Føringatíðindi - 06.01.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 06.01.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr. i. 6. JANUAR 1898. 9. Ár. 1897. Árið 1897 er runnið. Tað hevur ikki verið nakað gott ár firi Førjar. First og fremst kánn tað sigast, at fiskiskapurin, sum tey næstu árini frammanunđan hevur verið so góður og sum hevur ment Førjafólk væl, í 1897 er sligin feil, helst firi skipini, sum flest øđl munnu birja 1898 við undirskoti. Grindaár hevur 1897 ikki verið gott, tó ikki av teim ringastu. O. u. 300 kvalir eru đeyðir. Fólk hevur fingið væl av tvøsti, frá kvalaveiðumanninum á Gjánoyri. Óheldiga eru o. u. 12 manns deyðir í árinum. Merkismenn í Førjum eri deyður í 1897: 0. P. Effersø, M. C. Restorff, Johs. Hansen (konsul), S. H. Debes og síslu- maðurin Muller. Landasjúkur hava ikki gingið í fjør, og heilsan hevur verið góð kjá fólki ivir høvur. Firsti føroyski amtmaður er komin til Førjar í 1897. í ti farna árinum er lítið komið áleiðis kjá okkum í strevinum firi okkara móður- máli. Langt og kvast rættskrivningsklandir hevur verið hildið inntil Ólavsøku; síðani hevur ein kvíld verið. Av tí viðgitni bíbil- søguni eru 4 ark prentaði, og ein føroyskur álmanakki er útgivin firi Førjar. Árið er alt i alt sum so mong framman- undan: ein blandingur av birði og anđróðri, av frøði og sút. Á nevndarfundi í Føringafelag varð A. Degn valdur til formann, D. Isaksen til næstformann og B. A. Samuelsen til at ansa ettir felagsins bókogn og til at økja hana sum best. Føringafelag helđur ársgildi í kvøld, ætlandi í avhaldshúsinum. Vit hopa, at limir, so mangir sum kunna, koma til stevis. H. C. Miiller, sislumaður. Firsta jólamorgun, tá íð dagur sást, doyði Streymoyarsíslumaður Hans Chri- stopher Miiller, gott og væl 79 ára gamal. Vit eru vanir til her í blaðnum, kvørja ferð ein meir enn almindiliga kendur maður er deyður, at lata nøkur orð fadla um, kvat hann hevur verið og kvat hann hevur virkað, men at skriva eina nøkulunda tømandi grein um tann mannin, sum er nevndur oman firi hendan artikul, er ikki kvøns- mannsføri, tí hansara langa lív er so sjald- samt og innihelđur eina slíka rúgvu av virkigreinum, sum fá, ja einki annað i Førjasøguni. H. C. Miiller var føddur 2. September 1818 og var sonur sislumannin Rasmus Miiller í Havn og seinri konu hansara Sigge Joensdatter úr Nólsoy. Tó at tað í teirri tíðini ikki var lætt kjá einum Før- ingi at samla sær kunnskap, bilaði ikki kjá síslumanninum. Við sínum fráliku læruevnum og sínum læruhuga, søkti hann sjálvur sær tann kunnskap, sum nú nógvur peningur má gjaldast firi. og tað er ikki bara eiti, tá íð mann imidlum er sagt um sislumann Miiller, at um hann onga eksamen hevði, so kundi hann andøva javnsíðis við lærdar menn í ødlum lutum. í 1839, 20 ára gamal, bleiv hann settur (konstitueraður) síslumaður kjá pápanum, og í 1843, 2 5 Ara gamal, varð hann útnevndur til síslumann í Streymoy og bleiv tað til sín deyð. 1852 varð hann valdur til løgtingsmann og tað hevur hann verið í 28 ár, skiftanđi firi Norðstreymoy og Suðurstreymoy. í ríks- ráðnum, landstinginum og fólkatinginum, hevur hann siti firi Førjar í 30 ár. 1869 varð hann útnevndur til postekspeditør í Havn, tað var hann eisini inntil hann doyði. í mong ár var hann agent firi tað danska guvuskipsfelagið, sum heldur skip til at flita post til og frá Førjum og íslandi. Annars hevur hann verið konstitueraður sorenskrivari og fúti; limur av ovarsta skúlastíri okkara (skúladirektiónini) og direktør firi Førja sparukassa. Um hansara lív sum politikkari vilja vit bara siga, at hann var kendur súm ein trúgvur høgru- maður, annars lata vit tøluni tala. Firi uttan virðuliga at útfidla pláss sítt í ødlum teimum frammanundan nevndu virkigreinum, hevur Miiller granskað imsar greinir av

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.