Føringatíðindi - 01.12.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.12.1898, Blaðsíða 3
fáast meir í teimum árum, tá íð minni verður velt. Tá íð vón er um at fáa nógv firi neytakjøt, royna fólk at seta fleiri neyt við, og so eru fleiri aðrar umstøður, sum kunnu volđa øking edla minking í neyta- talinum. >Dim.«s útrokningar um hæðking av grundvirðinum á jørð, íð verður dirkað upp úr haga, tikjast at hava nærum líka lítla grund undir sær, sum útrokningarnar um øking av kúfóðurtalinum. Eitt kúfóður av jørð — um tað so er av besta slagi, í Førjum kann fáast, —- kemur ikki nær edla nám- inđis upp til 1000 krónur í virði. Er tað vánaligur, lítið verdur hagi, sum inn verður gjørdur, so fær jørðin í dirkaðum standi heldur ikki høgt virði, og er tað hagi av besta slagi, so verður ikki virðið stórvegis hæðkað við dirkingina, tá rímulig timaløn skal roknast firi at gera garð og velta gerðið undan. Dirking av oyðumørk gevur ikki bein- leiðis stóran ávøkstur. Hon er tó mikið verd firi Førja fólk, sum harvið kann vinna eitt sindur firi løtur, sum annars lættliga fara til spiđlis edla verða havdar til at seta pening inn firi øl, vín og annað rúsdrekka; og jørðin gevur eisini javnari vinning enn sjógvurin. Tí søgdu teir gomlu: Ringt er at hava kjadlin 1 sjónum. Nú eru góð ráð dír. Ongantíð hevur Ijóðað so idla frá trawlaríinum sum nú. 24 eru taldir í senn midlum Tjørnuvíks stakk og Risan, tó at plássið er lítið. Soleiðis ljóðar adla staðnis frá runt um oyggjarnar. Tað kann sigast, at teir liggja her í hundraðtali. Meðani hesi tíðindir ganga her um oyggjarnar, frættist úr Danmarki, at vit ikki kunnu vænta bót hagani firi hetta óskilið firr enn onkumtíð næsta ár. Vit, sum kenna nakað til fiskiskap, vita, at fiski- grunnarnir um Førjar ikki eru fleiri enn so og ikki størri enn so, enn at teir verða oyðilagdir hesa tíðina næsta ár edla firr enn so. Her meinast ikki bara við, at fiskurin adlur verður upptikin av fremm- inđum, og at Føringar sjálvir ikki sleppa framat, sum er nóg ringt í seg sjálvt, men sjálvur botnurin verður oyðilagdur soleiðis, at hann ikki dugur til fiskastøðu í mong ár, um hann nakrantíð ger tað meiri. Ein og annar kann kadla hetta ørvitistos, men teinkjandi menn, sum spirja seg sjálvan, kví fiskurin stendur her, meðani hann ikki støggar har, teir fata ivaleyst, at tað er botnurin, sum ger tað. Hetta hevur tó løgtingið r summar greitt frá í sínum brævi til ríkisstírið, og tað er hopandi, at ríks- dagurin ikki springur ivir tað. Góð ráð eru tí đír. Frá Danmarki fæst ikki tann væntaða hjálpin 1' næstum. Kemur ikki hjálp, so er ólukkan vís. Kunđi tí ikki løgtingið edla teir, sum ráða her, fingið í lag kjá ríkisstírinum og ivir høvur kjá teimum, sum tað kemur við, at guvu- skipið »Smiril«, í staðin firi at sigla midlum oyggjarnr sum post- og farmaskip, siglir sum inspektiónsskip firi first. Tað er mestan vist, at »Smiril« ikki tekur fleiri trawlara, enn hann hevur tikið, men tað sigist jú, at teir rúka avstað, so skjótt hann sæst, og tað boðar okkum frá, at um »Smiril« dag og dagliga og nátt ettir nátt siglur oyggj- arnar runt, so fáa trawlarnir ikki frið at liggja sum nú. Og tað er first og fremst tað, íð um ræður. Hetta er bara eittuppskot, sum kanske ikki fæst í lag. Tó treingja Føringar til hjálp. Vælferðin kjá 14—15,000 menniskjum stendur uppá spæl, og tí mátti tað kunna gjørst nú, sum annars ikki gjarna verður gjørt. Havn, 28. Novbr. i8g8. A. S. Lassen bóndi á Selatræ er frálíkur dugnamaður og húshald hansara má kađlast príðuligt og vert at taka til ettirdømi kjá øðrum Førja bøndrum. Eg unni honum væl at fáa eitt bringuspjaldur til at dusa tann harm, hann væl mann kunna kenna við tað, at hansara evnir og hansara borgara- verk hegartil ikki visa seg at vera mett til fuđlt virði kjá teimum stóru og klóku; men eg inski tó ikki, at adlir Førja bøndir skulu gera sum hann og taka til at handla firi at halda bóndaskapinum uppi, tí handils- menninir eru longu so nógvir, at eg haldi teir vera eina landaplágu her í Førjum. Eg havi strevast við mítt bóndabrúk ettir gamla laginum og hegartil vunnið til skatt og leigu; tl havi eg virt lítið um Kirkjubøbrúkið og aðrar níggjar anstaltir. Men nú síggji eg í seinastu »Dimmalætting«, at Lassen bóndi kann ikki fáa bóndabrúkið til at loysa við tí gamla laginum; og kann hann ikki, so munnu aðrir kunna tað ringari — kanske eg sjálvur má takka eydnuni, og at eg ongar ómagar havi haft, og at eg stunđum havi vunnið eitt sindur av sjónum. Nei okkurt má gerast! Eg hugsi eg fari at geva Kirkjubøbrúkinum betri gætur; kann tað ikki hjálpa, so má brátt meginparturin av Førja bøndrum aka á knøum, tað skilji eg av tí, flutningsbóndin setur fram í »Dimmalætting«. Annar flutningsbóndi.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.