Føringatíðindi - 17.11.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 17.11.1898, Blaðsíða 3
ara í seinasta »Føringatíðindi<. At tað ikki er væl vorið, kann eg ætia. Kvussu kann verða betri vorið við Felaginum? er tí eitt spursmál, sum liggur frammalaga í mær sum í ødlum teimum, íð halda ay Føringafelags starvi og máli. First og fremst má lív koma í midlum felagsmenn. Tað er eíngin meining í, at nærum eitt ár skal ganga og eingin samankoming skal vera í einum felag sum okkara, kvar tað júst ræður um at koma saman so ofta sum møguligt. Júst í hesum viðfangi ræðurtað um at koma saman. Tað er kunnugt midlurn manna, at ein stórur partur av felagsfólkinum vil út úr felaginum. Tað er stórur skaði firi okkum. J.atið okkum tí fáa at vita, kví tey fara út, og latið okkum fáa at vita tað á einari felags- samankoming. Stórur partur sigist at vilja út, tí brongul er við skrivingarlaginum av Førjamálinum. Onnur' vilja út, tí at lima- gjaldið er hækkað til 2 kr. um árið frá níggjári komandi. Tað er søgnin, men vit eiga ikki at lata okkum til frið við tað. First vil eg siga nøkur orð um hækkan av limagjaldinum. Eg havi altíð hildið við teimum, sum siga, at limagjaldið var ov lágt. Men eg haldi eisini, at 2 Kr. um árið er ov høgt. Um felagið missir teir limir, sum bara eru við. ti at tað ikki kostar meiri enn 25 oyr., er eingin skaði í, men tað tolir neyvan at missa ødl tey, sum ikki kunnu gjalda edla ikki vilja gjalda 2 kr. Eitt slíkt lop sum tað, íð felagsmenn har gjørdu frá 25 oyr. til 2 kr., kann lætt volda tarma- lop kjá Føringafelag. Eitt enn! Eru vit nú vissur í, at tey, sum vóru við til at hækka limagjaldið upp til 2 kr„ vilja hava tað so høgt. Her má ikki gloymast, at tað var einans maður, íð stemmaði firi hækkan av limagjaldinum við so ræðuliga nógvum fudlmaktum, at hin parturin tapti. Vistu tey, sum fudlmaktirnar høvdu givið, at limagjaldið skuldi so langt upp, og vilja tey standa felaginum kjá, tá íð tað er hækkað so langt? Eg veit edla eg trúgvi, at maðurin, sum stemmaði firi tey, hevur felagiðs frama firi eyga, men eg trúgvi eisini, at hann neyvan torur at standa inni firi, at ødl tey, sum hann var talsmaður kjá, trúliga gjalda tær tvær krónurnar um árið til felagið. Hin maður hevur tí stórt ansvar. Hækkan av limagjaldinum til 2 kr. koyrur nógvar út av teimum limum, sum vóru ímótir. Verður tað eisini atvold í, at fleiri, sum eru nítt til at stemma firi tí, fara út, so hevur maðurin heilt forkomið Før- ingafelag. Hetta vita vit ikki klárt og hetta er neyvan so gjøđliga hugsað um, tí mugu vit koma saman einaferð enn til níggjárs. Stavsetingin hevur leingi, nógv ov leingi forað firi samanarbejði í Føringa- felag; tí hevur stavsetingsklandrið gjørt skaða. Vit hava jú sluttað okkum saman í felag firi at útinna tað, sum ikki er eins- mannsføri. Klandur og hat, sum tínur felagsmenn sundur, er tí til skaða. Um skrivingarlagi eri tó ringar vónur til at fáa adlar felagsmenn at đraga eina línu, men kunnu vit ikki arbeiða saman í Føringa- felag alíkavæl. Føringafelags endamál er first og fremst at fáa Førjamál i æru, stendur í lógini. Annað málið er at fáa Føringar til at ganga fram í ødlum lutum. Tað firra málið er stórt, tað seinra er eisini stórt edla størri. At okkara móðurmál er so attarlaga sum tað er, má jú gera rætt- teinkjandi Føringum ilt, men tað kemur sanniliga ikki longur fram, um vit altíð verða standandi í pørtum, um altíð annar parturin vil hatta, tá íð hin vil hetta, um eitt kvørt smáting skal kunna lemja saman- haldið og arbeiðshugin, lemja tann felags- skap, sum eigur at vera miđlum fólk á einum landi. Meiri enn tveir partar eiga aldrin at vera í Førjum, tá ið talan er um Førjamálið: ein partur, sum vil halda tað í æru, annar, sum vil kasta tað undir beinkin. Tað kann ikki sigast við røttum um teinkjandi broytingarmenn, at teir vilja kasta Førjamálið undir beinkin, líka lítið sum tað kann sigast um teir sokadlaðu Hammershaimbsku. Men blíva hesir báðir partarnir við at klandrast adlar ævir, og vilja teir aldrin arbeiða saman í Føringa- felag um felagsins endamál, so haldi eg, at tað kann sigast um teir, at teir báðir i felag forða firi Førjamálinum í Førjum, forða so væl firi tí, at tað aldrin kemur til æru. Hetta kunnu menn neyvan vilja; tí meini eg, at vit mugu samráðast um Førjamáls viðurskiftir, mugu fáa spursmálið klárt, áðrenn annar helmingurin dettur frá, og so kvør stidlar seg upp ímóti øðrum. (Niðurlagt.) Til ta grein, sum tigum, harri blað- stírari, skrivaðu í seinasta »Føringat.« um dósakóking í Førjum og sum tigum nevna »Nítt verk«, biði eg tigum hefta attrat, at síslumannskonan í Havn, frú M. C. Miiller, sum doyði í vár, ivaleyst var tann, sum birjaði við dósakóking í Førjum. í o. u. ein mannsaldur hevur hon gjørt tað, men sjálvsagt í smáum, heima kjá sær sjálvum; tó kann eg minnast, at eg havi skrivað firi hana vegleiðing í dósakóking, sum sendist til fólk imsa staðnis í Førjum. Havn, 11. novbr. i8g8. Virðiliga Andras Sámalsson.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.