Føringatíðindi - 07.04.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 07.04.1898, Blaðsíða 2
Føringafelag. 2 7đa mars varð hildið aðalfundur í Føringafelag. Viðtikið varð: 1) at velja tiltaksmenn til ta sitandi mál- mannanevndina, valdir vóru: 1. tiltaksmaður J. Patursson, 2. — R. C. Effersø, 3. — HjalmarHammershaimb, 4. — Simon Johannesen (Skarð), 5. — Andr. Evensen, 6. — Andr. Sámalsson, 7. — Gullak Jacobsen. 2) at hækka limagjaldið til 2 kr. um árið frá i.januar 1899. 3) at velja eina nevnd til at avgera, kvørjar bøkur íð skulu prentast og útgevast av Føringafelag; í hesa nevnd vóru valđir: J. Patursson, R. C. Effersø og Andr. Evensen. 4) at útgeva eina føroyska vísubók í 1898, um felagið eigur pening til tess. 5) at biðja málmannanevndina veita felagi- num ta hammersheimbsku stavsetingina attur sum skjótast. 6) at stavsetingin i felagsins skriftum og bókum skal verða ettir Hammershaimbs skrivingarlag, meðan málmannanevndin einki annað ásetur (undir felagsins skriftum roknast »Føringatíðindi«). Nógvir avteimum samankomnu liminum vóru ímótur at viðtaka punkt 2, tí teir meintu, at tað var ov mikið at hækka limagjaldið snøggliga frá 25 eyr. til 2 kr. ímótur 5 og 6 varð eisini stemmað og róðað, helst tí at menn hilđu at í alt fadl punkt 6 varð ímótur tí, íð felagið viðtók firr, um at tann sitandi málmannanevndin skuldi av- gera, kvat skrivingarlag felagið skal brúka. 25da mars doyði A.W. Restorff, keyp- maður i Havn, eldsti sonur »gamla Restorff«, sum doyði í fjør. Andriass Restorff var væl kendur av ødlum, bæði bigda- og havnafólki, tí hann var bæði blíðligur og tíðligur. Beinasamur og góðhjartaður var hann, sum sjaldan finnist maki til. Hann hoyrdi til tey menniskir, sum altíð hopa tað besta; sum keypmaður filgdi eydnan honum sjaldan; men hann bleiv við at royna, titt til líttla nittu firi seg sjálvan, men til gagn firi tey, sum fingu arbeiði. Hann var eina tíð løgtingsmaður, var formaður i forsikringsforeningen for for- ulykkedes efterladte og sat í nevndini firi skipsforsikringsfelaginum. Um hann kann av røttum sigast, sum bleiv sagt i hesum blað um pápa hansara: hann verður saknaður. Amtmaðurin fór við »Lauru« til Kjøbin- havnar og sorenskrivarin er settur amt- maður meðan hann er burtur. Kongur okkara fidlir imorgin 80 ár. Góðar vónir eru um fáa telegrafin til Førjar. 1000 kr. eru játtaðar av ríkiskassanum til ferðastirk kjá Føringum, sum ætla sær til framsíningina í Bergen. KLolonibestvrari í Grønlandi J. C. Joen- sen, sum í vetur við familju hevur verið í Førjum og vitja, fór av stað við »Lauru« 28. mars. Joensen er ein av teimum Før- ingum í útlondum. sum hava urnfata sínar føðioyggjar við meiri enn almindiligum kærleika. Hann hevur í mong ár granskað slektskap og skylđskap í Førjum og hann kann soleiðis greiniliga greiða frá eftir- komarum kjá teimum navnframastu monnum í Førjum t. d. Heina Havreka og fleiri, og tað er álítandi, tí J. hevur ikki bygt uppá tos mann og mann ímillum, men søkt alt upp úr álítandi skriftum. Tað er nógv at samla upplýsning um frá gomlum døgum í Førjum, men vit eiga so fáar menn. sum vilja gera sær ómak firi slíkum. Tí eiga vit at minnast teir fáu, íð gera tað. Joen- sen er ein. og vit vilja ynskja, at hann so væl sum viðurskiftini tilláta tað má blíva við og at hann um stytri ella longri tíð má gera tað almannakunnigt, íð hann hevur vunnið fyri Føringar frá gomlum døgum. J. C. Joensen er giftur við dóttir afd. sýslumannin Mxiller, og hon so væl sum maðurin ber sterkan kærleika til sína føðioyggjar. Førjamálið. Tað hevur verið, og tað er friktandi firi at tað verður klandir um, kvussuFøroyskt skal stavast, og tó at menn eru flest adlir á einum i, at so leingi klandir verður, kemur einki gott burtur úr, =0 vil eingin partur geva ettir, men kvør vil halda uppá sítt. í langa tíð hevur verið tosað um, og í enn longri tíð hevur verið trongd til at fingið Førjamál til skúlamál, men kvørja ferð tað hevur verið framborið firi teir stíranđi, hevur eitt edla annað verið at borið við, so einki er komið út av. Nú hevur Før- ingafelag latið prentað eina føroyska bfbil- søgu, sum ein álítandi lærari hevur stílað, men um hetta arbeiði nærkar Førjamáli skúlunum, vil síggjast seinri. Ein góð ting er tað tó, at vit fáa eina føroyska bók, um hon so ikki verður »autoriserað« skúlabók, tí heima hava vit lov at brúka hana, og tá fð bødn læra sín badnalærdóm, kemur

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.