Føringatíðindi - 21.04.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 21.04.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 8. 21 APRIL 1898. g. Áb Føringafelag “ gomlu fútahúsum kl. 4 e. m. — Firi verður haft til avgering: Lógbroyting og stavseting. Nevndin. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Garðar gerast enn vi'ða kvar í Førjum ettir gomlum siði, t. e. út og inn sum Valdemar kongs atturpartur. Harav fæst tíðsspedl, jarðspedl og spedl av tilfari, og vinningurin er eingin attur ímóti tí útlendska lagnum, sum er at gera garðar beinar. Svimjing. Skúladirektiónin í Hetlandi hevur vissað sær ein kønan svimjingalærara, Duncan, úr Edinburgh, at koma til Het- lands í summar at geva lærđóm í svimjing í seks av høvuðsbigđunum í Hetlandi. Luftsiglarin Andree sigist at vera komin til Amerika. Firr verandi postmaður (í bandaríkinum) Carr er komin fra Dawson city til Departure Bay á vestursíðini og sigur seg at hava brøv frá Andree, sum sigist at vera staddur í Clondyke edla í St. Michaels. Hevði hetta nú ikki komið upp í einki, líka sum tey tiðindir, íð firr eru søgd frá Andróe. Vegbigging. Imislig vidl fólkasløg eru enn í verð- ini, sum ikki hava vissar lagdar edla ruddaðar ferðagøtur, men ganga edla ferðast, sum best ber til. Har, sum nógvur ferðsil er, verða tá so við og við skilligar rásir, sum vísa kvar íð best er at koma fram, og helst eru slíkar rásir har, sum grunđin er treystast og tær ganga tí upp um brekkur og niður um brekkur og marg- háttligar krókvegir. Búsitanđi fólkasløg, antin tey eru hálv edla heil vidl, hava firi tað mesta gjørt eitt sindur til at bøta um ferðavegir sínar, ruđđa burtur grót og viðaskóg og fidla upp mírar edla grava veitur til at fáa gøturnar treystari. Tey meiri framkomnufiólkasløgini hava ikki stedgað við at bøta um tær fođnu ferðagøturnar. Tey fáast við at gera níggjar vegir, so at fólk og fæ kann koma skjótari og betri (lættførari) úr einum stað til annað. So kvørt, sum tíðin verður mett í hægri virði, — fólkið krevur at koma skjótt fram —, og meiri krevist at verða ført ettir ferðagøtunum av imisligum handilsvarum, so krevja hesar gøtur at gerast beinari, slættari (fríar firi brekkur og knortlar) og treystari. Haravframkemur vegbigginga- kunsturin, sum krevur miklan umhugsan og dugnaskap. Vegbigging sum annað ræður tað um at gera væl og bíliga. Vegur eigur at gerast so væl sum evnast kann og ikki má har gloymast hitt gamla orðið: Hann doyr ikki, íð dírt keypur. Krókutir, óvandaligir vegir volda um ár og dag nógv óhent tlðsspedl, kroppsslit og skóslit. Teir volda ofta jarðspedl og stundum ófrið firi kjá- veksandi grøði, í tí at vegurin verður ógongdur firi fólk og fæ, sum so má ferðast øðru miðuni við. Vegur, sum ikki er gjørdur væl og við góðum skili, kann krevja nógva og íðuliga uppábót. Til at fáa góðar og bíligar vegir krevist góð unđirgrund, gott tilfar og góð amboð. í Førjum má ikki klagast uppá undir- grundina, tó at hon ikki er so sløtt? sum inskjast kann. Djúpar mírir og leysur sandur volda lítlan ampa. Ivir høvur trítur ikki tilfar til ífiđling í lægdirnar. Ofta kann tað takast av hæddum í tí útsetta vegnum og sjaldan trítur grót, sum lætt- liga kann fáast sundan brekku*. Firi uttan grótið er høvuðstilfarið leirur; sum oftast er hann høggligur firi hond edla kann førast bíliga á vegin við vogni edla trillu- børu. Eyrur nítist ofta til at blanda í leirin, um hann ikki er nóg treystur, og eyrur kann eisini havast til ífidling, tá íð hann ikki er óhøggligur. Til at hindra eyri og leiri frá at smokka niður ímidlum undirlag av grovum gróti, kann brúkast mosi. Mold edla mógvur er óhent tilfar til vegbigging. Tað fólkaslag, íð ger brúk av slíkum tilfari, kann ikki sigast at vera komið frá grulvingatlðini. Treyst, seigt flag kann so dánt brúkast til gonguvegir, sum lítil ferðsil er á, og

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.