Føringatíðindi - 04.01.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 04.01.1900, Blaðsíða 2
Tá íð lívið slóknar út, og eg undir mold skal sova, lýs mær tá, all náðins Gud, — eg skal teg í ljósi lova. Myrkurs veldi hvørvur brátt, Jesus, lýs í deyðans nátt. Eftir ©ðrum av S. M. Z. Seinasta i.oktbr. var tað 25 ár síðani bospitalsforstandarin Johs. Joensen í Havn tók við sínum starvi á hospitalinum í Havn, og frá sama degi hevði hann biðið um af- skeð frá hospitalinum. At starvið sum hospitalsforstandari hevur nógv at týða, vita í alt fall øll tey, sum hava varað av fólki, sum har hava ligið sjúk. At Joensen hevur verið ein maður, sum hevur gjørt tað gleði- leysa hospitalslívið hjá sjúkum fólki toiiligt, ja so heimligt og nær sagt behagiligt sum møguligt, vita øll vit, sum kenna nakað til tað. Tað hevur tí undrað okkum stórliga, at vit ikki í einum einasta av okkara bløð- um hava sætt eitt orð um hann, nú hann er fráfarin, hvørki frá hansara nógvu vinum millum patientarnar ella frá blaðstýrilsinum. Tað fyrra kemur kannske av, at fólk yvir høvur ikki hevur so lætt við at skriva blað- greinir, men tað seinra fata vit ikki, uttan so, at Joensen ikki skuldi hoyrt til teir »avtoriseraðu« vælsinnaðu. í hvussu er, vilja vit, sum kenna Joensen, og sum kenna, at hann í alt fall hevur verið væl- sinnaður imóti teimum sjúku á hospitalinum, siga honum hjartans takk fyri hansara starv, sum oftast ’nevur verið óbehagiligt fyri hann sjálvan, men sum hann hevur latið teimum sjúku komið til góðar. Nú á døgum verður »jubileum« hildið fyri mangt og hvat, so tað mátti sømt Førjafólki at víst Joensen heiður fyri sítt langa, trúgva og menniskjakerliga starv. Fleiri Norðstreymningar. Um >Psalmebog« og »Salmebog« hevur nú verið skrivað í Kirkjublaðnum og »Før- ingatíðindi«. C. P. og blaðstýrari »Før- ingatíðindi«s sýnast at halda uppá »Salme- bog«, meðan ein S. Joensen heldur uppá »Psalmebog«. Eg eri ikki mentur at siga stórt um hetta málið og eg leggi ikki stórt i at siga nakað, eftirsum eg haldi við S. Joensen uppá »Psalmebog«. Eftir teimum tíðindum, sum mær eru komin til handar, so er eingin vón um, at »Psalmebog« skal kunna halda út í longdini, tí tær eru ongar at fáa til keyps iongur í Førjum, og bók- handlarin kann ongar fáa í útlondum. Stríðið stendur soleiðis einans millum »Salmebog« og tær »Psalmebog«ur, sum nú eru millum manna. Fer fólk illa við sínum bókum, so gongur »Psalmebog« neyvan av árinum. Hvussu skulu vit so gera, sum einans av neyð vildu sleppa teimum gomlu sálm- unum. Eg fyri mín part skal brúka mina bók so væl, at hon heldur meg út. Gera hini tað sama, so er eingin neyð í đurinum. Men skiftið má so tó eina ferð koma. Lat so vera! Lat okkum skifta, men lat okkum brúka tíðina so, at tá íð »Psalme- bog« fer úr kirkjuni, vit tá kunnu eiga eina »SálmabÓk« at seta aftur fyri N. I. Hansen. Transvaalsbardagin. Sum áður er greitt frá herjaði 28. nov. ein eingilskur herførari — Methuen er hann nevndur —, við sínum liði á Boarnar, sum royndu at forða honum at sleppa norð um ánna, íð nevnist Modder river. Bardagin vardi allan dagin við miklum mannafalli. Eingilsk bløð siga, at Boarnir har høvdu 11,000 menn — týsk bløð siga, teir vóru ikki meir en 3000, og at Eingilskmenn har mistu meir enn 1000 —. Henđan dagin líka sum dagarnar frammanundan, 25.—27., sigir Methuen seg hava haft góða fram- gongđ, tó at mannafallið var stórt. Sunnudagin 10. đec. herjaði ein annar herhøvdingi, Gatacre, fyri dag á eina bygd har eystanfyri, Stonnberg nevnd. Hann misti har, sum áður frágreitt, 1800 menn og slapp við neyð suður aftur úr đalinum. Sama morgun kl. 4 tók Methuen til at skjóta spreingikúlur á bráðfengis skans- arnar hjá Boarnum við Magersfontein, og mánadagin herjaði hann á við øllum liði sínum, sum rakk meir enn 4 fjórðingar eystur og vestur. Tann dagin sigir hann seg at hava mist 950 menn. Tísdagin royndi hann aftur, men kundi heldur ikki vinna og mátti so — fyri vatnneyð, sigir hann — halda aftur til Modder river. 15. đec. ætlaði hin nýkomni yvirhøvd- ingin Buller at gera stórbragd fyri eystan og koma sær norð til Ladysmith. Kl. 4 á morgni setti hann alt lið sítt á gongd til at sleppa norð um ánna Tugela í tveimum støðum, sum vaðandi var, tí jarnbreyts- brúnna og aðrar brúgvar høvdu Boarnir forstýrað. Har var so væl forðað, at F.in- gilskmenninir, tó at teir eina løtu sluppu inn í jarnbreytsbygdina Colenso, ongantíð fingu fótin fastan fyri norðan ánna. Buller sigir, at hann misti har 1097 av sínum monnum og 11 kanónir, sum vóru komnar so nær ánni, at Boarnir skutu alt av rossum og fólki, íð hjá teimum var. Um kvøldið mátti Buller lata lið sítt samla aftur í tað

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.