Føringatíðindi - 21.04.1898, Side 3

Føringatíðindi - 21.04.1898, Side 3
og mínar líkar at síggja, hvussu korn- tíggjundin harav fer at økjast. Ja, lukku tið fyri okkum, at vit hava slíkan rikmann í landinum. Gamalur bóndi. »Stabbarnir.« Generalstabsmenninir hava yvir høvur verið tidligir og fólkaligir í sínu ferð her í Førjum; ti er tað ikki meir enn beint og bíligt, at Føringar hava verið beinasamir og vælviljandi móti teimum. Um so nakar av teimum, við at flyta lygnsmannstíðindir og niðurseta tað, vit halda dýrt, hevur vist, at skarnsmálmur er í honum, og um nakar av teimum komandi ber seg vanvirðisliga í orðum og atburði, má tað hopast, at Før- ingar. sum hava viðurskiftir við teir, ikki lata slíkt koma sær við; men vísa øllum beina og blídnu. so allir og einir kunnu hava æru og ikki skomm av hesari sam- veru við okkara flatlandsbrøður. —s. Nítt gudlland. Norð ímóti útnirðingshodninum av Norðamerika er í seinasta ári funnið so mikið av gudli, at stór mannamúgva streym- aði hartil so skjótt sum tíðindini um gudlið komu út. Meginparturin avteimum túsundum, sum søktu til guđllandið, Clondyke kadlað, var gáloysið útskotspakk, sum ikki gav sær far um. at har er ov lítið til atbítaog brenna, og at vegirnir hartil, sum eru uppi ímidlum høg fjødl. mugu kadlast nærum ógongdir um vetratiðina. Landið hevur firr ligið undir Russaveldi; men er selt til Bandaríkini í Amerika. Ríkisstírilsið har hevur tí haft umhugsan til at fáa nógd av Lappmonnum við reinsdjórum úr Noreg til at draga matvaru niðan til tað svøltkroysta fólkið i Clondyke. FRÁ ÚTLONDUM. í vár er deyður ein av Danmarks bestu monnum, kaptein J. C. la Cour, sum var ein av formonnunum í danska land- húsholdningsselskabinum og i mong ár lærari í landbúnaðskúlanum í Lyngby. Hann var kendur av fleiri ungum Føringum. — Fólkatingsvalgini eru so avgingin, at »høgrumenn« eru 15, »socialistar< 12, »miðlingamenn< 22 og »framburðsmenn< (edla broytingamenn) 64. — Landniringsharðveður var í Eystur- havi á Mariumessu. 19 bátar av Bornholm saknast. Brimið var so hervuligt, at skaði kom á flóðgarðar og brúgvar í fleiri støðum á donsku oyggjunum. — Frá vestursíðuni av Jútlanđi eru eisini tíðindir um bátaskaðar. — Uttanrikistíðindir eru mest um ófriðalíkindir. Til bandaríkini í Amerika verður drigið saman krígstilfar og skip verða keypt og útgjørd til barđagar, so trúligt man vera, at tá megin er so mikið vaksin, at Spanialand einki kann formáa sær attur ímóti, tá berst teimum saman. — Tískara, Russar, Eingilskmenn og Fransar royna kvør sum sterkast at fáa sær velđi og seta seg fastan kjá Kina- monnum. Japansmenn ætla sær ikki at liggja í bjadnadúri, men koma einkvønn dagin upp í leikin. Teir hava tí til smíð- ing í Einglandi 15 krígsskip av níggjasta og besta slagi. — Á oydni Kreta er nú so dánt frið- aligt. Russakeisarin krevur, at Turka- keisarin skal taka Georg, kongason úr Greklandi. til jadl (guvernør) á oydni, og hinar stórmaktirnar samtikkja; menTurkurin hevur hug til at snúgva sær undan. — Úr Hetlandi frættist, at kikhosti og skarlagssjúka ganga í fleiri bigđum. Nógvir bátar saknast attaná eitt ill- veður í summarmála vikuni. Tó er hop um at summir bert eru riknir av leið norð um landið. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið var til summarmála kaldligt, so at gróður var av tí minsta. Vindsamt og umskiftandi hevur verið, so sjóróður er nógv tamaður. Á norðhavinum hava fleiri bátar verið í vanda og eru upptiknir av fiskiskipum. Veiðan sigist víða kvar at hava verið ójøvn. Av sild var eina tíð almikið at fáa til agn, og tá var ofta góður fiskiskapur. — Firi fiskiskipum hevur lítil fongur verið, summi av teimum búgvast tí at fara til íslands. Tey 'rægastu høvdu á páskum 60—70 skippund av saltfiski. Veldiligt gróraveður hevur verið um eina viku, og lembingaveður av tí besta. Seyður er nú í mongum plássum veikur, Av smálombum sóust í Kirkjubø 15. apríl fjúrtan. Tá var eisini nógv lembt í Koltri, men stórur partur doyði í armóð. — Skiparaprógv hava 1. april fingið: Hans Pauli Kjærbæk, Porkeri; Hans Jac. Ejdesgaard, Eiði; Úarald Nicolaj Harald- sen, Sørvági; Johannes Johannesen, Vest- manna; Andreas Johs. Djurhuus, Porkeri; Johan Anton Øster, Froðba; Jacob Johannes Danielsen, Porkeri; Johannes Vilhelm Jo- hannesen, Kodlafirði; Daniel Peter Chri- stiansen, Vági (S.); Hans Davidsen, Kvívík.

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.