Føringatíðindi - 15.03.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 15.03.1900, Blaðsíða 3
fólki, sum antin flentu ella tyktu synd í gentuni, har hon kom gangandi yvir gólvið í sínum svarta einkjubúnað og við barninum á arminum, framm til borðið, hvar teir sjey vísu og gomlu dómarirnir sótu, hvítskeggitir og skailitir. Só segði hon, hvussu til var gingið, greiđdi frá, hvussu elskhugsmegin, fagur og ómetuligur, var komin yvir hana og hann, íð nú var deyður; hvussu hansara fóik vilđi skilja tey at, hvussu tey høvdu ætlað at bíða, men kundu ikki. Hon goymdi hvørt orð, hann hevði talað til hennara, í hjartanum, og alt sum hon mintist aftur á ta tíð, íð svann, rystist hon á málinum og tárir komu í eyguni á henni. Nógv av fólkinum rørdist innarliga. So segði hon: »Væl veit eg, at eg havi syndað móti menniskjans lóg, tó at samvitska mín er rein fyri Gudi, og lítið munar vanvirðing og hat móti teimum fagru minnum, eg eigi um hann, sum elskaði meg. Tit mega tí ikki teinkja, at eg krevji nakað til mín sjálvs, men eg vil. at sonur hansara, sum svav í minum armi, skal hava sín rætt sum hansara rætti arvingur.« Nú hoyrdist nógv mannamál í stovuni og nøkur hildu við gentuni, men hin elsti av dómaranevndini reistist, stórur og ræðu- ligur, og beyð teimum at tiga. So førkaði hann glaseyguni fram á nøsina og blaðaði í einari stórari bók. sum lá frammanfyri honum. Og dømdi á staðnum soleiðis: »Fallna og ólukkuliga kvinna! tí soleiðis má ein nevna teg, sum hevur mist tína æru og er fallin í neyð og vanvirði. Illa gjørdi tú, tá íð tú læt hin óreina lyst fáa makt yvir tær, og sum tú av fríum vilja tók skommina, noyðist tú eisini at taka skaðan. So sigir lógin, íð skrivað er, fyri at verja tann heiluga egtastand, at barn títt er eitt óegta barn og hevur ongan rætt til hansara navn og ogn, sum deyður er. Gakk tí burtur og skamma teg!« »Harri dómari,« segði gentan, og øll, íð inni vóru lýddu kvirr at hennara orðum. »So vist sum eg her standi er hetta barnið egta, um nakað í verðini er tað. Ærligur og reiðiligur var tann longsil, íð đreiv okkum saman, mín elskaða harra og meg, og vóru vit ikki røtt egtafólk, hvør er tað so? Hygg at hesum dronginum, fruktin av elskhugi olckara, og sig mær um tygum halda, at hann kunđi verið vakrari, um prestur hevði signað kærleik okkara?« »Soleiðis býðir lógin og eftir henni havi eg dømt,« segði dómarin ilskliga. »Stendir tað skrivað har?« spurdi gentan og peikaði á bókina, sum lá uppsligin. »Víst er tað so.« svaraði dómarin. »í hesari bók stenđir skrivað tað, vísir menn í túsund ár kendu fyri rætt at vera.« Gentan var bleik og eyguni lýstu. Áðrenn nakar kundi forða henni, setti hon drongin beint niður á bókina. »Eg seti mítt livandi barn móti hesum steindeyða klókskapi,* rópti hon. Dómarin fór aftur eftir hali og øll, Ið inni vóru, reistust á føtur. Drongurin rópti av gleði og spjálkaði bragdliga við bein- unum. Og rætt sum um hann hevði viljað sýnt øllum, at hann var livandi, sterkur og stinnur, læt hann sína fulli megi flóta út yvir lógina so ramliga, at hon ongantíð í verðini er brúkt síðani. Tíðindir iir Førjum. Veðurlagið hevur nú í næstum verið umleypandi og storm- hart. Á sjógv hevur lítið komist. Báts- fiskiskapurin sigist at vera góður, tá íð bátar sleppa at royna sum teir vilja. — Livimátin má sigast at vera ringur víða hvar. Umframt ringt krím og influensa gongur landfarsjúka ymsa staðnis um oyggj- arnar t. d. á Skála og á Toftum. Áv tí sjúkuni, sum doktarnir skira influensa ella forkølilsi, eru fleiri fólk đeyð, harímillum raskir menn í sínum bestu árum. — Nógv skip eru nú útfarin. Fleiri hava roynt á bankanum, men fongurin er ójavnur. Summi hava fingið lítið ella einki, onnur sigast at hava fingið reiðiliga væl, mest Suðroyaskip, sum fóru út fyrst í februar mánaði.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.