Føringatíðindi - 06.12.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 06.12.1900, Blaðsíða 2
sannheit. Lat tað so vera so »stoyt- andi* sum tað vera vil, lat so allar tær »vælsinnaðu« kaninirnar lespa teirra: »Gud, hvussu hatta er næsvíst!«, tað ger einki. Blóð av okkara blóði, ánd av okkara ánd. tað skulu bløðini vera. Tá fyrst fær »pressan« tað virði, hon eigur: Heilin í ti stóra samfundslekaminum. C. Holm-Isaksen. Sludentarferðin til islands. 29. oktbr. var veitslu í studentarfelag- inum í Keypmannahavn. í »Dimmalætting« stendur ein frágreiðing frá hesari veitslu, og vit skulu geva aftur nakað av tf, sum fyri fórst. — Skrivarin heitur M. M. Til at begynna við vóru o. u. 80 fólk samankomin til eina máltíð. Harímillum vóru av Føringum Hammershaimb, próst, Hammershaimb, ađjunkt, J. Jakobsen, dr. phil., Olsen, sýslumaður, Finsen, apotekari, Boeg, fysikus, og Nevndin fyri Føringa- felag í Keypmannahavn. Aftaná kom tann rætta høgtíðin fyri, og talur vóru hildnar fyri íslandi av Mylius-Erichsen, av lekjari Fog ein skemtitalu fyri Førjum og ein talu av dr. Georg Brandes fyri íslandi. Dr. Brandes’ tala er skrivað í »Dimmal.« eftir »Politiken« —slutti eg mær til —, og hon er um íslanđ og íslenđarir øll somul. Føringar eru eina ferð — vart ella óvart — tiknir uppí sangini. — Síðani sýntu Føringar, flestir í føroyskum klæðum, tann føroyska dansin, sum adjunkt Hammers- haimb tosaði um. íslendingar sungu ís- lendsk, og próst Hammershaimb takkaði uppá Føringars vegna. Aftaná frágreiðing frá hesari veitslu sigir »Diml.«s skrivari nøkur orð um tær vónir, sum vit Føringar kunnu knýta til Studentarferðina. Tað gleðir meg, at vón- irnar sýnist »Diml.«s skrivara at vera góðar. Hann má ársaka meg, men hvað- ani kunna slutta slíkt úr frágreiðing hans? Tað sæst nú, sum eg fyrr havi frygtað, men ongantíð trú, at ferðin í summar eina og aleina varð gjørd til Islanđs. Nú stu- dentarnir koma heim aftur, eiga teir neyvan eitt orð um Førjar (doktar Fogs skemtu- søgu undantikin). Eg fati ikki, at teír Føringar, sum sótu við borðið, ikkifingu ilt av matinum. Eg kenni nógvar Føringar í Førjum, sum vildu rýmt á dyr, so skjótt sum teir merkti andina í festuni, t. v. s. um teir ikki fóru til eina fest fyri bara íslendingum. Eg skal ikki her tala um dr. Brandes. Hann kennir ikki Førjar og sýnist ikki at hava fingið nakað kennskap til teirra. Men, Mylius-Erichsen! Eg minnist at hann í Klubhúsinum í Havn í summar segði, at ferðin var bæði til ís- land og Førjar, tó at bløðini frammanundan bara høvdu skrivað um ferðin til ísland. Hann segði, at tá ið ein helt, at land- gongdini í Havn var bara ein stansir av sjógvferðini, so var tað ikki sannheit. Stu- dentarferðin (endamálið) galt líka væl Førjum sum íslandi. — Hesi orð koma nú fyri okkum Føringum bara at síggja út sum eitt fólkaligheits orðatak, tosað eina stund, tá íð talarin stóð ímillum Føringar, hjá Føringum í Førjum. Komin burtur úr Førjum, eigur hann einkið orð fyri Førjum, og hinir talarnir fylgja í kjølum hans. Føringar mugu tó ikki angra, at teir sýntu blíðskap ímóti teimum fremmindi. Teir máttu gera tað fyri sína egnu skyld, íð hvussu var, tí teir hoyra til eitt blídligt fólkaslag. Lat so vera, at vit ikki eru verdir at taka uppá tunguna í mannarúgvu uttanfyri Førjar, — vit mugu harfyri ikki missa virðing fyri okkum sjálvum, Vit kunna einans misunna íslandsmonnum teirra »litteratur«, einki annað vilja vit skifta um við teir. Okkara lanđ er lltið og fátækt — »lat gá« —, men vit meta okkum og okkara land í virði (uttan í peningavirði) just við bæði Danmark og ísland. Føringar standa ikki aftanfyri íslendarar og Dansk- arar sum fólk. Um tað nú kann arga okkum, at ikki ein ella annar Føringur —; í staðin fyri at sýna Danskaranum í Studentarfelaginum tann førøyska dansin, sum teir ivaleyst hava fatað sum ein »kunst«, teir »innføddu« Føringarnir frigda sær við — spurdi stu- dentarnar, um teir ikki á vegnum til ís- lands bóru saman við eitt fólkaslag, sum teir varaðu av, so vilja vit yvir høvur ikki gremja okkum um »det værdige Togs værdige Afslutning«. Lat alt hetta vera okkum til læru — lat tað læra okkum at líta á Vorharri og okkum sjálvum, ongan annan av monnum. q. B r ú d I e y p. Um heystið, tá ið allar blómir følna og allir fuglar tiga, ýra brúdleypini fram. í regn og toku og køldum vindi setur elskhúgsspíran frukt, búnað í summarsól og Ijósum nætrum. Sólvarmin og summar- lýðkan elur manga forbodna tráan og veksur um longsilin hjá mann og kvinnu eftir tí prestasignaðu egtasongini og tí

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.