Føringatíðindi - 01.12.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.12.1898, Blaðsíða 1
 i Jr' • f t t FØRINGATIÐINDI ------5-----T7T xjfT rn Nr. 23. DECEMBER 1898. ^R. 7 r. bi>r r 1 Føringafelag. Av A. Sámalsson. (Uppatturtikið.) vSum egf segði firr, eg vænti ikki at tað eydnast okkum í Føringafelag at verða sámsint um, kvussu Førjamálið skal skrivast. Tað liggur í blóðinum kjá Føringum, at kvør stenđur uppá sítt og ikki gjarna vil geva ettir Eg inski heldur ikki ettir tí stund. tá íð Føringar ivir høvur selja meining sína firi at fáa frið. Men tann stund er ettirinskjandi, tá íð vit kunna læra at sam- last um eitt, um vit ikki kunnu vera sam- sintir í øðrum. Eitt uppskot kann vera best i seg sjálvt, men eingin vón um at fáa tað ígjøgnum. Eitt annað kann vera framsett, sum ikki er so gott sum tað firra, men tað hevur tó tann mun fram um, at tað kann fáast ígjøgnum við góðum vilja kjá øllum pørtum og bera framburð við sær. Unđir slíkum viðurskiftum má tað uppskotið takast, sum kann førast ígjøgnum. Førjamálið í æru er firsta mál Føringa- felags og tað má aldrin strúkast. Firi uttan tað málið eru nógv onnur at arbeiða firi í Førjum. So leingi sum Føringafelag stendur sum eitt sterkt viljagott felag, so leingi er vóh um, at tað kann fáa eitt og annað gott í lag, so leingi stendur eitt lið á fótum, sum vil verja um okkara tjóðskap. Dettir felagið sundur, so er tað attur tann ein- staki maðurin, sum strevar firi málum, íð ikki er einsmannsføri. Tað kann sigast, at tann tíð er, edla tað er óivað, at tann tíð kann koma, tá íð tað ræður um kjá Før- ingum ikki at liggja og droyma á hendan hátt, men standa alvaknaðir og ansa ettir, kvat íð firiferst. Tí er tað vandafult, um felagið, sum birjaði so treystligt skal smild- rast sundur og felagsmenn venda heimattur við tí sirgjuligu roynd, at Føringar enn ikki vita, kvat teir vilja edla ikki eru mentir at standa uppá tað, teir vilja. ErFørihga- felag komið á fadlandi fót, so lat okkum menna tað uppattur og ikki gera tað til spott kjá teimum, sum hava hánað tað frá firstu hond. Lat okkum minnast kvat fe- lagið var og kvussu væl tað birjaði, lat okkum minnast á ørindið: »Limatal nørist, lat ikki vikna, lat ikki blotna bringu og merg: filkist í semju, fremjið tað góða, tá verður felag botnfast sum berg.c Nú sigist tað væl, at limatal skal minka, men tess meiri muga vit ansa ettir, at bringa og mergur ikki viknar, ikki blotnar, ansa ettir, at vit í semju filkjast firi at fremja tað góða. Tað kann vera, at tað ongantíð hevur verið meiri neiðugt enn nettupp nú firi Føringar at arbeiða seg fram móti sjálvbjargni, tí Harrin náði tann mann edla tað fólk, sum altíð skal hava álit á øðrum, hann verður ofta við sviðið soð, tað mugu vit hava fingið eyguni upp firi. r Eg havi ta vón, at fundurin, sum »Føringat.« nr. 22 bjóðar inn til annan jóladag, má beina okkara felag attur á leið, og tað kann ske, um felagsmenn gera sítt besta og seta málið hægst. Fram vit halda kvør og ein, kvinnur, menn at Førjalandi, um vit halđa trúfast saman, so er eingin vandi. Førjalanđ og Førjamál er tað mið, vit strevast firi. Um oss drívur ástin sterka, sigla vit við birði. Trawlarnir. Ein dagin kom boð til Havnar frá Streymoyarsíslumanni, at hann hevði sett varðamenn á eitt skip, sum var sekað við trawling í sundinum. Fútin og amtmaðurin fóru skunduliga avstað og forhoyr varð tikið sum skjótast. Skiparin vildi ikki til- standa, at hann hevði fiskað á danskum landgrunni, og tað prógv. í borið varð fram ímóti honum, varð ikki kent firi gott. Hann slapp tí við at bøta 3 pund firi tað, at hann hevði noktað at vísa síslumanninum skips- pappírini. Skiparin segði sína søgu so- leiðis: Hann fór út av Vestmanna kl. hálvgun seks um morgunin og haðani út um markið vestanfiri Koltir . (á Gutta- grinnuna sum frá var sagt). Har setti hann niður og fekk eini fíra ætir av sandflundru- slag; men við tað at vegrið var so ringt, tók hann skjótt uppattur og helt kósini móti Vestmanna. Komin norð í grunnin

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.