Føringatíðindi - 04.08.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 04.08.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 15. 4. AUGUST 1898. 9 Latið smáfuglar og heiðafuglar liava frið! Trawlarir hava Føringar í mong ár nevnt tey eingilsku guvuskipini. sum hava fiskað her uttan um jandið. Firr enn í ár hava tey tó ikki borið navnið av røttum, tí tey hava fiskað við línu. O. u. 11 ár herfiri royndi ein skotskur maður at brúka >trawl« (botn- dragsu-nót) á várgrunnunum í vesturhavinum. Hann fekk góða veiðu firsta raksturin, men I aðru atløgu setti hann í bótn, so at nótin fór i lepar. Síðan hevur Førja leiðin haft crð firi at vera ómøgulig firi trawling; tí botnurin er so óslættur. I summar hava eingilskir trawlarir, sum í fleiri ár hava sópað íslandsleiðina, fingið leiðu av teimum stóru bótum, teir verða dømđir til at lata, tá íð donsk krigs- skip (mest Heimdal) annáma teir á đanska landgrunninum við íslann. Hetta tikist at vera atvoldin í, at teir firi álvara royna at trawla her við Førjar, sum lítil vandi er firi at verða tikin av krígsskipum, og sum bøtirnar, um teir verða tiknir, eru so la.útar, at tær ikki virðast meir enn um tú slettur vatn á gás. Nú hava teir funnið sær upp at fiska tveir og tveir saman, har sum óslættur botnur er. Annar dragsar nótina, sum er gjørd so sterk sum møguligt, og teir hava togini so fatlað, at tað slakar tá ið ov nógv stendur á; soleiðis vinnist tíð til at boða hinum skipinum frá, tá íð nótin er komin føst í botn. Hitt skipið, sum hevur ettirsjóra á nótini, gongur so ettir hæli og dregur soleiðis nótina úr botni. Eingilskir trawlarir tirpast nú saman og sópa okkara bestu fiskileiðir, soateinki bragdar ettir, og teir sópa torrabotnin, so at lítið skilið man fara og verða har, tá íð fiskurin leitar hartil í komandi torra. 40 sóust ein dagin midlum Mikines og Míling, og søgur koma frá imsum ættum um teirra ivirvold og ránsmannsatburð. Teir trawla midlum Fugloynna og Viðoynna og eystantil tætt við Svínoyalandið; teir trawla firi eygunum á skansavaktini í Álinum úti við Eystnes; teir trawla firi kvønnsmannseygum í sundalagnum sunnan- firi Eiði. Eingin fjørður er so streym- harður edla hevur so óslættan botn, at teir ikki fara fram við sínum nótum. Ein Tjørnuvíksbátur hevði sett línu á hísu- leiðini vestanfiri Saksin, hana sópaði ein trawlari upp í nót sína og vildi ikki geva hana frá sær, tá íð eigarnir kravdu hana attur. Harmuligt er, at útlendingar so at siga óttaleysir kunnu halda fram við sínari rov- drift og harvið føra vissa neyð og armóð omanivir meginpartin av Førja fólki, sum tí verri hevur skjadlin í sjónum«. Harmu- ligari er tó tað, at Føringar, sum fara við Eingilskmonnum sigast at vera fremstir til at vísa teim tær bestu fiskileiðirnar, og at tað skal henda seg, at búsitandi Føringar geva seg í vinarlag við »trawlarir«, sum eru so »blíðir« at tveita teimum fisk, sum teir ikki skoyta um sjálvir. Ólavsøka. Ólavsøkan í ár varð midlum annað nógv brúkt til fundir. Ólavsøkudag kl. 3 var lærarafundur í fimleikaskúlanum (gymna- stikhúsinum), og varð har viðtikið at birja eitt lærarafelag. Føringafelag hevði fund kl. 3*/g. og har varð nevnd vald firi tað komandi árið. Kl. 5 var møti í fimleika- skúlanum. Her tosaðu blaðstírarin Sverre Patursson og bónđin Johs. Patursson um at fáa eitt føroyskt »museum« í lag. Um somu tíð høvdu menn líst til fund í meinig- heitshúsinum firi at tosa um at fáa háskúla í Førjum. Basarur varð hildin frá kl. 3—5 til frama firi bigging av avhaldshúsum á bigd. — Sum síggjast kann av hesum, hevur Ólavsøkufólkið, um tað vildi, fingið annað at takast v*ð enn tað, sum firr hevur verið uppstøða og niðurlag: Drekking. đrekking og drekking. Meiri kundi tó komið út av enn kom, um ikki teir, sum ráddu firi møtinum um háskúlan, høvdu verið so óbeinasamir at seta ta samankomingina til somu tíð, sum møtið um føroyska múseumið, tí eivitað er, at eingin kundi vera 1' báðum støðum ísenn. Málini vóru eisini bæði so nógv verd, at tey kundu vænta meiri virðing av framettir strevandi Føringum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.