Føringatíðindi - 06.01.1898, Síða 1
FØRINGATlÐINDI
Nr. i.
6. JANUAR 1898.
9. Ár.
1897.
Árið 1897 er runnið. Tað hevur ikki
verið nakað gott ár firi Førjar. First og
fremst kánn tað sigast, at fiskiskapurin, sum
tey næstu árini frammanunđan hevur verið
so góður og sum hevur ment Førjafólk væl,
í 1897 er sligin feil, helst firi skipini, sum
flest øđl munnu birja 1898 við undirskoti.
Grindaár hevur 1897 ikki verið gott, tó
ikki av teim ringastu. O. u. 300 kvalir
eru đeyðir. Fólk hevur fingið væl av
tvøsti, frá kvalaveiðumanninum á Gjánoyri.
Óheldiga eru o. u. 12 manns deyðir
í árinum.
Merkismenn í Førjum eri deyður í
1897: 0. P. Effersø, M. C. Restorff, Johs.
Hansen (konsul), S. H. Debes og síslu-
maðurin Muller.
Landasjúkur hava ikki gingið í fjør,
og heilsan hevur verið góð kjá fólki ivir
høvur.
Firsti føroyski amtmaður er komin til
Førjar í 1897.
í ti farna árinum er lítið komið áleiðis
kjá okkum í strevinum firi okkara móður-
máli. Langt og kvast rættskrivningsklandir
hevur verið hildið inntil Ólavsøku; síðani
hevur ein kvíld verið. Av tí viðgitni bíbil-
søguni eru 4 ark prentaði, og ein føroyskur
álmanakki er útgivin firi Førjar.
Árið er alt i alt sum so mong framman-
undan: ein blandingur av birði og anđróðri,
av frøði og sút.
Á nevndarfundi í Føringafelag varð
A. Degn valdur til formann, D. Isaksen
til næstformann og B. A. Samuelsen til at
ansa ettir felagsins bókogn og til at økja
hana sum best.
Føringafelag helđur ársgildi í kvøld,
ætlandi í avhaldshúsinum. Vit hopa, at
limir, so mangir sum kunna, koma til
stevis.
H. C. Miiller, sislumaður.
Firsta jólamorgun, tá íð dagur sást,
doyði Streymoyarsíslumaður Hans Chri-
stopher Miiller, gott og væl 79 ára gamal.
Vit eru vanir til her í blaðnum, kvørja ferð
ein meir enn almindiliga kendur maður er
deyður, at lata nøkur orð fadla um, kvat
hann hevur verið og kvat hann hevur virkað,
men at skriva eina nøkulunda tømandi
grein um tann mannin, sum er nevndur
oman firi hendan artikul, er ikki kvøns-
mannsføri, tí hansara langa lív er so sjald-
samt og innihelđur eina slíka rúgvu av
virkigreinum, sum fá, ja einki annað i
Førjasøguni.
H. C. Miiller var føddur 2. September
1818 og var sonur sislumannin Rasmus
Miiller í Havn og seinri konu hansara
Sigge Joensdatter úr Nólsoy. Tó at tað
í teirri tíðini ikki var lætt kjá einum Før-
ingi at samla sær kunnskap, bilaði ikki
kjá síslumanninum. Við sínum fráliku
læruevnum og sínum læruhuga, søkti hann
sjálvur sær tann kunnskap, sum nú nógvur
peningur má gjaldast firi. og tað er ikki
bara eiti, tá íð mann imidlum er sagt um
sislumann Miiller, at um hann onga eksamen
hevði, so kundi hann andøva javnsíðis við
lærdar menn í ødlum lutum. í 1839, 20
ára gamal, bleiv hann settur (konstitueraður)
síslumaður kjá pápanum, og í 1843, 2 5 Ara
gamal, varð hann útnevndur til síslumann í
Streymoy og bleiv tað til sín deyð. 1852
varð hann valdur til løgtingsmann og tað
hevur hann verið í 28 ár, skiftanđi firi
Norðstreymoy og Suðurstreymoy. í ríks-
ráðnum, landstinginum og fólkatinginum,
hevur hann siti firi Førjar í 30 ár. 1869
varð hann útnevndur til postekspeditør í
Havn, tað var hann eisini inntil hann doyði.
í mong ár var hann agent firi tað danska
guvuskipsfelagið, sum heldur skip til at
flita post til og frá Førjum og íslandi.
Annars hevur hann verið konstitueraður
sorenskrivari og fúti; limur av ovarsta
skúlastíri okkara (skúladirektiónini) og
direktør firi Førja sparukassa. Um hansara
lív sum politikkari vilja vit bara siga, at
hann var kendur súm ein trúgvur høgru-
maður, annars lata vit tøluni tala. Firi
uttan virðuliga at útfidla pláss sítt í ødlum
teimum frammanundan nevndu virkigreinum,
hevur Miiller granskað imsar greinir av