Føringatíðindi - 15.03.1900, Blaðsíða 2
minni fjákut og løgin ævintýr í einum
blaði bæði sinn, hugsan og gerð hjá teim,
íð bløðini lesa.
sFøringatíðindi« er eitt felagsblað,
hvarí vit allir felagar av Føringafelagi eiga
okkara part; blaðstýrarin er settur til at
verja um okkara gagn.
Ein søga er um hesa tíð í »Føringat.«,
sum heitur »Rama lygn«. Hon man vera
ætlað til látur. Ein sakleysur, kátur látur
er upplívgandi, men ein ljótur látur nørur
illavorðnar tankar. Og illavorðnar tankar
má maður fáa, meðan hann lesur »Rama
lygn«, tí har er alt illavorðið. Samlívið
millum tann mann og ta konu, har sigst
frá, er ljótt, og orðalagið, tey hava, er líka
ringt. Slíkar søgur tykjast mær at vera
sum eitur, íð skvett verður á teir ungu,
vónagóðu neistar. íð »Føringatíðindi« átti
at kveikt upp. Eg vil tí biðja blaðstýrarin
um ikki at koma við slíkum søgum aftur
í okkara blað.
Eitt annað, sum má virka í rangvørga
ætt, tað er, at »huldumenn« fáa loyvi til at
skriva greinir i hesum blaði. sum sýnast
vera ætlaðar til at koma fólk í orð. Allir
vita, at sley og slatur er ein hin versta
landasjúka okkara. Tað veldur nógv um
at fáa útruddað ta sjúkuna, og tí vil eg
enn biðja tygum, harra blaðstýrara, um, at
tygum kvitta allar teir burtur, sum undir
huldum navni vilja bera ámælisgreinir
fram í hesum blaði.
Til tykkum limir av Føringafelag, sum
lesa »Føringatíðindi« vil eg siga: Minnist
til, at tit eru limir av felaginum og at tit
stanđa til ansvar fyri, hvat tykkara egna
blað lívgar ella drepur. Hugsið um tað og
latið eitt álvara orð rýna á tykkum.
J ó a n e s
í Kirkjubø.
Leysingabarnið.
(Søga av Carl Ewald.)
„Lógin granskar, lívið grør.“
Nakað síðani búði her í landinum ein
høgborin ungur maður, sum bar stóran elsk-
hug til eina gentu, hann ikki kundi fáa,
eftirsum hon var fátæk og av ringum burði
og hann sjálvur ov ungur til at seta seg
upp ímóti faðir og móðir, sum uppá ongan
máta viidu lata tey koma saman.
í fyrstuni doyvdi hann elskhug sin, tó
at hann væl visti, at gentan var honum
góð, men hann vildi ikki koma henni í
vanda. Tó, sum tíðin ieið, vaks longslin
eftir henni; hann varð tyngri og tyngri í
sinninum, á nátt sum á đegi var hon í
hansara tonkum og hann misti bæði svøvn
og matalist og orkaði einki at taka sær
fyri. Eftirsum hann greidliga kendi á sær,
at hann forkom sær sjálvum, bæði kropps-
liga og andliga, um hann longri bardist við
sín elskhugstráan, fór hann til gentuna og
segði:
»Tú veit, eg elski teg av rættum huga,
og ikki eigi eg hægri ynski enn at festa
teg sum mína hústrú fyri Guđi og hvørjum
manni. Tú veit eisini, at hetta ber mær
ikki til, fyrr enn eg eri vorðin myndigur.
Ætlan min var at bíða, til tann dagur kom,
men min longsil eftir tær er so sterkur, at
eg ikki fái sovið og ongantí eri eg glaður.
Eg havi nú hugsað sum so, at síðani skap-
arin hevur kinnt ein slíkan loga í okkum,
so kann tað neyvan vera hansara vilji ikki
at lata okkum koma saman. Og tí spyrji
eg teg um tú vil geva mær loyvi til í
loyndum at vikja teg og taka teg í favn,
sum var tú kona mín fyri Gudi og hvørjum
ærligum manni.«
Gentan rodnaði yvir hesa frímótigu
talu, men svaraði og segði:
»Satt er tað, tygum siga, harri! Og
eftirsum eingin annar maður kom í rnína
hugsan, siðan eg sá tygum, og eftirsum
mín longsil onganlunda er minni enn tygara,
so skulu mínar kamarsdyr standa tygum
opnar so tíða tygum eri gangandi hegar.«
Nakrar mánaðar nutu tey nú teirra
ungu lukku og gloymdu ongan dag at
takka skaparinum fyri hansara góðheit.
Men so hendi tað, at tann ungi maðurin
ein dagin hann var farin út at ríða, datt
við hestinum og sló seg íhel á staðnum.
Neyðargentan var vitleys av sorg, sum iva-
leyst hevði gjørt enda á henni, um hon
ikki undir hjartanum bar barn hansara, sum
hon hevði elskað meir enn sína egnu æru.
Hon leið í tolni sína tíð út og føddi tá eitt
vakurt og vælskapt dreingjabarn, sum var
pápanum so meinlíkt, at tað styrkti og
gleđđi hana at síggja.
Tá íð hon var komin uppaftur á føtur,
fór hon til forelđir biðil sín og kravdi, at
sonur hansara skuldi arva pápans navn,
góðs og ogn, men tey ikki ein gang lurtaðu
eftir henni: bert tveittu henni há- og
skarnsorð í andlitið:
»I.ítið er tú frægari enn ein skøkja!
A kommununa kanst tú fara við tínum hor-
unga.«
So klamsaðu tey dirnar aftur fyri nøsini
á henni.
Men gentan misti ikki mótið. Hon fór
til allar rættskønar menn í staðnuin og
bað teir hjálpa sær; men teir ristu allir við
høvdinum og søgđu, at tað var vitleyst at
teinkja uppá slíkt. Tað skilti hon ikki;
rætt sín vildi hon hava og tók sær tí fyri
at føra sak sína sjálv.
Hetta spurdist víða um, og tá íð dag-
urin kom, var tinghúsið stúgvandi fullt av