Føringatíðindi - 16.12.1897, Side 1
Nr. 24.
16. DECEMBER 1897.
8. Ár.
»Ein kann tað, ein vil.«
Tað er jú so, at ein, sum vil koma sær
fram í verðini. far nógv at berjast við. bæði
av einum og øðrum. Flest ødl hava sett
sær eitt mál. sum tev ætla at náða, men
nógv eru tey, sum aldrin fáa fætur á mál-
inum, tí tey fedla í fátt á hálvum veginum.
Arbeiðshugur, dugnaskapur og trúskapur
eru gávur, sum nítast firi at koma nakra
leið. men hesar gávur finnast ikki undir
kvørjum steini. Fá eru tey, sum eru fødd
til ednuna, tey flestu mugu skapa sær hana
sjálvi. Sum tað gongur tí einstaka mann-
inurn, soleiðis gongur tað einum fólki ivir
høvur. ICvørt umhugsandi fólkaslag hevur
sett sær eitt mál, sum tað ætlar at koma
til. Ofta ganga langar tíðir, áðrenn nakað
spirst burtur úr, men verður málið ikki
uppgivið, so er sigurin firi hond. »Ein
kann tað, ein vil,« sigur orðatakið, og tað
er eitt sannheitsorð, men ofta má ein maður
síggja síni bestu ár svinna burt, áðrenn
hann sær sítt inski uppfilt; hevur hann altíð
við strevi sínum andøvt framettir, so sær
hann tó oftast fruktirnar, áðrenn hann sovnar
til seinast. Títt fær hann sjálvur einki
gagn av strevi sínum, tí fruktirnar. koma
ov seint, men oftast fær hann tað gleði,
at siggja sítt arbeiði koma ettirkomarinum
til góðar. Tíkaso kjá einum fólkaslag. Tað
kann henda, at eitt slektarlið adla sína tíð
við ágrítinheit vil útinna nakað gott, men
alt gongur tí ímóti. Við kvørt kann ein
ung slekt enda arbeiðið, so at hin gamla
kann frigda seg ivir, at fekk hon ikki nittu
av sínum starvi, so fingu ettirkomarirnir tað.
Og søgan hevur sínt. at um ein slekt má
fara í grøvuna firi uttan at síggja nakran
virkning av sínum starvi, so hava komandi
slektir tikið arbeiðið uppattur, og alt hevur
gingið sum fótur í hosu. At leti og ódugna-
skapur smittar frá manni til mann og frá
slekt til slekt, er óivað, men tað er tí
betri eisini sannheit, at arbeiðshugur og
dugnaskapur ger tað sama. Latið okkum
tí ødl royna at strevast trúliga firi tað, vit
halda vera rætt. Eru ringar vónir firi, at
vit kunnu náða okkara mál, so skulu okkara
ettirkomarir náða tað. Væl verið okkum,
um vit kunnu lata arbeiðshug, trúskap og
dugnaskap i arv til okkara ettirkomarir, so
hevur okkara lív ikki verið burturspilt.
Burturgingin á veg frá Havn til Kodla-
firðar, ivaleyst í Hólmasundi, er ein bátur
av Signabø við .4 monnum. Teir vóru:
bóndin Joen Johansen og bróður hansara
Jacob Pauli. báðir av Signabø; Joen Djur-
huus og Theanjardus Edmundsen av
Heyggi. Tríggir teir síðst nevndu vóru
ógiftir. Jógvan á Signabø, sum var giftur
og áttu 3 bødn, var avhildin maður. tiltikin
firi blíðskap av teimum. sum kendu hann.
Nú firi kortum hevði hann tikið so væl
ímótur einum norðanbátsmannskapi, sum
setti upp á Signabø firi ódnarveður, at teir
hava skrivað eina tøkk til hansara og
Signabøs fólk, sum nú hevði komið í
avísuna, um ikki henđa ólukkan hevði hent.
Rípur og grouser. Tey fuglasløgini,
»grønlandskar rípur«, sum kolonibestírurin
R. Muller í Grønlandi firi nøkrum árum
síðani sendi til Førjar, og »skotskar rípur«
(grouser), sum exam. jur. E. Miiller í Havn
keypti úr Skotlandi, munnu nú, sum søgur
ganga frá, fara at nørast firi álvara her.
Rípurnar frá Grønlandi eru at siggja í
stórum flokkuro á imsum fjadlatoppum á
norðara parti av oygginum, og hinar skotsku,
sum ikki eru meiri enn ársgamlar í Førjum,
síggjast eisini í støðum. Ein hevði vorpið
inni í Toftahaganum í Eysturoy, men søgnin
er, at neytakonurnar hava verið so naskar,
at hon rímdi av reiðrinum. Tað eru tó
góðar vónir um, sum áður sagt, at rípur og
grouser fara at trossa bæði neytakonur og
aðrar plágur, til gagn firi Førjafólk og til
stuttleika kjá teimum monnunum, sum við
ómak og peningaútlegg hava innført fugl-
arnar í landið. Hesir fuglar eru friðaðir
alt árið firi tað firsta.
Rættskrivnings-spursmálið.
Til »Føringat.« eru sendar hesarreglur:
Tað dámar neyvan ødlum væl, at eg
her føri fram hetta spursmálið, ið nú so
langar tíðir hevur verið ein »anstoytssteinur«
kjá mongum. Tað hevur nú verið kvirt
eina tíð — síðani Olavsøku í ár —, og tí
vil kannska ein edla annar lasta meg firi,
at eg føri spursmálið fram attur. »Nú hava
vit endiliga fingið frið, og báðir partar eru