Føringatíðindi - 04.08.1898, Blaðsíða 3
tíðindini kosta. Inskiligt var, um uppskrivað
hevði verið, hvat kvør tingmaður sigur,
men fjøldin av tingmonnunum hevur sum
oftast hildið, at slík skriving, helst tá íð
tað eisini skal prentast, kostar meir enn
tað gagnar. Blaðst.
Karin.
(A v S.
(Uppatturtikið.)
Uti í rúmum havi rennur ein vøkur
skúta við góðum birði beint móti lanđi.
Tað var ein av teimum smidligu skútunum,
sum nú eru tættar at síggja undir eingilskum
flaggi. Við rórið stenđur ein maður, størri
enn miðlingur og hartil førur og prúður.
Andlitið hanns var đimt, men vakurt og
manđugt. Maðurin sá út til at vera i góðum
híri. men tað sást á honum, at hann ikki
altíð hevði dansað á blómum. I.esarin
gitir kanske, at hetta var Tróndir og hann
var tað eisini.
Ójavnt hevði Trónda gingist síðani
hann fór til skips. Fleiri ferðir var hann
nær við at sjólatast og eina ferð var hann
einasti maður av skipsmonnunum, íð bar
boð í bí. Hann hevði tó eisini havt eydnu
við sær. Hann var nú skipari og átti hálvt
skipið, hann stóó á, og kundi átt alt, um
hann vildi. Nú longdist hann heimattur
til frændir og vinir, og teirra bílætur vóru
aldrin heilt útvaska kjá honum. Midlum
tey var tó eitt, sum hann oftast hugsaði
um og læt spáka firi sær, og tað vaj bí-
lætið av Karini.
»Stendur hesin vindur við, verða vit
heima kjá mær í kvøld,« sigir Tróndúr til
mannin, sum stendur honum næst á skipa-
bunka. »Streymurin er eisini við okkum
suður um fjørðin.«
Sum Tróndur spáddi, kastaði skútan
akker sítt um nátverðatíð og Tróndur fór
sær í land so skjótt sum hann kundi. Á
sjóarmálanum hevði samlað seg rúgva av
fólki, forviti sum tað er. í ti tíðini var
tað sjaldsamt, at slík skip komu til bygdina.
Konufólkini friktaðu firi at tað var eitt
ófriðaskip, men menninir kendu straks. at
tað ikki líktist teimum ófriðaskipum, sum
títt sveimaðu um, og tað sá eisini so friða-
ligt út umborð.
Tróndur hevði pintað seg væl áðrenn
hann fór íland, og tá ið hann steig upp á
brúnna, sá hann út sum ein »rættur fríggjari*.
»Góðan dag, góðir menn,« sigir Tróndur.
Fólkið mutlaði góðan dag attur, men síntist
óføra bilsið ivir, at maðurin tosaði føroyskt.
Trónda hevði eingin sætt síðani hann fór
avstað sum hálvvaksin, og tað vardi ongan,
at hetta kundi vera »Tróndur kjá Sissal«.
Tróndur mátti so siga kvør hann var,
til stóra gleði firi ødl, men sjálvsagt mest firi
tey, sum av honum vardu. Kjá mammuni
var gleðin tó nógv blandað, »ti nú kemur
ólukkan,« segði hin gamla.
Tróndtir hevði verið heima ein dag,
áðrenn hann frætti kvussu vorðið var, at
Karin skuldi giftast við Thomasi um tveir
mánaðar. Mamman, sum stúrdi firi at hann
kom at hoyra teð álíkavæl, helt tað vera
best, at hon segði tað sum skjótast.
Tá íð Tróndur fekk sanleikan at vita,
var hann nærum frá sær sjálvum av øði.
Hann bannaði og dundraði sum skipsmenn
best kunna. Hann var óður inn á Karini
og ætlaði sær beinan vegin til at deila
hana og síðani attur til skips, men seinri
kom hann at spirja seg sjálvan. kvat hann
hevði at deila hana firi. Hann hevði aldrin
tosað til Karini um kærleika og Karin
hevði ongantíð lovað honum nakað. Karin
var ósek og skíldin var hanns, hansara
aleina.
í slikum tonkum gekk hann kvøldið
ettir sum hann var atturkomin. Hann
kundi ikki trívast inni, men mátti út attur,
attur til sjós. First vildi hann tó ferðast
runt har, sum hann sum badn hevði spælt.
Hann gekk tó mest í øðrum tonkum.
»Kvat nittár nú mær, at eg havi strevað
so,« hugsar hann vi sjálvum sær, »var tað
nú ikki betri, at eg var druknaður í
bilgjunum so sum nógvir av minum vínum?«
»Best man vera sum er,« sigir tá eitt mál
innan í honum, »nú er tú vorðin maður,
lat nú ikki anstreymin, sum firr hevur
eggjað teg til brøgd og arbeiði, fáa teg
feldan til jarðar.« »Nei,« sigir Tróndur
við sær sjálvum, »Guđ havi lov firi lívið,
eitt edla annað man eg enn hava at liva
firi, tí gangi eg her.« Sum hann gekk,
var hann komin langt burtur frá bigdini,
og í so djúpum tonkum var hann, at hann
mundi kastað eitt konufólk um kodl, sum
hann gekk ímótur. Konufólkið var Karin.
(Niðurlagt.)
LlSINGAR.
Ein »vestur«, sum var gloymdur í
Bergen inni kjá Arnesen, kann eigarin
fáa kjá B. A. Samuelsen,
Havn.
Tey, sum eru limir av hinum níggja
bókafelaginum, stevnast til samankoming í
sjónarleik-skálanum við »klubban« í Havn
sunnudagin I4da august kl. 4 e. m. til at'
gera lógir.