Føringatíðindi - 06.12.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 06.12.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr. 22. 6. DECEMBER 1900. . Ái II. AR Mjørkalandið (Yrking av Balzar.' I.andið { tjúkkari toku lá fjalt, og fólkið gekk sum í svøvni alt. Tey flestu mundu seg signa í tíð, men fáur spurdu seg sjálvan: »Hví?«. Morgunmat, døgverð og nátverða svølgdu tey til sínar tíðir — tey sera væl føldu, at matur var frálíkur fyri svongd, til magan at passa var hugur og trongd. — Tað lívið var frálíkt, tað verður ei gloymt, eg havi tað tí títt afturdroymt. — Tá einigheitin var ongum lík, har sum Per hevði brík, fekk Páll sær brík. Um ísakur, sum var størstur av monnum, tá segði eitt orð, varð tað sagt av sonnum. Um Hanus, sum húskarlar hevði flest, helt eitt vera best — so var tað best. Um Rabbaldur, sum hevði útlendskan sið, vildi fara eina ferð — fóru allar við. Fekk Janus sær kot vi gráðum fóri, straks allir í slikum koti vóru. Um Guðrun brúkti krymputar kjólar, fekk hvør ein ungmoy sær slíkan til jólar. Um útlendska, beinbrotna Magga gekk halt', tann næsta morgun haltaðu alt. Pápin drakk sær ein høgtíðsrús, sonurin drakk, so hann neyvan fann hús. Pápin giftist á 3ota vetri, sonurin visti sær einkið betri. Brúðurin græt sín brúdleypsdag, skamm í hvørja, sum ei gjørdi tað; um slíkt varð gloymt og óhapp hendi, so var tað nin straffur, sum skepnan sendi. í slíkum landi, har havi eg bú, har havi eg stórur maður verið; eg svørji tann eið á mína trú: eitt høvdingaevni eg eri. Men her, hvar øll vilja halda ráð, her tekur mítt høvur at virkja; enn búkur er frískur, tí fann eg uppá at leggja meg aftur at yrkja. Her fáur yrktu — tað hjálpur væl — men skjótt eru fleiri um boðið. Mítt yrkjaraverk verður skjótt einki spæl, skjótt tynnist mær hetta soðið. • Pressan*. Fyri stutt síðani læs eg í »Føringat.« nøkur »orð til at teinkja yvir« av einum S. Joensen. Har varð millum annað sagt, at bløðini, »pressan«, í Førjum ikki hevði tað virði, tey kundu og áttu at havt fyri fólkameining og landastýri, tí tey mál, sum bórist fram, og tey evnir, íð umtalaðist, ikki lógu okkara hjarta nær. Nakað so- leiðis vóru orðini, um eg minnist rætt. S. Joensen sigur sannheit. Vit hava nú i longri tið átt ikki so fá bløð, sum verða lisin av ikki so fáum fólki í Førjum. Hvat hava tey at týða fyri okkum? Er nakað av øllum tí ranga og ljóta, sum dagliga stingur høvdið fram á tingi, í skúla og kirkju, blívið rættað og bøtt av tí stóri makt, sum ein djarv og sannheitskær »-pressa« altíð er? Neyvan. Men tá íð ár undan ári ikki sæst nakað sjónligt merki av tí arbeiðspartinum, »pressan« eigur í felagsstrevinum fyri útviklingi uv vinnu- vegum og andligum sjálvbjargni, so hevur hon eisini harvið mist rættin at vera til. Og hetta kann ikki vera annarsleiðis, so leingi vit, sum lesa bløðini, sakna tað rætta forstáilsið av, hvat tey eru til. So leingi »Dimmalætting«, »Føringatíðindi«, »Fuglaframi« og »Dúgvan« — »Færøsk Kirketidende« er ikki vert at nevna ¦— ikki eru annað fyri okkum enn talurør fyri einum ella nøkrum stakmonnum , sum klandrast, nakað, sum í grundini ikki kemur okkum við og ongan part hevur í okkara verki, tráðan og teinkjan, — so leingi vil »pressan« blíva við at vera eitt týdninga- leyst tíðsfordrív, sum stuttleikar í dag og gloymist í morgin. Blaðstýrini hava ikki alla skyldina í hesum — langt frá —, tey, íð einki lesa, hava ivaleyst tað størsti skyld, — men vit eiga at krevja, at bløðini meir enn hegartil draga fram alt tað ókrút, sum nú fær frið at veksa og breiða seg á høvdini, heila samfundinum til skaða. Men hartil krevjast fyrst og fremst menn við egnara meining og ikki sleiskir og krúp- andi »kanuttar«. Her mugu vit øll gera okkara deil, — um ikki vit vísa tað í penninum, so í góð- um vilja og interessu fyri tí, ið skrivað verður, bert tað kenni'st at vera framborið av einari innarligari meining og trongd til

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.