Føringatíðindi - 07.04.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 07.04.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 7. 7. APRIL 1898. 9. Ár. Nólsoyarpól. Fram rennur skútan, garparnir gleðast, fáður er fróður sum dugandi menn. Birðurin blíði skútuna førur fram mótur heimi, streymur er við. Sólin man dala, ruðar í kavi. dimmið seg leggur dimt ivir hav. Stinnur man standa kappin til róður, frigdar seg ivir, landið er nær. Trongligt er heima: einki at bita, einki at brenna, krambúð er tóm; sistrar og brøður pínast av svølti, inskja so sára, »Roynđin« má koma. Maður við rórið væntar í lætting Førjar at síggja, ferðin gekk væl. Eydnan en lúnut, mangan hon svíkir, Pól var ei borin eydnismaður. Birðurin stóð við, mirkt var um dimmið, ikki man síggjast fram firi stavn. Garparnir kvíla móðir og troyttir, einans man vakja Nólsoyarpól. Skiggjur í vestri, eldur man síggjast, dundur man hoyrast, »Royndin« seg gav. Pól var so knappur, rópar til skipsmenn, áðrenn hann rópti, vóru teir kjá. Tvær vóru snekkjur, skjóta við øði, leggja at borði, Pól heldur fram. Kapparnir reystu honum í hølum halda ímótur, ein móti fimm. Harðligt var stríðið, Føringar treystir berjast sum áður mátmiklir menn, Norrrtannablóðið kókar í barmi, flítur á bunka í hildarleiki Ofriðakroppar bólta í bláman, stritt rennur blóðið, aldan er reyð. Dreingir nú linkast, ránsmenn teir dvína, sigurin fekk hann, Nólsoyarpól. Einans á livi stendur á bunka kappin hin reysti særdur til mein. Mælur hann sagta: mær var tað laga lívið at geva fosturlanđ mínum. Dagsglaman lísur tendrast í eystri, enn situr maður hond undir kinn; ‘ eygur hann rennir beint mótur landi, seinasta orð var: Fosturland mítt. Kapparnir reysti — Førjasinir — lótu har lívið, grøvin var vát. Aldrin skal doyggja teirras minni, søgan skal liva um Nólsoyarpól. Havn, 2. apríl 1898. A. S.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.