Føringatíðindi - 17.11.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 17.11.1898, Blaðsíða 2
frároknað, har sum 14 sjúk neyt vóru kjá teimum 4 monnum, íð lótu síni neyt pota, so kann ikki sigast at standa idla til attur ímóti sum vorðið er i øðrum lonđum. Av teimum neytum, sum díralekjarin fann at vera fongd, kadlast 1 at vera skotsk-đansk blanding, 5 óblandað donsk, 13 av dansk-føroyskari blanding og 15 so- kadlað óblandað føroysk. Hetta má takast so, at hesu neytuni ikki hava útlendska blanding í teimum seinastu ættarliðunum. Rætt óblandað føroyskt neytaslag er ikki til. í ødlum bigdum er neytaslagið meir edla minni uppblandað við skotskt, danskt, norskt edla annað útlendskt neytaslag. Dr. phil. J. Jakobsen, sum í summar og heyst hevur verið heima og vitja, er nú farin attur til Danmarkar. Hann hevur hesa ferðina sum áður ikki ligið á latusíðuni, meðan hann hevur verið í Førjum; men hann hevur ferðast um Førjar og roynt at leita upp gamlar søgur og annað viðvikjandi Førjum ogFørjasiðum í forntíðini. Sum vit firr hava greitt frá, hevur Dr. Jakobsen skrivað nógvar før- oyskar søgur og ævintír, sum nú eru undir prenting. Um kvøldið 10. í hesum mánaði gjørdi hann so væl, i sjónarleik- skálanum í Havn at halda firidrag og upp- lestur av nøkrum av teimum søgum, sum hann hevur skrivað. Vit nítast neyvan at siga, at søgurnar eru bæði vakrar og góðar. Tað er ikki lítið arbeiði, maðurin hevur niðurlagt í hetta verkið, sum er besta prógv firi ti fosturlandskærleika, hann ber, og søgurnar eru so væl skrivaðar, at tað er stórt fragd kjá Føringum at eiga ein mann sum Dr. J. At hann er gingin til arbeiðið við hugi og stórari ágrítinheit, sæst væl, og tær søgurnar, sum hann læs upp, vísa, kvussu stórur munur tað er ímidlum tað, sum skrivað er við kærleika til evnið og til natiónina, og tað, sum verður skrivað bara av forvitinskapi, uttan kenn- skap til tíðina, til teinkjumáta og til na- tiónina. Nøkur orð av tí, sum Dr. J. segði, skulu vit enda hesa grein við. Tann besti upplísningur var, ettir hansara meining, tann, at fólkíFørjum first og fremst kendi landsins gomlu søgur, landsins siður og landsins mál. Hetta er vert at leggja í minni, ikki minst av tí, at røðarin segði, at hann ikki hoyrđi til teir, sum vilja hava Føroyskt einaráðandi í Førjum. Jens Sibbason og upplísingin. (Av Q.) Ja, her er idla í landi vorðið, kvør óviti vil nú hava orðið, um landastíri teir tosa og skriva, teir klóku fáa ei frið til at liva, teir góðu gomlu, sum firr aleina kundu skriva og práta og siga tað beina, teir gomlu, teir lærdu, teir stóru og klóku, úr teimum vit firr ødl ráðini tóku, um teir meintu nakað. so var tað beint, teir førdu tí orðið bæði tíðlja og seint, men nú vil kvør robuksubrók taka orðið, ja her er nú idla í landinum vorið. Hann, sUm var klæfiđur í stuttum brókum og morreyðum koti, firr helt seg í krókum, ein, sum ei átti útlendskan >đress«, hann hevði ei annað at siga enn »yæs«, og segði hann »no«, kvat so fáur tordi, í mirkustovuna menn hann koyrđu um slíkt kundi lógliga fáast i lag, men gakk, slíkt gongur skamm ikki ídag, nú kappast menn um at meina og siga sítt orðið við, nógv ov nógv vita um skúlar, um kirkjur. um sprák og lógir, ei đáni í, um eg eri óður. Hetta unga fólkið, íð nú kemur til, alt møguligt fegin tað broyta vil, um miðlingamaður fekk slag, fekk skvett, firr hevur ei triðjimaður tað grett, men nú hevur alt eit annað lag, í »bløðunum« stendur tað næsta dag, og bløðini trilkast eitt ettir annað; meðani eitt var, gekk idla, nú gongur forb ..; og almanna upplísing gongur í hølum eitt lív við ótta, eitt lív í gølum, nú miðlingamaður ei annað vil hoyra, enn móðurmál firi sínum oyra. At hugsa sær til, at ein robuksubrók, sum aldrin sá permu á gráubók, at slíkt eitt evni skal tosa við um sprák, politik og landasið, tað er mín santin so stívt eitt stikki sum gevast kann, ettir mínum tikki; at mannsevni, sum aldrin jakka bar, skal skriva i bløð bæði her og har, tað má forbjóðast, tað er vist tað ger, her saknast lógboð, tað sjónligt er, um Per og Pál fáa lov til at skriva, so kann eingin tramin í landinum liva. Føringafelag. (Av A. Sámalsson.) Ja, kvussu er nú við Føringafelag vorið? má eisini eg spirja við einum skriv-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.