Føringatíðindi - 31.01.1901, Síða 4

Føringatíðindi - 31.01.1901, Síða 4
FRÁ ÚTLONDUM. Einglands drottning, Victoria, er deyð eftir frættum. — Kinastanđurin væntast nú skjótt rættaður. — Hjá Boarnum gongur við sama lagið. Boarnir gera Eingilskmonnum lívið súrt, og standurin heima í Einglandi er nú so, at ríkisstýrið er nærum statt i vanda fyri ikki at blíva sitandi á pallinum. LÝSINGAR. Fínasta skandinavisk Eksportkaffl Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sui nú um stund er at fáa við handlarna Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. Tíðindir ur Førjum. Harðveður var 21. Januar um kvølđið og um náttina. Stórur skaði hendi manga staðnis um oyggjarnar. í Havn fór eitt hús, sum var i bygging, av grundini og smildraðist mest. • Á Hvítanesi. í Kalbak, Klaksvík, Vestmanna, Viðareiði, Gjánoyri, Skála, Gøti, Strondum og ymsar aðra staðnis frættist frá skaði. Nógvar staðnis sigist, at eingin minnist slíkt veður. Tann 28. kavaði tað so ræðuliga illa av útnorði ella norði, so tað neyvan hevur verið verri frá Várharra. Fiskiskapurin sígist at veira ójavnur. Teir síðsta dagarnar hevur ikki verið hugsað um at farið á sjógv. Livirnátin er ringur víðahvar. I.and- farsót og kikhosti og mangt annað ilt gongur um. Landfarsót gongur í Sanđa- vági, Vestmanna og Strondum. Til Havn- ar er ført rættiliga nógv av sjúkum fólki, so sjúkahúsið sigist at vera fult. — Bátur sigist at vera burturgin í Tvøroyri. 3 menn eru sjólátnir. — Sýslumaður i Norðoyggjum, Olsen, er blivin riddara. Nýtt blað. »Tingakrossur« heitur eitt blað, sum partafelagið »Fram« í Havn gevur út.» Blaðstýrarin heitur Chr. Holm -Isaksen, sonur Dione Isaksen. Hetta blaðið skal strevast fyri øllum frísinnaðum samfunds- gagnaligum málum. Bilar magin at kunna greiða frá, at eg, aftaná at e havi brúkt nøkur gløs av Hslandsk Bitter eri blivin heilt raskur. Tórshavn, t. 2g. Jan. iqoi. J. Egholm. Fæst hjá »Thorshavns handelsforening«. Hvannafræ ynskjist til keyps. Blaðstýrilsið vísur á. Útistandandi peningar fyri >Føring£ tíðindi« biðist sendir skjótast antin til I A. Samuelsen ella A. Sámalsson, Tórshavi Teir Blaðhaldarir, sum hava bílag >Føringat.« gjógnin postin, biðast vinarlig um at lata blaðst. vita av. »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlur posthúsum í Danmarki og Førjum, ur blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá „Fære Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Andsvarhavandi: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.