Føringatíðindi - 01.12.1898, Síða 3
fáast meir í teimum árum, tá íð minni
verður velt. Tá íð vón er um at fáa nógv
firi neytakjøt, royna fólk at seta fleiri neyt
við, og so eru fleiri aðrar umstøður, sum
kunnu volđa øking edla minking í neyta-
talinum.
>Dim.«s útrokningar um hæðking av
grundvirðinum á jørð, íð verður dirkað upp
úr haga, tikjast at hava nærum líka lítla
grund undir sær, sum útrokningarnar um
øking av kúfóðurtalinum. Eitt kúfóður av
jørð — um tað so er av besta slagi, í Førjum
kann fáast, —- kemur ikki nær edla nám-
inđis upp til 1000 krónur í virði. Er tað
vánaligur, lítið verdur hagi, sum inn verður
gjørdur, so fær jørðin í dirkaðum standi
heldur ikki høgt virði, og er tað hagi av
besta slagi, so verður ikki virðið stórvegis
hæðkað við dirkingina, tá rímulig timaløn
skal roknast firi at gera garð og velta
gerðið undan.
Dirking av oyðumørk gevur ikki bein-
leiðis stóran ávøkstur. Hon er tó mikið
verd firi Førja fólk, sum harvið kann vinna
eitt sindur firi løtur, sum annars lættliga
fara til spiđlis edla verða havdar til at seta
pening inn firi øl, vín og annað rúsdrekka;
og jørðin gevur eisini javnari vinning enn
sjógvurin. Tí søgdu teir gomlu: Ringt er
at hava kjadlin 1 sjónum.
Nú eru góð ráð dír.
Ongantíð hevur Ijóðað so idla frá
trawlaríinum sum nú. 24 eru taldir í senn
midlum Tjørnuvíks stakk og Risan, tó at
plássið er lítið. Soleiðis ljóðar adla staðnis
frá runt um oyggjarnar. Tað kann sigast,
at teir liggja her í hundraðtali.
Meðani hesi tíðindir ganga her um
oyggjarnar, frættist úr Danmarki, at vit
ikki kunnu vænta bót hagani firi hetta
óskilið firr enn onkumtíð næsta ár. Vit, sum
kenna nakað til fiskiskap, vita, at fiski-
grunnarnir um Førjar ikki eru fleiri enn so
og ikki størri enn so, enn at teir verða
oyðilagdir hesa tíðina næsta ár edla firr
enn so. Her meinast ikki bara við, at
fiskurin adlur verður upptikin av fremm-
inđum, og at Føringar sjálvir ikki sleppa
framat, sum er nóg ringt í seg sjálvt, men
sjálvur botnurin verður oyðilagdur soleiðis,
at hann ikki dugur til fiskastøðu í mong ár,
um hann nakrantíð ger tað meiri. Ein og
annar kann kadla hetta ørvitistos, men
teinkjandi menn, sum spirja seg sjálvan,
kví fiskurin stendur her, meðani hann ikki
støggar har, teir fata ivaleyst, at tað er
botnurin, sum ger tað. Hetta hevur tó
løgtingið r summar greitt frá í sínum brævi
til ríkisstírið, og tað er hopandi, at ríks-
dagurin ikki springur ivir tað.
Góð ráð eru tí đír. Frá Danmarki fæst
ikki tann væntaða hjálpin 1' næstum. Kemur
ikki hjálp, so er ólukkan vís. Kunđi tí
ikki løgtingið edla teir, sum ráða her,
fingið í lag kjá ríkisstírinum og ivir høvur
kjá teimum, sum tað kemur við, at guvu-
skipið »Smiril«, í staðin firi at sigla midlum
oyggjarnr sum post- og farmaskip, siglir
sum inspektiónsskip firi first. Tað er mestan
vist, at »Smiril« ikki tekur fleiri trawlara,
enn hann hevur tikið, men tað sigist jú, at
teir rúka avstað, so skjótt hann sæst, og
tað boðar okkum frá, at um »Smiril« dag
og dagliga og nátt ettir nátt siglur oyggj-
arnar runt, so fáa trawlarnir ikki frið at
liggja sum nú. Og tað er first og fremst
tað, íð um ræður.
Hetta er bara eittuppskot, sum kanske
ikki fæst í lag. Tó treingja Føringar til
hjálp. Vælferðin kjá 14—15,000 menniskjum
stendur uppá spæl, og tí mátti tað kunna
gjørst nú, sum annars ikki gjarna verður
gjørt.
Havn, 28. Novbr. i8g8.
A. S.
Lassen bóndi á Selatræ er frálíkur
dugnamaður og húshald hansara má kađlast
príðuligt og vert at taka til ettirdømi kjá
øðrum Førja bøndrum. Eg unni honum
væl at fáa eitt bringuspjaldur til at dusa
tann harm, hann væl mann kunna kenna
við tað, at hansara evnir og hansara borgara-
verk hegartil ikki visa seg at vera mett til
fuđlt virði kjá teimum stóru og klóku; men
eg inski tó ikki, at adlir Førja bøndir skulu
gera sum hann og taka til at handla firi
at halda bóndaskapinum uppi, tí handils-
menninir eru longu so nógvir, at eg haldi
teir vera eina landaplágu her í Førjum.
Eg havi strevast við mítt bóndabrúk
ettir gamla laginum og hegartil vunnið til
skatt og leigu; tl havi eg virt lítið um
Kirkjubøbrúkið og aðrar níggjar anstaltir.
Men nú síggji eg í seinastu »Dimmalætting«,
at Lassen bóndi kann ikki fáa bóndabrúkið
til at loysa við tí gamla laginum; og kann
hann ikki, so munnu aðrir kunna tað
ringari — kanske eg sjálvur má takka
eydnuni, og at eg ongar ómagar havi haft,
og at eg stunđum havi vunnið eitt sindur
av sjónum. Nei okkurt má gerast! Eg
hugsi eg fari at geva Kirkjubøbrúkinum
betri gætur; kann tað ikki hjálpa, so má
brátt meginparturin av Førja bøndrum aka
á knøum, tað skilji eg av tí, flutningsbóndin
setur fram í »Dimmalætting«.
Annar flutningsbóndi.