Føringatíðindi - 31.01.1901, Side 2
Enn sum fyrr er R. Effersø andsvar-
havanđi blaðstýrari av »Føringat.«, men
Felagsnevndin greiður blaðið, meðan hann
er sjúkur.
g. Decbr. 1900 doyði í Keypmanna-
havn Føringurin Jacob Johansen —
Jákup á lag kallaður. — Hann var
føđdur í 1860 og soleiðís um 40 ára gam-
alur. Umframt tað, at hann eina tíð var
blaðstýrari av »Dimmalætting«, hevurhann
i Keypmannahavn verið formaður fyri
Føringafelaginum her, og er soleiðis
kendur víða. Allir Føringar í Keyp-
mannahavn fylgdu honum til gravar.
Hann var nógv avhildin her niðri millum
Føringar.
Keypmannahavn, n. Jan. 1901.
Z.
Harðveður.
Glaðan í fjørðum
himmalhøgt stendur,
brimið brúsar
um strendur stríðt;
klettarnir kalđi,
sárliga enka,
fávur trýr tí
bergið skalv.
Kavin rýk'ur
úr høgum rúmið,
skalvar upp
har sum hann fær kvíld.
Kuldin pínur
í nevið á monnum
neyvan er farandi
út fyri dýr.
Yrkjarin situr
inni við ovnin,
skrivar yrking
um treystar menn.
Fáur mann vita,
at maðurin skelvur,
meðan hann prísar
tí stóru natúr.
S,
S. Joensen hevur fleiri ferðir í »Føringat.«
verið frammi fyri verja Kingo-sálmabók,
sum hevur verið brúkt her á landi í nær-
við 200 ár. At tey slektarliðini, ið farin
eru, hava liaft hesa bókina kæra, er ikki
at ivast í; tí kann so mangur av tí eldra
fólkinum hana úttanat. Men sum alt her
i heiminum hevur sína tíð, so eisini Kingo-
sálmabók; at stíga i stálbrøkur fyri, at
hon skal brúkast í Førjum aldur og allar
ævi, má kallast eitt lønarleyst strev. Man
tað tó vera so, at kristindómurin í Førjum
stendur og fellur við tí gomlu sálmabókini?
Um so er, er grundin menniskjaverk og
ikki tann rætta, og av tí brekalig. Tað
er løgið, at eingir sálmar uttan teir, íð
eru 200 ár gamlir, skulu duga at brúkast
í kirkjum í Førjum; heldur hevur einki
hoyrst um, at við 1700 helt sálmayrkjara-
»inspirationin« uppat so at tað, íð attaná
kom, er dáraverk. Ella er tað so við
sálmunum, sum tað var við krónum og
oyrum, at »teir ikki passa í Førjum?«
— Hví skal hann, íð nú ynskir aðra
sálmabók, haldast at vilja vera Føringum
at meini? Tað er ivaleyst órætt, at vilja
forða skúlabørnum og ungdómi at læra
at syngja teir sálmar, íð brúkast arastaðnis
í Danmark (og Noreg); tað skal sigast, at
tað ikki eru ungir ribbaldar, sum hava
samlað sálmarnar í tí nýggju bókini, men
teir eru átlítismenn í kirkjuni, t. d. bispar.
Her ímóti kann sjálvsagt S. J. og onkur
við honum siga: »vi alene vide«, men teir
kunna tó ikkí vænta. at øll skulu vilja fyri
teimum og siga: »Eina tikkara orð eru
vís«.
»Psalmebog for Hus og Hjem«,
sum danska kirkjuráðið fyri kortum hevur
útgivið og sum brúkast í teimum flestum
kirkjum í Danmark, er væl verd at kennast
og brúkast í Førjum, ikki minst innan
kirkjudyr; og kann ikki tað eldra fólkið
taka við tí bókini við tað sama, so eiga tey
ikki at formeina ungdóminum og børnunum
at gera tað. Væl var, um lærarir og
lærarinđur í Førjum løgdu sær eina
við at læra børnini at syngjasálmar
við røttum nótum, og so er tað ikki
at ivast í, at teir »nýggju« sálmarnir við
gleði vilđu verið mótitiknir. Tað er at
siga, at mangur av teimum »nýggju«
sálmunum eru gamlir við lít, men orðalagið
tó vent so, at fólk nú á døgum kann
kennast við tað.
Ikki nýtast Føringar at klæða seg í
sorg, um Kingo-sálmabók ikki longur er
at fáa til keyps; aðrar líka góðar — og
líka bíligar — bøkur eru fyri hond, sum
frambera Guds orð líka reint og líka væl
tolka tað, eitt menniskja kann bera í harmi
i gleði og vanda.
Tað er ikki ov mikið sagt, at tað má
kallast ein góður framburður, um sálma-
bókin »for Hus og Hjem«, nú kann koma
í Kingos stað { Førjum. Einhvør, sum vil
fremja anđligt lív, vil sannað tað.
Fin bygdamaður.