Føringatíðindi - 06.05.1897, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. q.
6. MAI 1897.
8. Ár.
Heimið.
Lag: Naar Somrens Sang er sungen
Um summarsjongur tagnar,
og sigast vetrasøgur,
og tónin orðið saknar,
tí stormurin tað køvur —
mitt heim, tú ríka, bjarta,
kjá tínum móðurhjarta
eg attur lívgist upp.
Kvat stormur var til meina,
kvat kúgað bleiv á túgvu,
tað lívgast sælt har heima
og fjálgast væl við grúgvu.
Har ljósið elur frøði,
burt grætist sukk og møði,
og vónir singjast út.
(Hostrup: Under Snefog.)
Sett út til „Feringat.w av M.
í »Dimmalætting« hevur verið langt
eljustríð um føroyska skrivingarlagið. Tað
er nú endað við grein frá J. H. Schrøter,
sum hevur fingið hala, kvarí blaðstírilsið
manar blaðskrivara til at lata hesa sakina
sova.
Av »Schrøter«s grein kann eisini æt-
last, at nú er niðurfaringatíð. Hann sigur
first, at skal nakað gerast við málsakina,
má beginnast við at læra Føroyskt í skúl-
unum. Til endan sigur hann, at tað má
roynast — eitt stittri edla longri áramál —,
kvat skrivingarlag fólk best tekur við;
síðan má hugsast um at gera álvara av at
fáa Føroyskt inn i skúlarnar o. s. f.
Kvussu skal siggjast, kvat skrivingar-
lag fólk tekur best við? Skal verða dømt
ettir, kvussu mangar haldara bløðini hava
her í Førjum, so sínist Hammershaimbska
skrivingarlagið at vera nærum tværreisur
so gottsum »Dimmalætting«s skrivingarlag;
ti so mikið fleiri blaðhaldara hevur »Før-
ingatíðindí«. Hava tey allarflestu ongan
hug til at lesa Føroyskt edla um føruyska
málið, so eru tey ivaleyst fleiri, sum ongan
hug hava til at lesa Danskt, men hugsa
sum hin drongurin, sum kom beint av kirkju-
gólvinum heim til húsa og tveitti bókina
frá sær og segði: »Gud havi lov! nú eri
eg sloppín frá Gudi.« Skal góðskan á tí
broytta skrivingarlagnum metast móti
góðskuni í tl Hammershaimbska, ettir sum
fólkið hevur hug til at lesa tað, so kunna
báðir partar metast so javnir, at ikki loysur
seg at halda langt stríð um tað.
Ivir høvur má sigast, at Føringar hava
haft ov lítlan hug til at lesa bæði Hammers-
haimbsk, »broyting«, »fonetisk« (J. Jákup-
sonsk) og Schrøtersk, so væl sum Danskt
og onnur tungumál. Føringafelag hevur
haft vónir um, at tá ið skúlalærdómurin
tekur Føroysk til grundarlag uppá rættan
máta, so fáa Føringar betri hug til at søkja
sær kunskap av lestri bæði I Føroyskum,
Danskum og øðrum málum, enn'teir hava
haft hegar til dags.
At bíða eitt longri áramál við at fáa
Føroyskt til »skúlafag«, sínist at vera tað
sama sum at køva málsakina, tí ikki er
tað meiri gjørligt í Førjum, enn í øðrum
londum, at fáa ødl undir ein hatt við skriv-
ingarlagnum. At noyða teir lærarir til at
læra bødnini Føroyskt, sum ikki vilja gera
tað »við fudlum hjarta — heilum sinni«,
j mann vera til lftlán frama firi móðurmálið;
men teir, sum hava hug til tað, átti at
sloppið til at royna móðurmálið sum grund-
arlag.
J. H. Schrøter sigur i »Dim.«, at bæði
Hammershaimbs skrivingarlag og »broyt-
ingin« eru ov langt frá málinum (Tale-
sproget). Hetta er vidlfarilsi. Skrivingar-
lagið edla stavsetingin umskapar ikke málið.
Antin orðini eru stavað so edla so, Ijóða
tey eins, tá ið tey verða rætt upplisin.
Hegartil hevur einki fólk í verðini funnið
sær stavseting, sum til fulnar kann visa
orðaljóðið bert ettir bókstavum, uttan China-
menn, sum hava ein bókstav edla eitt ser-
skilt merki firi kvørjum orði, og mál teirra
hevur 50—100 túsund orð. Onnur fólk
mugu læra at kenna orðini í skrift ettir
teimum bókstavum, tey eru sett saman av.
Um ein edla onnur broyting verður brúkt,
ger lítlan mun firi tann, sum skal læra at
lesa av firstu tíð.
Av somu grund er tað ikki annað enn
ein gríla, sum S. letur gikla seg firi okkum,
at Føringar koma ( vanda firi at verða
slúktir av íslendingum, um teir brúka
Hammersbaimbs skrivingarlag. Ein skila-
góður 8-ára piltur kann sjálvur læra seg
at lesa Sjúrða kvæðir edla annað, sum er
prentað við Hammershaimbs stavseting; men