Føringatíðindi - 15.03.1900, Side 2

Føringatíðindi - 15.03.1900, Side 2
minni fjákut og løgin ævintýr í einum blaði bæði sinn, hugsan og gerð hjá teim, íð bløðini lesa. sFøringatíðindi« er eitt felagsblað, hvarí vit allir felagar av Føringafelagi eiga okkara part; blaðstýrarin er settur til at verja um okkara gagn. Ein søga er um hesa tíð í »Føringat.«, sum heitur »Rama lygn«. Hon man vera ætlað til látur. Ein sakleysur, kátur látur er upplívgandi, men ein ljótur látur nørur illavorðnar tankar. Og illavorðnar tankar má maður fáa, meðan hann lesur »Rama lygn«, tí har er alt illavorðið. Samlívið millum tann mann og ta konu, har sigst frá, er ljótt, og orðalagið, tey hava, er líka ringt. Slíkar søgur tykjast mær at vera sum eitur, íð skvett verður á teir ungu, vónagóðu neistar. íð »Føringatíðindi« átti at kveikt upp. Eg vil tí biðja blaðstýrarin um ikki at koma við slíkum søgum aftur í okkara blað. Eitt annað, sum má virka í rangvørga ætt, tað er, at »huldumenn« fáa loyvi til at skriva greinir i hesum blaði. sum sýnast vera ætlaðar til at koma fólk í orð. Allir vita, at sley og slatur er ein hin versta landasjúka okkara. Tað veldur nógv um at fáa útruddað ta sjúkuna, og tí vil eg enn biðja tygum, harra blaðstýrara, um, at tygum kvitta allar teir burtur, sum undir huldum navni vilja bera ámælisgreinir fram í hesum blaði. Til tykkum limir av Føringafelag, sum lesa »Føringatíðindi« vil eg siga: Minnist til, at tit eru limir av felaginum og at tit stanđa til ansvar fyri, hvat tykkara egna blað lívgar ella drepur. Hugsið um tað og latið eitt álvara orð rýna á tykkum. J ó a n e s í Kirkjubø. Leysingabarnið. (Søga av Carl Ewald.) „Lógin granskar, lívið grør.“ Nakað síðani búði her í landinum ein høgborin ungur maður, sum bar stóran elsk- hug til eina gentu, hann ikki kundi fáa, eftirsum hon var fátæk og av ringum burði og hann sjálvur ov ungur til at seta seg upp ímóti faðir og móðir, sum uppá ongan máta viidu lata tey koma saman. í fyrstuni doyvdi hann elskhug sin, tó at hann væl visti, at gentan var honum góð, men hann vildi ikki koma henni í vanda. Tó, sum tíðin ieið, vaks longslin eftir henni; hann varð tyngri og tyngri í sinninum, á nátt sum á đegi var hon í hansara tonkum og hann misti bæði svøvn og matalist og orkaði einki at taka sær fyri. Eftirsum hann greidliga kendi á sær, at hann forkom sær sjálvum, bæði kropps- liga og andliga, um hann longri bardist við sín elskhugstráan, fór hann til gentuna og segði: »Tú veit, eg elski teg av rættum huga, og ikki eigi eg hægri ynski enn at festa teg sum mína hústrú fyri Guđi og hvørjum manni. Tú veit eisini, at hetta ber mær ikki til, fyrr enn eg eri vorðin myndigur. Ætlan min var at bíða, til tann dagur kom, men min longsil eftir tær er so sterkur, at eg ikki fái sovið og ongantí eri eg glaður. Eg havi nú hugsað sum so, at síðani skap- arin hevur kinnt ein slíkan loga í okkum, so kann tað neyvan vera hansara vilji ikki at lata okkum koma saman. Og tí spyrji eg teg um tú vil geva mær loyvi til í loyndum at vikja teg og taka teg í favn, sum var tú kona mín fyri Gudi og hvørjum ærligum manni.« Gentan rodnaði yvir hesa frímótigu talu, men svaraði og segði: »Satt er tað, tygum siga, harri! Og eftirsum eingin annar maður kom í rnína hugsan, siðan eg sá tygum, og eftirsum mín longsil onganlunda er minni enn tygara, so skulu mínar kamarsdyr standa tygum opnar so tíða tygum eri gangandi hegar.« Nakrar mánaðar nutu tey nú teirra ungu lukku og gloymdu ongan dag at takka skaparinum fyri hansara góðheit. Men so hendi tað, at tann ungi maðurin ein dagin hann var farin út at ríða, datt við hestinum og sló seg íhel á staðnum. Neyðargentan var vitleys av sorg, sum iva- leyst hevði gjørt enda á henni, um hon ikki undir hjartanum bar barn hansara, sum hon hevði elskað meir enn sína egnu æru. Hon leið í tolni sína tíð út og føddi tá eitt vakurt og vælskapt dreingjabarn, sum var pápanum so meinlíkt, at tað styrkti og gleđđi hana at síggja. Tá íð hon var komin uppaftur á føtur, fór hon til forelđir biðil sín og kravdi, at sonur hansara skuldi arva pápans navn, góðs og ogn, men tey ikki ein gang lurtaðu eftir henni: bert tveittu henni há- og skarnsorð í andlitið: »I.ítið er tú frægari enn ein skøkja! A kommununa kanst tú fara við tínum hor- unga.« So klamsaðu tey dirnar aftur fyri nøsini á henni. Men gentan misti ikki mótið. Hon fór til allar rættskønar menn í staðnuin og bað teir hjálpa sær; men teir ristu allir við høvdinum og søgđu, at tað var vitleyst at teinkja uppá slíkt. Tað skilti hon ikki; rætt sín vildi hon hava og tók sær tí fyri at føra sak sína sjálv. Hetta spurdist víða um, og tá íð dag- urin kom, var tinghúsið stúgvandi fullt av

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.