Føringatíðindi - 31.01.1901, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 31.01.1901, Blaðsíða 2
Enn sum fyrr er R. Effersø andsvar- havanđi blaðstýrari av »Føringat.«, men Felagsnevndin greiður blaðið, meðan hann er sjúkur. g. Decbr. 1900 doyði í Keypmanna- havn Føringurin Jacob Johansen — Jákup á lag kallaður. — Hann var føđdur í 1860 og soleiðís um 40 ára gam- alur. Umframt tað, at hann eina tíð var blaðstýrari av »Dimmalætting«, hevurhann i Keypmannahavn verið formaður fyri Føringafelaginum her, og er soleiðis kendur víða. Allir Føringar í Keyp- mannahavn fylgdu honum til gravar. Hann var nógv avhildin her niðri millum Føringar. Keypmannahavn, n. Jan. 1901. Z. Harðveður. Glaðan í fjørðum himmalhøgt stendur, brimið brúsar um strendur stríðt; klettarnir kalđi, sárliga enka, fávur trýr tí bergið skalv. Kavin rýk'ur úr høgum rúmið, skalvar upp har sum hann fær kvíld. Kuldin pínur í nevið á monnum neyvan er farandi út fyri dýr. Yrkjarin situr inni við ovnin, skrivar yrking um treystar menn. Fáur mann vita, at maðurin skelvur, meðan hann prísar tí stóru natúr. S, S. Joensen hevur fleiri ferðir í »Føringat.« verið frammi fyri verja Kingo-sálmabók, sum hevur verið brúkt her á landi í nær- við 200 ár. At tey slektarliðini, ið farin eru, hava liaft hesa bókina kæra, er ikki at ivast í; tí kann so mangur av tí eldra fólkinum hana úttanat. Men sum alt her i heiminum hevur sína tíð, so eisini Kingo- sálmabók; at stíga i stálbrøkur fyri, at hon skal brúkast í Førjum aldur og allar ævi, má kallast eitt lønarleyst strev. Man tað tó vera so, at kristindómurin í Førjum stendur og fellur við tí gomlu sálmabókini? Um so er, er grundin menniskjaverk og ikki tann rætta, og av tí brekalig. Tað er løgið, at eingir sálmar uttan teir, íð eru 200 ár gamlir, skulu duga at brúkast í kirkjum í Førjum; heldur hevur einki hoyrst um, at við 1700 helt sálmayrkjara- »inspirationin« uppat so at tað, íð attaná kom, er dáraverk. Ella er tað so við sálmunum, sum tað var við krónum og oyrum, at »teir ikki passa í Førjum?« — Hví skal hann, íð nú ynskir aðra sálmabók, haldast at vilja vera Føringum at meini? Tað er ivaleyst órætt, at vilja forða skúlabørnum og ungdómi at læra at syngja teir sálmar, íð brúkast arastaðnis í Danmark (og Noreg); tað skal sigast, at tað ikki eru ungir ribbaldar, sum hava samlað sálmarnar í tí nýggju bókini, men teir eru átlítismenn í kirkjuni, t. d. bispar. Her ímóti kann sjálvsagt S. J. og onkur við honum siga: »vi alene vide«, men teir kunna tó ikkí vænta. at øll skulu vilja fyri teimum og siga: »Eina tikkara orð eru vís«. »Psalmebog for Hus og Hjem«, sum danska kirkjuráðið fyri kortum hevur útgivið og sum brúkast í teimum flestum kirkjum í Danmark, er væl verd at kennast og brúkast í Førjum, ikki minst innan kirkjudyr; og kann ikki tað eldra fólkið taka við tí bókini við tað sama, so eiga tey ikki at formeina ungdóminum og børnunum at gera tað. Væl var, um lærarir og lærarinđur í Førjum løgdu sær eina við at læra børnini at syngjasálmar við røttum nótum, og so er tað ikki at ivast í, at teir »nýggju« sálmarnir við gleði vilđu verið mótitiknir. Tað er at siga, at mangur av teimum »nýggju« sálmunum eru gamlir við lít, men orðalagið tó vent so, at fólk nú á døgum kann kennast við tað. Ikki nýtast Føringar at klæða seg í sorg, um Kingo-sálmabók ikki longur er at fáa til keyps; aðrar líka góðar — og líka bíligar — bøkur eru fyri hond, sum frambera Guds orð líka reint og líka væl tolka tað, eitt menniskja kann bera í harmi i gleði og vanda. Tað er ikki ov mikið sagt, at tað má kallast ein góður framburður, um sálma- bókin »for Hus og Hjem«, nú kann koma í Kingos stað { Førjum. Einhvør, sum vil fremja anđligt lív, vil sannað tað. Fin bygdamaður.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.