Føringatíðindi - 03.06.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 03.06.1897, Blaðsíða 2
so um sum eitt livanđi, hjálpasleyst lík, sum so einaferð um síður verður grivið niður, tí langrøkit er sjúkan. Geva hesum menniskjum heilsuna attur, kunna lekjarnir ikki; teir vilja bert lætta um sjúkuna firi teimum og, við at fáa tey burt frá øðrum fólki, minka um smittuna. Teir dansku vitinskapsmenn, ið á ís- landi hava verið, siga, at um íslendingars endamál var at spreitt hesa sjúku, kundi ikki verið verri atborið. Tey sjúku hava fritt gingið midlum tey heilsugóðu, sovið í somu sorg; og sum firr hevur verið óskikkur ímóti fátækalimum, eisini' kjá okkum, eri hesu neyðardír, ið ikki sjálv eru ment at bjarga lívinum, sett út til tey, ið minnst vildu taka firi at geva teimum innivist. At undrast er tí ikki ivir, at filgirnar eru tær, at sjúkan sínist at spreiða seg skjótt. At Føringar, sum kvørt ár eru í ís- landi, kunna føra smittu attur við sær, er langt frá ómøguligt. Tí áttu vit, eisini firi okkara. egnu skild, at studda hesum verki. »Føringat.« bjóðar sær til at taka imóti gávum, ið so verða niður sendar. Mangt er forborgið .... Ein blaðstírari her í Havn vendi sær á sinni til »hægri viðkomandi« til at fáa at vita, kvussu nógv rúsgevandi drekka var innført til landið; men hann mátti fara frá við onguin. Lat okkum siga, at Føringar árið firi firra árið đrukku firi 80 túsund og í fjør firi 120 túsund kr., so átti hetta at verið borið fram til almanna kunnskap sum skjótast. Skulu vit taka til takkar við tí kunskapi, vit fáa av statsroknskapinum, so fáa vit ikki at vita annað, enn kvussu mikið er drukkið z—3 ár herfiri. Eisini var tað væl vert at fingið greiðu á, kvat slag mest verður drukkið av, so at vit kunna læra at varða okkum meðan tíð er. Ti má hopast, at hetta dimmið nú fer at lætta, so at vit fáa fullt dagsljós, til frama firi fólk og land. Til »Føringatíðindi« eru sendar hesar reglur: Firi tveimum árum síðani varð hilđin framsíning í Havn og tað segðist at vera meiningin harvið at fremja gott føroyskt handaverk. Eg havi altíð haft gleði av at síggja gott handaverk, og tað, eg sendi til framsíningina, var væl viðtikið; tí haldi eg meg hava lov til at leggja eitt orð uppí, tá ið talan er um slik viðurskiftir. Nú ein dagin sá eg handaverk, sum skar meg í hjarta at siggja, tí tað skuldi eitast at vera føroyskt. Tað var ein húgva (sokadlað føroysk húgva), sum var avlagið vánalig í ødlum verki. Tá ið húgvan var brúkt í 5 vikur, vísti hon seg av liti at vera illgrøn og korkalitað, tó at hon segðist at vera keypt sum reyð og blá firi hálva aðru krónu. í staðin firi at vera vovin av tvist garni og udlintum vefti, var hon vovin við udlintum gadni og tvist vefti av einkultum tráð, kvarvið hon er rondut tvørtur um stikkið — við undir- skjúrta vonđ. Tað latst at vera onnur kvør rond smalari og onnur kvør breiðari, men hetta var so idla í lag komið, at tað vísti í støðum sum 3 smalari ímidlum tær breiðu. Tann dimma strikan var í støðum triðjung breiðari enn í øðrum — alt uppá gjøt. Kvussu haldgóð hendan veving kann vera, má ein og kvør gita særtil, sum veit um veving at siga. Firi hálva aðru krónu gerst við góðum vinningi ein húgva av besta føroyska handaverki og hon er ivaleyst tvær reisur so nógv verð, sum hendan óvandahúgvan. At lita tann dimma litin við vánaligari kókifarging istaðinfiri við indigo og at lita tað reyða so, at tað kvørki tolur væti edla sól uttan at kasta, tað kadli eg vánaverk. Tað firsta eg bar eyga við hesa um- talaðu húgvu, helt eg tað vera handaverk frá einum stutt komnum føroyskum namingi, men síðani fekk eg illgruna um, at hon mundi vera gjørd í útlondum. Síðani frætti eg eisini at hendan hú’gvan skal vera til- komin av føroyskum tógvi, sum Jóanes bóndi í Kirkjubø hevði sent til útlondini til at veva til húgvur, sum han nú selur firi hálva aðru krónu. Hendan atburð haldi eg vera ljótan av einum manni, sum altíð hevur viljað verið á oddanum til at rópa uppá føroyskan framburð í ødlum lutum og sum tí verri einkultir Føringar geyla høgt um, at hanh mann á bigd vera ærdur og virdur framum nakran annan Føring nú á døgum. Tað skal gleða meg at frætta, at Jóanes bóndi i øðrum lutum meiri enn í hesum vil vísa seg sum Føringur, ikki bert av navni, men eisini av gavni. Gomul vevkona. Onga broyting. Keypmannahavn — Dírabiðjudag 1897. Sum kunnugt mann vera lesarum »Føringatiðindi«s, sendu i vetur einir tjúgu Føringar i Danmørk »adressu« inn til hina sokadlaðu »sjeymannanevndinac, ið hevur

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.