Føringatíðindi - 17.11.1898, Side 3
ara í seinasta »Føringatíðindi<. At tað
ikki er væl vorið, kann eg ætia. Kvussu
kann verða betri vorið við Felaginum? er
tí eitt spursmál, sum liggur frammalaga í
mær sum í ødlum teimum, íð halda ay
Føringafelags starvi og máli. First og
fremst má lív koma í midlum felagsmenn.
Tað er eíngin meining í, at nærum eitt ár
skal ganga og eingin samankoming skal
vera í einum felag sum okkara, kvar tað
júst ræður um at koma saman so ofta sum
møguligt. Júst í hesum viðfangi ræðurtað
um at koma saman. Tað er kunnugt
midlurn manna, at ein stórur partur av
felagsfólkinum vil út úr felaginum. Tað
er stórur skaði firi okkum. J.atið okkum
tí fáa at vita, kví tey fara út, og latið
okkum fáa at vita tað á einari felags-
samankoming. Stórur partur sigist at vilja
út, tí brongul er við skrivingarlaginum av
Førjamálinum. Onnur' vilja út, tí at lima-
gjaldið er hækkað til 2 kr. um árið frá
níggjári komandi. Tað er søgnin, men vit
eiga ikki at lata okkum til frið við tað.
First vil eg siga nøkur orð um hækkan
av limagjaldinum.
Eg havi altíð hildið við teimum, sum
siga, at limagjaldið var ov lágt. Men eg
haldi eisini, at 2 Kr. um árið er ov høgt.
Um felagið missir teir limir, sum bara
eru við. ti at tað ikki kostar meiri enn
25 oyr., er eingin skaði í, men tað tolir
neyvan at missa ødl tey, sum ikki kunnu
gjalda edla ikki vilja gjalda 2 kr. Eitt
slíkt lop sum tað, íð felagsmenn har gjørdu
frá 25 oyr. til 2 kr., kann lætt volda tarma-
lop kjá Føringafelag. Eitt enn! Eru vit
nú vissur í, at tey, sum vóru við til at
hækka limagjaldið upp til 2 kr„ vilja hava
tað so høgt. Her má ikki gloymast, at tað
var einans maður, íð stemmaði firi hækkan
av limagjaldinum við so ræðuliga nógvum
fudlmaktum, at hin parturin tapti. Vistu
tey, sum fudlmaktirnar høvdu givið, at
limagjaldið skuldi so langt upp, og vilja
tey standa felaginum kjá, tá íð tað er
hækkað so langt? Eg veit edla eg trúgvi,
at maðurin, sum stemmaði firi tey, hevur
felagiðs frama firi eyga, men eg trúgvi
eisini, at hann neyvan torur at standa inni
firi, at ødl tey, sum hann var talsmaður
kjá, trúliga gjalda tær tvær krónurnar um
árið til felagið. Hin maður hevur tí stórt
ansvar. Hækkan av limagjaldinum til 2 kr.
koyrur nógvar út av teimum limum, sum
vóru ímótir. Verður tað eisini atvold í, at
fleiri, sum eru nítt til at stemma firi tí, fara
út, so hevur maðurin heilt forkomið Før-
ingafelag. Hetta vita vit ikki klárt og
hetta er neyvan so gjøđliga hugsað um, tí
mugu vit koma saman einaferð enn til
níggjárs.
Stavsetingin hevur leingi, nógv ov
leingi forað firi samanarbejði í Føringa-
felag; tí hevur stavsetingsklandrið gjørt
skaða. Vit hava jú sluttað okkum saman
í felag firi at útinna tað, sum ikki er eins-
mannsføri. Klandur og hat, sum tínur
felagsmenn sundur, er tí til skaða. Um
skrivingarlagi eri tó ringar vónur til at fáa
adlar felagsmenn at đraga eina línu, men
kunnu vit ikki arbeiða saman í Føringa-
felag alíkavæl. Føringafelags endamál er
first og fremst at fáa Førjamál i æru,
stendur í lógini. Annað málið er at fáa
Føringar til at ganga fram í ødlum lutum.
Tað firra málið er stórt, tað seinra er eisini
stórt edla størri. At okkara móðurmál er
so attarlaga sum tað er, má jú gera rætt-
teinkjandi Føringum ilt, men tað kemur
sanniliga ikki longur fram, um vit altíð
verða standandi í pørtum, um altíð annar
parturin vil hatta, tá íð hin vil hetta, um
eitt kvørt smáting skal kunna lemja saman-
haldið og arbeiðshugin, lemja tann felags-
skap, sum eigur at vera miđlum fólk á
einum landi. Meiri enn tveir partar eiga
aldrin at vera í Førjum, tá ið talan er um
Førjamálið: ein partur, sum vil halda tað
í æru, annar, sum vil kasta tað undir
beinkin. Tað kann ikki sigast við røttum
um teinkjandi broytingarmenn, at teir vilja
kasta Førjamálið undir beinkin, líka lítið
sum tað kann sigast um teir sokadlaðu
Hammershaimbsku. Men blíva hesir báðir
partarnir við at klandrast adlar ævir, og
vilja teir aldrin arbeiða saman í Føringa-
felag um felagsins endamál, so haldi eg,
at tað kann sigast um teir, at teir báðir i
felag forða firi Førjamálinum í Førjum, forða
so væl firi tí, at tað aldrin kemur til æru.
Hetta kunnu menn neyvan vilja; tí meini
eg, at vit mugu samráðast um Førjamáls
viðurskiftir, mugu fáa spursmálið klárt,
áðrenn annar helmingurin dettur frá, og
so kvør stidlar seg upp ímóti øðrum.
(Niðurlagt.)
Til ta grein, sum tigum, harri blað-
stírari, skrivaðu í seinasta »Føringat.« um
dósakóking í Førjum og sum tigum nevna
»Nítt verk«, biði eg tigum hefta attrat, at
síslumannskonan í Havn, frú M. C. Miiller,
sum doyði í vár, ivaleyst var tann, sum
birjaði við dósakóking í Førjum. í o. u.
ein mannsaldur hevur hon gjørt tað, men
sjálvsagt í smáum, heima kjá sær sjálvum;
tó kann eg minnast, at eg havi skrivað firi
hana vegleiðing í dósakóking, sum sendist
til fólk imsa staðnis í Førjum.
Havn, 11. novbr. i8g8.
Virðiliga
Andras Sámalsson.