Føringatíðindi - 03.02.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 03.02.1898, Blaðsíða 3
at t. d. frágreiðing um at vera í hóslag við mannúlvar (tarvar) kemur undir hesu ivirskrift. Men kvør veit, um tað ikki passar har, sum tað er komið, maðurin er jú lærdur og veit ivaleyst kvat hann ger. Kvørja ferð rangar greinir koma 1 útlendsk bløð um Førjar. skuldi ein trúð, at ein edla annar góður Føringur mátti rættað tað, og at pastor Riises grein treingir til rættilsir, hava vit ongan iva um, og vit hava vón um, at tann presturin, sum Riise var kapellan kjá, vil rætta greinina so mikið, sum nítist. FRÁ útj.ondum. Úr đanska riksdeginum frættist, at finanslógin hevur verið tværreisur firi í fólkatinginum og stirkurin til skúlarnar i Sandoyja prestagjaldi, 13,400 kr., erjáttaður. Eisini er játtað pensión til O. P. Effersøs einkju, 300 kr., og 2000 kr., sum rikis- stirilsið hevur biðið um firi at senda díra- lekjara til Førjar at granska heilsustandin kjá neytunum. 2000 kr. til níggjan Havnardoktara og 1000 kr. til øking av tí løn, fysikus ‘hevur, tikjast ríksdagsmenninir iklci at vilja játta. Frá tí stirki, løgtingið søkti um til studd- ning firi skipsfiskiskapin, frættist einki. Tíðindir úr Førjum. ógerðaveður hevur verið í heilum nú í næstum. Einki hevur gjørst á sjónum og lítið á landinum. Tó at tAtt hevur verið, er iítið rósandi firi seyðin, sum heldur má sigast at vera nógv attur farin í veðurringum plássum; tí at skinnið hevur sjaldan verið turt, og so vind- samt, at seyður hevur haft lítlan frið til at søkja sær føði. Av útsunningsharðveðri hava størri og smærri húsaskaðar borist á víða kvar. Bátur burturgingin. Sirgjuliga bar til norð á Kvalvílj mánakvøldið 24. Januar, í tí at ein Vikarbátur, sum var á heimferð frá Selatræ og hevði verið á landi í Kval- vík, kođlsigldi eina snørislongd frá nestinum í Kvalvík. Á bátinum vóru: Andreas Andreasen (sonur Joen Andreasen, Páll- stovu), Jakob Pauli og Magnus Martin Magnusen (sinir Magnus Magnusen), An- dreas Henriksen (son Henrik Anđreasen), A. Vilhelm M. Petersen (son H. P. Abraham- sen), adlir úrVík, og Carl Johansen, slekt- aður úr Havn, sum var tann einasti, íð reddaðist. Teir sjólatni vóru midlum 20 og 23 ár gamlir og 4 av teimum (Andreas Andreasen, Pállstovu, frároknaður) høvdu sjúk foreldir og smá siskin at forsirgja. Teir 4 vóru tí betri ađlir limir av for- sikringsforeiningini. Tað sigst, at tveir menn úr Kvalvík vóru úti við neyst í sama viðfangi og sóu soleiðis adla tilgongdina, men teir hava ikki troystað sær at fara út við bát, veðrið var sjálvsagt ringt, tó ikki verri enn so, at Vestmenningai'nir tveir einir fóru av stað so skjótt teir hoyrdi neyðarróp. Hesir Vestmenningar vóru stutta tið framman- undan fluttur ivir á Toftadalsoyru av Oyra- monnum. í hesu seinastu 10 árini eri 16 manns úrVík deyðir á sjónum, harav 7 við einum báti í 1893. Slík óheld kunna lemja eína lítla bigd sum Vík ómetuliga nógv, og 5 menn kunna ikki saknast meiri úr einari bigd enn júst hesir. Ødl, sum kendu teir, mugu ivaleyst sanna, at dámligari, góðsligari og beina- samari menn eru sjaldsmir at finna, og lívsglaðari ungir menn hava ikki verið tiknir burtur. LÍSINGAR. Kneipp kaffi er bíligt og vælsmakkandi, hartil óskaðiligt firi bødn og sjúk fólk. Fæst kjá J. Effersø. røløfilcr* ©obe SPøblet, jaojom @tole, ©orbe, @o= faer, Spejle, eeroonter, 'Senge, ftontmober m. m. jælge§ ube i |iaun. Oínf S-infctt. Fínasta skandinavisk Eksportkaffe Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmðnnunum. F. Hjorth & Co. København K. 2m\\m\ fflfeb SnmpjJibet „®ronprinje§je SSictoria" t)ar jcg mobtaget en fticttjf Xútlttttcr, fom joelgeð ube i fmuu. Clnf ftinfctt. »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum posthúsum í Danmarki . og Førjum, um blaðið er bílagt framman undan.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.