Føringatíðindi - 04.11.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 04.11.1897, Blaðsíða 2
sirgja firi, at ein álitismaður kann stíra blaðinum, inntil árið er úti og níggjur blað- stírari er valdur. Nevndin hevur tá tað an- svar, sum blaðstírarin hevur haft. Prísurin á »Føringatiðindi« kann kvørki hækkast edla lækkast, uttan av aðalfund- inum. § I2- Hendan lóg geldur frá ista Januar 1898. Lívsgátan. Blóman bar bløðini mjøllhvít kring sólgula eyga — Baldursbrá skapt til at blíðka menniskjans huga; Systrar hon átti, prýddar í óskornum stakki, so fríðar at skoða; Summar sær læntu bjartasta avglans av sói, sum roðandi søkkur í kavið, Aðrar i litinum bóru sær prís fram fyri reinastu várluft og djúpbláa havið. Heysttiðin herjandi kemur, tá følnar alt fagurt av foldum, Liljur og litfríðar rósur mata brátt matkar í moldum. Sat tó, óansað av øllum, sum fiagsa frá blómu til aðra, Duld midlum følnandi bløð, frugtin, sum skapt er til leingi at vara. Vermandi vársól vekir upp fræið til verð- andi vøkstur at spíra; Vísmonnum væl er tað kunnugt, teir vita jú »lóg, sum man verðini stýra«. Spyr teir: Hvør gjørdi ta lóg? Hvør ræður við fornastu rúnum? Svara teir ei, so spyr tú barnið, sum stetlar í túnum. Gátuna hevur tú gitna, um kærleikin vermur títt hjarta. Gleð teg við blóming, við lívið og ljósið tað bjarta; Gleð teg, tí nakað tú eigur, gjørt til at vara um aldur og ævur; Gleð teg, tí ein er, sum lógina gjørdi og enn yvir lógini ræður. Johan Schumann. Halda vit fram leiðina beint eystur um hav, koma vit til oyggjar, berar og skursl- uttar, berligari enn Førjalandið. Væl er tað so, at viður veksur her og har upp úr slokunum og grasfløttar eru at síggja midlum bergheysarnar, men meginparturin av tí, tú festur eygað á, er grót. Á einum av hesum norsku útoyggjum er ein 65 ára gamalur maður, sum fleiri ferðir hevur verið umtalaður her í blaðnum, hin viðgitni seyðamaðurin Schumann. Hann er ein lærdur maður, og sín lærdóm roynur hann trúliga at brúka til frama firi føðilandið í tí vinnuvegi, hann hevur kjósað sær og lagt adlan sín alsk á. Alt tað, íð skrivað verður í útlondum um seyð eđla um evnis- frøði, natúrfrøði edla av øðrum kunnskaps- greinum, sum kunna vera seyðabrúkinum til frama, leggur hann dent uppá at granska, og hann granskar tað so væl og heldur tað saman við sinar egnu royndir og kann harvið bera tað fram firi sínar landsmenn soleiðis, at teir kunnu líta á, at hetta er ikki bert orðskvalđur. Tað, íð Schumann skrivar um seyðabrúk, er ikki leysligt edla rangt, men kvørt orð er vegið, og alt er gagnuligt at ,vita firi kvønn seyðabrúkara, sum vil kenna sín vinnuveg til fulnar. Schumann røkir sjálvur sin seyð bæði summar og vetur. Hann gevur honum fóður adlar tíðir, tá ið hann ikki kann vinna sær nóg mikið til føði úti og hevur hann í hús kvørja vetranátt og annars tá ið veður- lagið er ov baldrandi. Hann hevur um- hugsan firi at fáa seyðinum vetrafóður og dirkar hartil gras, havra og røtur o. m. a. Sjálvur gevur hann seyðinum og letur hann út og inn, og sjálvur hevst hann at hoy- bjarging og alskins jarðarøkt, og í lemb- ingatíðini (sum er um Gragarismessu- og Mariumessutíðina) liggur hann kvørja nátt í seyðahúsinum. Ikki svevur hann tíðina burtur, tí kann hann fáa stundir til at skriva bøkur og granska ettir níggjum lærdómi og tó út- inna so nógv króppsarbeiði. Á sínum ungu døgum hevur hann »studerað«; men síðan tók hann sær firi at bøta um seyðaslagið og seyðarøktina, sum í Noreg hevur verið lítið betri enn í Førjum. Tað firstu tíðina var hann uppsitari (fo.rpagtari) kjá einum presti, men síðan keypti hann sær til ogn tann garð. hann nú situr á. Tvørt um eitt smalt eiði gongur markið midlum hann og grannar hansara og hann hevur adlan norðara partin av oynni (Hovden). Har, sum húsini eru, má kadlast slætlendi, tó at har er meiri hedlusvað og urðagrót enn akurjørð. Næst har við er ein høgur riggur og ein lág, sum mest verður brúkt til vetrahaga. Handan firi hesa lág er eitt berg, sum skilir summar- hagan frá hinari útmarkini. Har eru fáir stíggir, men uppi við eggina eru i mongum støðum torvur, sum seyður firr var vanur at leypa niður í og harfiri íðuliga at detta oman. Schumann hevur stikað fram við eggini, har sum vanđafult er, og bøtt um teir stíggir, sum eru til brúks, og hevur so grind firi. Fjadlsíðan, sum hedlur frá eggini oman

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.