Føringatíðindi - 17.03.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 17.03.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 6. 17. MARS 1898. g. Ár. Ógeldir hestar, 2-vetur og 3-vetur mugu meldast firi teimum valdu síningsmonnunr.m til firisetta tíð, annars kunnu eigarnir vænta sær at bøta. Rossaeigarir i Havnar sókni vísast til lísingina attan i blaðnum. er at seta við undan teimum bestu neyt- unum. Tó at kídnar eru smáar, geva tær ta bestu tíðina upp til 3 pund um dagin, ja, ein kúgv kom seinasta summar upp til 3 x/3 pund um dagin. Jersey eitur ein av Normanna oyggjunum, sum liggja sunnan firi Eingland. Hon er ikki meir enn 8 fjórðingar long og 4 fjórðingar breið; tó livur á henni 60 túsund av okkara skildfólki frá fodntíðini, tá íð Norðanmenn ferðaðust vída um hav og festu búgv har, sum teimum tókti gott at vera. Vestari endin av oynni er roksandur og lingheiðar, men restin er góð jørð. Norðsíðan er um 60 favnar høg og so er javnt hadl móti suðri. Sólargangurin er tí frálíka góður Og jarðarøktin er høvuðsvinnuvegurin firi alt hetta nógva fólkið. Veðurlagið er so lítt, at tað hevur hent seg tey ár, at einki frost hevur verið. Av eplum verður ført út av oynni firi 9 millióriur krónur um árið, og tað mest firi tíðliga vaksin eplir, sum verða seld í London. Atburðurin við eplunum er so- leiðis: Seteplini verða væl skild um heystið, og um veturnætur verða tey løgd í fláar kassar til at spíra. Kvør kassin hevur innan í hidnunum stuðlar. sum eru 2—3 tummar hægri enn sjálvur kassin, so at kassarnir kunnu setast oman á kvønn annan frá gólvi til loft, og ljós tó sleppa at eplunum, sum ikki liggja meir enn eitt lag tjúkt í kvørjum kassa. Hesir kassar standa í stovunum í sethúsunum. Um Grægarismessutíðina hava eplini sterkar spírur við tveimum grønum bløðum á og verða nú sett niður í væl tilreidda jørð. Seinra partin i mai eru eplini so mikið vaksin, at takast kann eitt sindur til at selja og so verður tað mesta upptikið júni mánað út ettir. Neytarøktin hevur í fleiri mannsaldrar verið frálíka góð, og Jersey neytini eru gitin sum tey bestu mjølkneyt í til at geva nógv smør. í mong ár hevur tað verið forboðið at føra kír úr øðrum plássum, ti er slagið so javngott, sum tað kann verða har, sum viðgerðin er góð og umhugsun Velting. Umskift er nú við veltingini í Førjum attur ímóti, sum tilstandurin hevur verið í ti gomlu tíðini. Stakbigdir eru. kvar eingin framburður sæst, men ivirhøvur gongur skikkiliga væl fram á hondina. Tó at summir menn hava kastað adlan sín hug á sjógvin og vant seg' til at liva i leti uppi á landi, má ivir høvur sigast, at jørðin verður arbeidd við meiri dugnaskapi og ídni, enn ein mannsalđur herfiri. Summi av hesum gamla fólkinum vilju verða við, at jarðarøktin er í atturgongd og at tíggjundalistarnir bera prógv firi, at so er. Nei, kodntíggjundin er ikki góður málustokkur firi, kvussu tað stenđur til við jarðarøktini, — tvørt í móti, — í ødlum vánaligum kodnplássum er tað framburður at velta og ikki sáa kodn; tí grasið verður harvið so mikið betur, og føroyskt kodn verður eisini í bestu kodnplássum alt sum oftast líka dírt sum handilskodn. Tí hava mangir skila menn í skikkiliga góðum kodnplássum tikið sær firi at velta ein part av bønum um heystið og um veturin og einki sáa harí, og so velta ein part til kodn so mikið sum kann ivirkomast í passa- ligari tíð, við lítlum tíðsspedli, — altso uppá ein bíligari máta, enn har sum kodndirkingin er alt. Framburður er tað, at hin gamla reima- veltingin, sum gav órudduliga og lítið munandi slátturjørð og vánalig nilendir, verður avloyst av tvørveltingini. Fram- burður er tað, at jørðin verður slættað og undirgrundsvatnið verður veitt til at renna unđir heilum. Framburður er, at menn leggja dent uppá at fáa moldina undir tvør- veltingatorvuni moyrkaða við at loysa hana upp við hakkara edla øðrum amboðum og leggja hana bera firi frosti um veturin. Framburður er, at menn taka til at velta frá heystinum av og harvið fáa veltingina gjørđa sum bíligt løtuverk. Framburður er

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.