Føringatíðindi - 21.04.1898, Blaðsíða 4
— Háskúlastirkur er veittur til: Mariane
Jensen, Elsebeth Christine Ellendersen ogf
Louise Christine Holm, adlar úr Kvalba,
Elisabeth Christine Jespersen av Tvøroyru,
Anna Catrine Marie Elisabeth Sofie Joensen
heiman av Sandi, Mariane Petersen úr
Funningi, Hejnini Johannesen og Michelvine
Pauline Sofie Joensen, báðar úr Havn,
ioo kr. til kvørja, Sigrid Poulsen úr Kvanna-
sundi og Elisabeth Cathrine Múller úr
Porkeri, 70 kr. til kvørja, og Elisabeth
Halvdansen úr Lamba, 60 kr.
— Til lærara i Fuglafjørðssókni er
sett firi eitt ár frá 15. apríl at rokna »eks-
amineraða lærarinda* Susanna Cathrina
Jacobsen úr Havn.
— »Fuglaframi« er útkomin firstu ferð
12. apríl. Blaðið tikist at hava gott tilboð
og ætlar sær at virka firi góðum framburði
í Førjum.
LÍSINGAR.
Ein góður ^ársgamai tarvur er at selja lcjá
Hans Andriasi í skáiafirði
Tað níggja bókmentufelagið hevur aðal-
fund sunnudagin 1. mai í ár kl. 4 e. m. í
spæluhúsinum í Havn.
P'ram verður lagt til viðtøku og um-
røðu: Uppskot til lóg firi felagið og valg
av nevnd verður firitikið. _
Hann, íð vil selja Føringafelag:
Niels Winther: Færøernes Oldtiđshistorie
Lucas Debes: Færo & Færø reserate
firi rímiligan prís, verði so góður at lata
B. A. Samuelsen vita av.
Fínasta skandinavisk
Eksportkafíi Surrugat
er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum
nú um stund er at fáa við handlarnar.
Fæst kjá keypmonnunum.
F. Hjorth & Co.
Køb&nhavn K.
Bindumaskinur.
Góðar bindumaskinur seljast. Ein bg
kvør keypari kann framman undan sjálvur
si'ggja, kvussu hesar maskinur binda og
kvussu tær skullu hagreiðast. Keyparir
vendið sær til Jens Olsen.
Voltakrossurin.
Eg eri fegin hervið at bera fram tann
vitnisburð. at voltakrossurin hevur roynst
væl kjá mær.
í hálft triðja ár var eg iđla komin á
holđ av gigt í útlimunum og av svøvnloysi.
Nú í heyst keypti eg ein voltakross, og
brá so við, at firstu náttuna eg bar hann,
kendi eg, at verkurin minkaði og svøvnurin
varð róligari. Tá íð eg hevði haft hann í
3 nætur, fekk eg so góðan og róligan svøvn,
at eg havi ikki á ævini haft hann betri.
Tó at Dr. Jónasson, landslekjari í Reykja-
vík, í nr. 76 av blaðnum »ísafold«, kadlar
krossin »argasta humbug«, standi eg alt
samt við, at voltakrossurin hevur roynst
væl kjá mær.
Oddeyri 16. nov. 1897.
Sólveig Bjarnardóttur,
prestakona.
Professor Heskiers voltakrossur
leiður fram í kroppinum elektriskan streym,
sum hevur mikið góðan virkning uppá teir
sjúku partarnar og hevur fudlkomuliga
lekjandi virkning á teir partar, sum plágast
av gigt, sinadrottri, krampa og nervasvak-
heit, hartil hevur streymurin frálíkan virk-
ning kjá teimum, sum plágast av tungsinni,
hjartsláttri, svímilsi, súsi firi oyrunum,
høvuðpínu, svøvnloysi, brósttrongd, dulheit,
influenza, húðsjúkum, magapínum, vatns-
tipping, kolik og máttloysi, við tað at
streymurin fær blóðið og nervurnar til
at starvast so sum eigur at vera.
Á eskjunum uttan um hin egta volta-
krossin eigur at vera stemplað: sKejserlig
kongl. Patent«, og hitt løgfesta varumerki:
gudlkrossur á bláari grund, annars er tað
ónít ettirlíkning.
Professor Heskiers voltakrossur kostar
1 kr. 50 oyr. hvør og fæst á ettirfilgjandi
støðum:
í Reykjavík kjá hr. kpm. Birni Kristjansini
— Gunn. Einarssini
— SkúlaThoroddsen
Gránufjelaginu
— Sigfúsi Jónssini
— Sigv. J>orsteinss.
— J. A. Jakobsini
— Sveini Einarssini
— C. Wathne
— S. Stefánssini
Gránufj elaginu
— Fr. Wathne
— Fr. Moller.
Einkaútseljing firi ísland og Førjar,
hevur stórkeypmaður Jacob Gunnløgsson,
Cort Adelersgade 4, Kjøbenhavn K.
Á ísafirði — —
- Eyjafirði —
- Húsavík — —
- Raufarhøfn— —
- Seydisfirði — —
- Reyðafirði — —
- Eskifirði — —
Prentað kjá „Færo Amtstiđendes Bogtrykkeri“. — Blaðstírari: R. Effersø.