarflestu ongan hug til at lesa Føroyskt edla um føruyska málið, so eru tey ivaleyst fleiri, sum ongan hug hava til at lesa Danskt, men hugsa sum hin drongurin, sum kom beint av kirkju- gólvinum heim til húsa og tveitti bókina frá sær og segði: »Grud havi lov! nú eri eg sloppin frá Gudi.« Skal góðskan á ti broytta skrivingarlagnum metast móti góðskuni i tf Hammershaimbska, ettir sum fólkið hevur hug til at lesa tað, so kunna báðir partar metast so javnir, at ikki loysur seg at halda langt strið um tað. Ivir høvur má sigast, at Føringar hava haft ov litlan hug til at lesa bæði Hammers- haimbsk, »broyting«, »fonetisk« (J. Jákup- sonsk) og Schrøtersk, so væl sum Danskt og onnur tungumál. Føringafelag hevur haft vónir um, at tá ið skúlalærdómurin tekur Føroysk til grundarlag uppá rættan máta, so fáa Føringar betri hug til at søkja sær kunskap av lestri bæði ( Føroyskum, Danskum og øðrum málum, enn'teir hava haft hegar til dags. At bíða eitt longri áramál við at fáa Føroyskt til »skúlafag«, sfnist at vera tað sama sum at køva málsakina, tí ikki er tað meiri gjørligt í Førjum, enn i øðrum londum, at fáa ødl undir ein hatt við skriv- ingarlagnum. At noyða teir lærarir til at læra bødnini Føroyskt, sum ikki vilja gera tað »við fudlum hjarta — heilum sinni«, mann vera til lítlán frama firi móðurmálið; men teir, sum hava hug til tað, átti at sloppið til at royna móðurmálið sum grund- arlag. J. H. Schrøter sigur i »Dim.«, at bæði Hammershaimbs skrivingarlag og »broyt- ingin« eru ov langt frá málinum (Tale- sproget). Hetta er vidlfarilsi. Skrivingar- lagið edla stavsetingin umskapar ikke málið. Antin orðini eru stavað so edla so, ljóða tey eins, tá ið tey verða rætt upplisin. Hegartil hevur einki fólk í verðini funnið sær stavseting, sum til fulnar kann vísa orðaljóðið bert ettir bókstavum, uttan China- menn, sum hava ein bókstav edla eitt ser- skilt merki firi kvørjum orði, og mál teirra hevur 50—100 túsund orð. Onnur fólk mugu læra at kenna orðini í skrift ettir teimum bókstavum, tey eru sett saman av. Um ein edla onnur broyting verður brúkt, ger lítlan mun firi tann, sum skal læra at lesa av firstu tíð. Av somu grund er tað ikki annað enn ein gríla, sum S. letur gikla seg firi okkum, at Føringar koma ( vanda firi at verða slúktir av íslendingum, um teir brúka Hammersbaimbs skrivingarlag. Ein skila- góður 8-ára piltur kann sjálvur læra seg at lesa Sjúrða kvæðir edla annað, sum er prentað við Hammershaimbs stavseting; men

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.