Føringatíðindi - 21.04.1898, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 8. 21 APRIL 1898. g. Áb
Føringafelag “
gomlu fútahúsum kl. 4 e. m. — Firi verður
haft til avgering:
Lógbroyting og stavseting.
Nevndin.
Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!
Garðar gerast enn vi'ða kvar í Førjum
ettir gomlum siði, t. e. út og inn sum
Valdemar kongs atturpartur. Harav fæst
tíðsspedl, jarðspedl og spedl av tilfari, og
vinningurin er eingin attur ímóti tí útlendska
lagnum, sum er at gera garðar beinar.
Svimjing. Skúladirektiónin í Hetlandi
hevur vissað sær ein kønan svimjingalærara,
Duncan, úr Edinburgh, at koma til Het-
lands í summar at geva lærđóm í svimjing
í seks av høvuðsbigđunum í Hetlandi.
Luftsiglarin Andree sigist at vera komin
til Amerika. Firr verandi postmaður (í
bandaríkinum) Carr er komin fra Dawson
city til Departure Bay á vestursíðini og
sigur seg at hava brøv frá Andree, sum
sigist at vera staddur í Clondyke edla í
St. Michaels. Hevði hetta nú ikki komið
upp í einki, líka sum tey tiðindir, íð firr
eru søgd frá Andróe.
Vegbigging.
Imislig vidl fólkasløg eru enn í verð-
ini, sum ikki hava vissar lagdar edla
ruddaðar ferðagøtur, men ganga edla ferðast,
sum best ber til. Har, sum nógvur
ferðsil er, verða tá so við og við skilligar
rásir, sum vísa kvar íð best er at koma
fram, og helst eru slíkar rásir har, sum
grunđin er treystast og tær ganga tí upp
um brekkur og niður um brekkur og marg-
háttligar krókvegir.
Búsitanđi fólkasløg, antin tey eru hálv
edla heil vidl, hava firi tað mesta gjørt
eitt sindur til at bøta um ferðavegir sínar,
ruđđa burtur grót og viðaskóg og fidla
upp mírar edla grava veitur til at fáa
gøturnar treystari.
Tey meiri framkomnufiólkasløgini hava
ikki stedgað við at bøta um tær fođnu
ferðagøturnar. Tey fáast við at gera níggjar
vegir, so at fólk og fæ kann koma skjótari
og betri (lættførari) úr einum stað til annað.
So kvørt, sum tíðin verður mett í hægri
virði, — fólkið krevur at koma skjótt
fram —, og meiri krevist at verða ført ettir
ferðagøtunum av imisligum handilsvarum,
so krevja hesar gøtur at gerast beinari,
slættari (fríar firi brekkur og knortlar) og
treystari. Haravframkemur vegbigginga-
kunsturin, sum krevur miklan umhugsan
og dugnaskap.
Vegbigging sum annað ræður tað um
at gera væl og bíliga. Vegur eigur at
gerast so væl sum evnast kann og ikki má
har gloymast hitt gamla orðið: Hann doyr
ikki, íð dírt keypur. Krókutir, óvandaligir
vegir volda um ár og dag nógv óhent
tlðsspedl, kroppsslit og skóslit. Teir volda
ofta jarðspedl og stundum ófrið firi kjá-
veksandi grøði, í tí at vegurin verður
ógongdur firi fólk og fæ, sum so má ferðast
øðru miðuni við. Vegur, sum ikki er gjørdur
væl og við góðum skili, kann krevja nógva
og íðuliga uppábót.
Til at fáa góðar og bíligar vegir krevist
góð unđirgrund, gott tilfar og góð amboð.
í Førjum má ikki klagast uppá undir-
grundina, tó at hon ikki er so sløtt? sum
inskjast kann. Djúpar mírir og leysur
sandur volda lítlan ampa. Ivir høvur trítur
ikki tilfar til ífiđling í lægdirnar. Ofta
kann tað takast av hæddum í tí útsetta
vegnum og sjaldan trítur grót, sum lætt-
liga kann fáast sundan brekku*. Firi uttan
grótið er høvuðstilfarið leirur; sum oftast
er hann høggligur firi hond edla kann
førast bíliga á vegin við vogni edla trillu-
børu. Eyrur nítist ofta til at blanda í
leirin, um hann ikki er nóg treystur, og
eyrur kann eisini havast til ífidling, tá íð
hann ikki er óhøggligur. Til at hindra
eyri og leiri frá at smokka niður ímidlum
undirlag av grovum gróti, kann brúkast
mosi. Mold edla mógvur er óhent tilfar
til vegbigging. Tað fólkaslag, íð ger brúk
av slíkum tilfari, kann ikki sigast at vera
komið frá grulvingatlðini.
Treyst, seigt flag kann so dánt brúkast
til gonguvegir, sum lítil ferðsil er á, og