Føringatíðindi - 17.03.1898, Blaðsíða 2
eisini, at tað er komið í lag í fleiri bygdum
at brúka plógv til at velta við.
Sigi tí eingin, at jarðarøktin ivir høvur
er í atturgongd, um tað enn stendur vána-
liga til í summum bigđum og kjá sumraum
monnum eisini í teimum fremstu bigdunum.
Nær er best at sáa?
Sáingatíð eigur ikki at rættast ettir
sól edla mána edla ettir álmanakka. Høvuðs-
vilkorið firi, at grøðin skal verða góð, er,
at sáað verður, tá íð molđin er so turr, at
hon ikki kleimist um sáið, tá íð saksað
verður. Hetta má ansast ettir við ødlum,
íð sáast, so væl sum við niðurseting av
eplum. Annars er at minnast til: Kodn
sum sáast tíðliga á ári, gevur, tá íð lok
ikki tekur ivirhond, meir og betri kođn,
enn tað, íð seint verður sáað; men hit gevur
tættari og síðari strá. Sama er við havra,
hann kodnast best, um hann kann sáast í
mars edla firra partin av apríl, men gevur
meiri fóður, um hann verður sáaður úti við
Jóansøku. Røtur sáast so tíðliga, sum tað
ettir ársins veðurlag kann ætlast passaligt.
Gularøtur sáast so tíðliga sum helst. Ruta-
baga (kálrabi) kann í meðal árum sáast firra
partin í mai, gular og aðrar tílíkar harð-
balnar røtur (yellow bullock, dales hybrid
o. fl.) seinra partin í mai og tær røtur, sum
eru snjókvftar innan og reyð- eđla gul-
kodlutur eđla heilkvítar, sáas, um veðurlagið
er passaligt, firra partin í júni. Tær røtur, íð
seinri verða sáaðar, fáa ov knappa tíð til
at veksa. Niðursetingatíð firi eplir eigur
at rætta seg ettir, um slagið er seint edla
skjótt veksandi. Tá íð seteplini eru væl
útspírað, kunna skjótveksandi sløg búnast,
um tey verða seint niðursett, og tá er
minsta stríðið við at halda stir á lokinum.
Skipsmannsskapur.
Seinast, sum eg av burturferð kom
attur til Havnar, frætti eg, at í »Dim.«
nr. ii hevði eitt, sum kadlar seg *Fær-
øernes Skipperforening« fingist við at kasta
skadn á »Føringat.«, men tað segðist, at
formaðurin firi hesum góða skiparafelaginum
visti einki um sakina, og i alt fadl ein
stórur partur av teimum skiparum, sum eru
í tí nevnda felaginum, einki vistu um og
enn minni høvdu sætt ta grein, i »Dim.«
stendur. Av hesum liggur nær at gita sær
til, at hesin blaðskrivarin »F. S.« er eitt
humbug, eitt passaligt síðustikki til tær
íðuligu greinir við tí gamla vælkenda
krongulprokurataralagnum, sum »Dim,«
letur loynuskrivarir gera seg inn á »Før-
ingatíðindi« við.
Tó at »F. S.« hevur lisið »Føringat.<
sum hin versti lesur bíblina og ivaleyst fer
at lesa hetta uppá sama máta, skal eg,
ettir sum »Gamalur ulkumaður« ikki er
kjá, geva svar í hansara stað.
»G. u.« skrivar, at skipini ivir høvur
eru sterk í skrokkinum. »F. S.« stílar tað
so, sum hann hevði skrivað, at skip ikki
so lætt ganga burtur av tí, tey eru veik í
skrokkinum, sum av tí at reiðskapurin
svíkir. Eg veit, at skip, sum segðist at
vera sterkt í skrokkinum, men sum ikki
hevði fullgóðan reiðskap, kvarv við ødlum
mannskapinum ettir einari nátt (u. 22. apríl).
Kann »F. S.« siga, um tað mundi vera av
leka, edla ti reiðskapurin sveik? — eg giti,
sum eg kann; og eg veit, at mong av
skipunum hava verið úti við so veikum reið-
skapi, at tað er at takka Harranum firi, at
tey ikki eru drivin av edla rikin á land.
Eg vil lika lítið sum »G. u.« geva meg av
við at đøma um, antin skiparir edla
skipseigarir hava vitað edla áttu at
vita av siíkum standi; men eg má lika sum
»G. u.« framseta tað hop, at slíkt má verða
betri, enn hegartil hevur verið, og eg ivist
ikki í, at adlir góðir skiparir gera sítt
besta fiskiskapinum til frama.
At ødl fiskiskip verða skoðað, man
tí verri ikki vera sannheit, tó at »F. S.«
skrivar so.
»F. S.« vísur seg einki at vita um
ljós- og ljóðsignal (lanternur og mjørka-
lúður). Hetta stirkir meg í teimum tankum,
at »F. S.« man vera eitt humbug.
»Gekkur at ongum lær«. So er við
»F. S.«, sum sigur sigur seg at finna tað
láturligt, at »G. u.« sigur, at ikki alt skips-
fólkið er fullært. Slíkt hevur »G. u.« einki
skrfvað um; men hann skrivar, sum eg má
halda við honum, at adlir skipsformenn
(skiparir og bestumenn) áttu at verið meiri
«befarnir« og lærdir í praktiskum skips-
mannskapi, enn summir av teimum hegar
til hava verið.
»G. u.« hevur ikki vanvirt tað eingilska
fólkið ivir høvur edla serskilt skipsmenn-
inar — teir hava mangar góðar siður —;
men rætt hevur hann í tí, at tað eingilska
skipsfólkið er rátt, so rátt, at tann, íð ikki
dugur at síggja tað, má vera sirgiliga ráur
sjálvur. — Eg skal her framseta tað hop,
at formaðurin í Førja skiparafelag, sum
sjálvur á sínum skipi hevur trúliga roynt
at leggja teymar á ráheitina, eisini í
felaginum kann útinna sama starv, so at
brátt eingin torir at tala í »F. S.«s navn
og inskja, at vit skulu ganga Grimsby
fiskarum í sporini.
Tórshavn, 14. mars x8g8.
R. C. Effersø.