Føringatíðindi - 04.08.1898, Page 3

Føringatíðindi - 04.08.1898, Page 3
tíðindini kosta. Inskiligt var, um uppskrivað hevði verið, hvat kvør tingmaður sigur, men fjøldin av tingmonnunum hevur sum oftast hildið, at slík skriving, helst tá íð tað eisini skal prentast, kostar meir enn tað gagnar. Blaðst. Karin. (A v S. (Uppatturtikið.) Uti í rúmum havi rennur ein vøkur skúta við góðum birði beint móti lanđi. Tað var ein av teimum smidligu skútunum, sum nú eru tættar at síggja undir eingilskum flaggi. Við rórið stenđur ein maður, størri enn miðlingur og hartil førur og prúður. Andlitið hanns var đimt, men vakurt og manđugt. Maðurin sá út til at vera i góðum híri. men tað sást á honum, at hann ikki altíð hevði dansað á blómum. I.esarin gitir kanske, at hetta var Tróndir og hann var tað eisini. Ójavnt hevði Trónda gingist síðani hann fór til skips. Fleiri ferðir var hann nær við at sjólatast og eina ferð var hann einasti maður av skipsmonnunum, íð bar boð í bí. Hann hevði tó eisini havt eydnu við sær. Hann var nú skipari og átti hálvt skipið, hann stóó á, og kundi átt alt, um hann vildi. Nú longdist hann heimattur til frændir og vinir, og teirra bílætur vóru aldrin heilt útvaska kjá honum. Midlum tey var tó eitt, sum hann oftast hugsaði um og læt spáka firi sær, og tað vaj bí- lætið av Karini. »Stendur hesin vindur við, verða vit heima kjá mær í kvøld,« sigir Tróndúr til mannin, sum stendur honum næst á skipa- bunka. »Streymurin er eisini við okkum suður um fjørðin.« Sum Tróndur spáddi, kastaði skútan akker sítt um nátverðatíð og Tróndur fór sær í land so skjótt sum hann kundi. Á sjóarmálanum hevði samlað seg rúgva av fólki, forviti sum tað er. í ti tíðini var tað sjaldsamt, at slík skip komu til bygdina. Konufólkini friktaðu firi at tað var eitt ófriðaskip, men menninir kendu straks. at tað ikki líktist teimum ófriðaskipum, sum títt sveimaðu um, og tað sá eisini so friða- ligt út umborð. Tróndur hevði pintað seg væl áðrenn hann fór íland, og tá ið hann steig upp á brúnna, sá hann út sum ein »rættur fríggjari*. »Góðan dag, góðir menn,« sigir Tróndur. Fólkið mutlaði góðan dag attur, men síntist óføra bilsið ivir, at maðurin tosaði føroyskt. Trónda hevði eingin sætt síðani hann fór avstað sum hálvvaksin, og tað vardi ongan, at hetta kundi vera »Tróndur kjá Sissal«. Tróndur mátti so siga kvør hann var, til stóra gleði firi ødl, men sjálvsagt mest firi tey, sum av honum vardu. Kjá mammuni var gleðin tó nógv blandað, »ti nú kemur ólukkan,« segði hin gamla. Tróndtir hevði verið heima ein dag, áðrenn hann frætti kvussu vorðið var, at Karin skuldi giftast við Thomasi um tveir mánaðar. Mamman, sum stúrdi firi at hann kom at hoyra teð álíkavæl, helt tað vera best, at hon segði tað sum skjótast. Tá íð Tróndur fekk sanleikan at vita, var hann nærum frá sær sjálvum av øði. Hann bannaði og dundraði sum skipsmenn best kunna. Hann var óður inn á Karini og ætlaði sær beinan vegin til at deila hana og síðani attur til skips, men seinri kom hann at spirja seg sjálvan. kvat hann hevði at deila hana firi. Hann hevði aldrin tosað til Karini um kærleika og Karin hevði ongantíð lovað honum nakað. Karin var ósek og skíldin var hanns, hansara aleina. í slikum tonkum gekk hann kvøldið ettir sum hann var atturkomin. Hann kundi ikki trívast inni, men mátti út attur, attur til sjós. First vildi hann tó ferðast runt har, sum hann sum badn hevði spælt. Hann gekk tó mest í øðrum tonkum. »Kvat nittár nú mær, at eg havi strevað so,« hugsar hann vi sjálvum sær, »var tað nú ikki betri, at eg var druknaður í bilgjunum so sum nógvir av minum vínum?« »Best man vera sum er,« sigir tá eitt mál innan í honum, »nú er tú vorðin maður, lat nú ikki anstreymin, sum firr hevur eggjað teg til brøgd og arbeiði, fáa teg feldan til jarðar.« »Nei,« sigir Tróndur við sær sjálvum, »Guđ havi lov firi lívið, eitt edla annað man eg enn hava at liva firi, tí gangi eg her.« Sum hann gekk, var hann komin langt burtur frá bigdini, og í so djúpum tonkum var hann, at hann mundi kastað eitt konufólk um kodl, sum hann gekk ímótur. Konufólkið var Karin. (Niðurlagt.) LlSINGAR. Ein »vestur«, sum var gloymdur í Bergen inni kjá Arnesen, kann eigarin fáa kjá B. A. Samuelsen, Havn. Tey, sum eru limir av hinum níggja bókafelaginum, stevnast til samankoming í sjónarleik-skálanum við »klubban« í Havn sunnudagin I4da august kl. 4 e. m. til at' gera lógir.

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.