Føringatíðindi - 18.01.1900, Side 2

Føringatíðindi - 18.01.1900, Side 2
tí teir fáa »ov litið í beinini«, sum orðið sigir. Havnarfelagi hevur kannske, tá íð alt kemur til alt, tær bestu vónir fyri at trívast nakað, og ymsar aðrar bygdir í Førjum kunnu ivaleyst eisini lívga eitt slíkt felag. Eg eri ikki mentur at skyna á, hvat ið beinast og best er. Tó havi eg borið hetta uppá mál fyri at ein og annar, sum følur nakað fyri Føringafelags endamáli, í einum av teimum føroysku bløðunum kann fáa framsett meining sína. Eg haldi, at sakin er verd at tjaka um í bløðunum, og har kann tað gerast nógv betri enn á einum møti. Seinni vil eg so, um blaðstýrilsið gevur mær loyvi, laka aftur til máls um sakina. Sum eg leysliga nevndi straks, er tað tankin hjá nógvum bygdarfólki, at melda seg út úr Føringafelag fyri heilt at sláa seg inn á smáfelags tankan. Havn, 17. januar igoo. A. Sámalsson. Dagurin var komin á enda. Kvølđið byrjaði við mánalýsi og einum frískum vestanvindi. Stjørnurnar glitraðu á himl- inum og norðlýsið bleiktraði so vakurt. Tað var eitt sjaldsama gott vetrakvøld. Kavin lá í túninum soleiðis at tað var gott og væl sporsnjógv. Ein gamalur maður stóð úti undir lon síni í K. og stutleikaði sær við einari pípu í munninum. Hann stóð og sá upp ímóti tí vakra himlinum, meðan hann nú og tá slepti nakrar stórar roykguvur út úr munn- inum, og alt og samt talaði fyri seg sjálvan. »Síggj nú mítt fosturland í kvøld. Hevur tú nakrantið sæð vakrari sjón. Tú hevur ferðast runt um heimin, men hevur tú nakran- tíð sæð vakrari og natúrligari meistaraverk enn tað, tú nú sær? Nei, einki land er ímóti tær til vakurleika, fosturland mítt, og her eigi eg part L Aðra staðnis havi eg verið og sæð mangt sjalđsamt, men hvat, har havi eg verið fátækari enn nakar, ti eg havi ikki følt at kunnað kannað mær petti av tí, eg havi sæð; men her, alt tað vakra, eg síggji, eri eg eigari í, og Harrin hevur givið mær tað. Hyggji eg yvir á kirkjugarðin, so siggji eg, hvar íð faðir og móður hvíla og nógvir av mínum næstu og vinum. “Hyggji eg niður fyri meg, síggji eg mítt gamla heim, hvør steinur er spalu- barn mítt. Komi eg inn um gáttina, siggji eg tey, sum eru mær kærast. Ja nú fati eg, hvussu nógv ið lá i Harrans lyfti á sinni: elska faðir og móðir og túskaltliva væl og leingi í landinum.« Grimur. Millum talurnor, sum eftir »Fuglafr.« vóru hildnar á møtinum norði í Vági, hevur J. Patursson hildið eina góða og greidliga. Tó undrar tað meg, at hann í talu síni, har sum hann nevnur teir góðu menninar, sum Førjar hava fostrað, gloymur okkara viðgitna landsmann Magnus Heinesen. Tey, ið kenna søguna, vita, at eingin kann hava tænt Førjum betri enn hann, og hann má sum Føringur ikki setast aftur um t. d. Sigmund. Havn, 16. januar 1900. A. Sámalsson. Tann rama lygn. (Søga av L.) »Tað er tó forbavsandi sum tú ert frekur«, sigir sjálvsagt mangur ein lesari til mínsara nú eg kojni við einari søgu, skýrd »rama lygn«. Eg sigi summaðurin: allar søgur eru líkar og tær eru yrkingar allar til hópar. Mín søga er lygn, men hon kundi verið sannheit, og meiri kann ikki sigast til rós hjá nakrari søgu á hendan hátt. Nú kemur søgan. Pætur í runudíki hevði verið fullur eina heila vikuoghann hevði lamminterað verri enn nakar devil. Kona hansara var ikki eitt hár mætari til at drekka, men hon kundi ikki kallast drankari, tí hon gekk í skjurti — ja men tað gekk Pætur eisini — nei hon kundi ikki kallast drankari, tí hon var konufólk, men eftir sprákbrúkinum í tí landinum, sum henda søgan er hentað frá, mátti hon kallast »frú drankarin«. Alt var frúir, frú slaktarin, frú fiskarin, frú kokkin, frú latrinereinsarin o. s. fr., frúir, frúir og aftur frúir, soleiðis ljóðaði. Tí var tað sjálvsagt, at Pætur, sum var einasti maður í býnum, sum gekk fullur eina viku uppí slag og so lá í seingini næstu viku og so aftur begynti at drekka, tí var tað sjálvsagt, at hann bleiv kallaður drankarin og kona hansara frú đrankarin. Pætur lá á morgni í seingini við sári um alt anđlitið. Hann var so forskrubbaður sum hevði hann verið saksaður til korn. Konan, sum nú hevði viku, gekk uppi full upp undir hendur og full av brennivíni. Meðan Pætur svav, hevði Ribbaldur á høgapalli verið og vitjað sum so ofta fyrr, og hann var næstan tann einasti, sum sá ólukkudýrinum til góðar. Ribbaldur mátti sigast at vera eitt sjaldsama gott menniskja, tí tá íð Pætur einki hevði at drekka, so hjálpti Ribbaldur, sum var brennivíns- brennari, og frú drankarin, hon bleiv eisini fóðra bæði við mat og drekka av Ribbaldú

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.