Føringatíðindi - 17.03.1898, Page 2

Føringatíðindi - 17.03.1898, Page 2
eisini, at tað er komið í lag í fleiri bygdum at brúka plógv til at velta við. Sigi tí eingin, at jarðarøktin ivir høvur er í atturgongd, um tað enn stendur vána- liga til í summum bigđum og kjá sumraum monnum eisini í teimum fremstu bigdunum. Nær er best at sáa? Sáingatíð eigur ikki at rættast ettir sól edla mána edla ettir álmanakka. Høvuðs- vilkorið firi, at grøðin skal verða góð, er, at sáað verður, tá íð molđin er so turr, at hon ikki kleimist um sáið, tá íð saksað verður. Hetta má ansast ettir við ødlum, íð sáast, so væl sum við niðurseting av eplum. Annars er at minnast til: Kodn sum sáast tíðliga á ári, gevur, tá íð lok ikki tekur ivirhond, meir og betri kođn, enn tað, íð seint verður sáað; men hit gevur tættari og síðari strá. Sama er við havra, hann kodnast best, um hann kann sáast í mars edla firra partin av apríl, men gevur meiri fóður, um hann verður sáaður úti við Jóansøku. Røtur sáast so tíðliga, sum tað ettir ársins veðurlag kann ætlast passaligt. Gularøtur sáast so tíðliga sum helst. Ruta- baga (kálrabi) kann í meðal árum sáast firra partin í mai, gular og aðrar tílíkar harð- balnar røtur (yellow bullock, dales hybrid o. fl.) seinra partin í mai og tær røtur, sum eru snjókvftar innan og reyð- eđla gul- kodlutur eđla heilkvítar, sáas, um veðurlagið er passaligt, firra partin í júni. Tær røtur, íð seinri verða sáaðar, fáa ov knappa tíð til at veksa. Niðursetingatíð firi eplir eigur at rætta seg ettir, um slagið er seint edla skjótt veksandi. Tá íð seteplini eru væl útspírað, kunna skjótveksandi sløg búnast, um tey verða seint niðursett, og tá er minsta stríðið við at halda stir á lokinum. Skipsmannsskapur. Seinast, sum eg av burturferð kom attur til Havnar, frætti eg, at í »Dim.« nr. ii hevði eitt, sum kadlar seg *Fær- øernes Skipperforening« fingist við at kasta skadn á »Føringat.«, men tað segðist, at formaðurin firi hesum góða skiparafelaginum visti einki um sakina, og i alt fadl ein stórur partur av teimum skiparum, sum eru í tí nevnda felaginum, einki vistu um og enn minni høvdu sætt ta grein, i »Dim.« stendur. Av hesum liggur nær at gita sær til, at hesin blaðskrivarin »F. S.« er eitt humbug, eitt passaligt síðustikki til tær íðuligu greinir við tí gamla vælkenda krongulprokurataralagnum, sum »Dim,« letur loynuskrivarir gera seg inn á »Før- ingatíðindi« við. Tó at »F. S.« hevur lisið »Føringat.< sum hin versti lesur bíblina og ivaleyst fer at lesa hetta uppá sama máta, skal eg, ettir sum »Gamalur ulkumaður« ikki er kjá, geva svar í hansara stað. »G. u.« skrivar, at skipini ivir høvur eru sterk í skrokkinum. »F. S.« stílar tað so, sum hann hevði skrivað, at skip ikki so lætt ganga burtur av tí, tey eru veik í skrokkinum, sum av tí at reiðskapurin svíkir. Eg veit, at skip, sum segðist at vera sterkt í skrokkinum, men sum ikki hevði fullgóðan reiðskap, kvarv við ødlum mannskapinum ettir einari nátt (u. 22. apríl). Kann »F. S.« siga, um tað mundi vera av leka, edla ti reiðskapurin sveik? — eg giti, sum eg kann; og eg veit, at mong av skipunum hava verið úti við so veikum reið- skapi, at tað er at takka Harranum firi, at tey ikki eru drivin av edla rikin á land. Eg vil lika lítið sum »G. u.« geva meg av við at đøma um, antin skiparir edla skipseigarir hava vitað edla áttu at vita av siíkum standi; men eg má lika sum »G. u.« framseta tað hop, at slíkt má verða betri, enn hegartil hevur verið, og eg ivist ikki í, at adlir góðir skiparir gera sítt besta fiskiskapinum til frama. At ødl fiskiskip verða skoðað, man tí verri ikki vera sannheit, tó at »F. S.« skrivar so. »F. S.« vísur seg einki at vita um ljós- og ljóðsignal (lanternur og mjørka- lúður). Hetta stirkir meg í teimum tankum, at »F. S.« man vera eitt humbug. »Gekkur at ongum lær«. So er við »F. S.«, sum sigur sigur seg at finna tað láturligt, at »G. u.« sigur, at ikki alt skips- fólkið er fullært. Slíkt hevur »G. u.« einki skrfvað um; men hann skrivar, sum eg má halda við honum, at adlir skipsformenn (skiparir og bestumenn) áttu at verið meiri «befarnir« og lærdir í praktiskum skips- mannskapi, enn summir av teimum hegar til hava verið. »G. u.« hevur ikki vanvirt tað eingilska fólkið ivir høvur edla serskilt skipsmenn- inar — teir hava mangar góðar siður —; men rætt hevur hann í tí, at tað eingilska skipsfólkið er rátt, so rátt, at tann, íð ikki dugur at síggja tað, má vera sirgiliga ráur sjálvur. — Eg skal her framseta tað hop, at formaðurin í Førja skiparafelag, sum sjálvur á sínum skipi hevur trúliga roynt at leggja teymar á ráheitina, eisini í felaginum kann útinna sama starv, so at brátt eingin torir at tala í »F. S.«s navn og inskja, at vit skulu ganga Grimsby fiskarum í sporini. Tórshavn, 14. mars x8g8. R. C. Effersø.

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.