Fuglaframi - 12.04.1898, Blaðsíða 1

Fuglaframi - 12.04.1898, Blaðsíða 1
I Lýsingar, fyri smæsti skrift: Innlendskar: 10 oyr. reglan. Uttanfyri Ferjar: 12 oyr. reglan. Nr. ^AMTSB0 _____ X TÓRSHAVN % Fuglaframi. Tirsdagin 12. april 1898. „Fuglaframi" kann bíleggjast frá 1. í hverjum mánaðatil útgangin av einum fjórðingsári. i. ár. „Fuglaframi" kemur út 2. og 4. tírsdag um mánaðin. Skriftlig uppsøgn. Blaðstýrari: SVERRE PaTURSSON. „Fuglaframi" kostar, goldin frammanundan, I kr. hálvárið, flutningspening undantikin. Bergensframsýningin. Framsýningslutar fóru niður við »I.auru< 28. mars, og vóru har ímillum 3 bátar: 2 seksmannafør og 1 tíggjumannafar. »Dansk Fiskeriforening« hevur alt ráðið yvir flutning, uppstilling og øðrum við- víkjandi framsvningsgóðsirium, og fyriskipar øllum. Nakar framíhjá styrkur — sum Føroyingar bóðu um — varð ikki givin. Tær 1000 kr., sum biðið var um til ferða- fólkið, eru játtaðar. Fólkatingsvalgið er sett til at verða 20. mai. Rikisstýrið høgra í Noregi hevur biðið kongin um at sleppa sær frá. Nvtt stýri er afturkomið. Amtmaðurin fór niður við síðsta post- skipið. Tað sigst, at hann ætlar sær upp aftur við »Lauru« 22. apríl. Ókunnug fiskiskip royna í ár — sum hini árini —'¦ innanfyri markið. Fyri hesum tykist eingin bót at vera. Vestanfyri hevur verið skikkiliga góður fiskiskapur, tó ikki endiliga á tí rætta vár- grunninum. Agn hevur ikki skortað. Sild hevur fingist bæði í Sandavági, Miðvági og Vestmanna. Tær sygru bygdirnar hava fingið sær sild úr Kollafirði og Havn. Fiskurin er smærri enn vant er at vera. Tann 6. apríl sást lamb í Kirkjubø. Velbastaðvegurin. • Nú er aftur ætlanin at gera aftrat. Skal hesin vegurin broytast og leggjast soleiðis, at hann kann nvtast ella í aít fall koma og nýtast til koyru- og ríðuveg, ella skal hann leggjast soleiðis, at hann við alla stongir fyri øllum tílíkum? Føroyskar skipstroyggjur. Á stórtingi í Noregi er avgjørt, at herfólkið, gongufólkið, um veturin skal % bera føroyska troyggju undir »mun- deringini«. Tað má kallast vágaverk at útreiða so mikið av peningum og fólki til fiski- skapin. Tað sigst nú at vera o. u. 70 fiski- skip, sum verða mannaði við o. u. 800 monnum — eitt høgt tal fyri so fátt fólk! Tað kann ikki vera beint, at eitt land — antin tað er lítið ella stórt — setur alt inn uppá ein vinnuveg, tí ár kunnu fylgjast við ringum tíðum fyri tann sama vinnuveg, og tá vil óhappið raka meinari, jú meiri arbeiði og peningar, landið hevur sett í hendan vinnuveg. So leingi fiskiskapurin er góður, er einki at ræðast fyri hesu stóru skiparúgvu. uttan tann meiri ella minni skaði, tey kunnu koma at gera sær sjálvum á ymsum hátti. Men koma fleiri óár í fylgi — hvat hent seg kundi — vil tað verða til minnuliga vanlukku. Tí 800 manns til skips (3000 til báts) umframt ta . stóru fólkarúgvu, sum á landinum tilger fiskin og fær arbeiði av honum, og aftrat fólkið avvant við heima-arbeiði og heima- kost, landið í órøkt — víst er tað at ynskja eftir, at ring fiskiár ikki koma, soleiðis sum nú stendur til. Ikki ein stuðul a land- inum, so at siga! Skip ella handil! Tað hevur verið niðurlagið frá ovast til niðast hjá hvørjum, sum hevur átt so frætt av peningi. Og tó er her, ikki at ivast í, nógv — fyri uttan skip og handil —, sum uudir kønum hondum, vápnaðar við tfð- svarandi verkstólum (reiðskapum), mátti kunna nørst til góðan vinnuveg. Skuldi tað nú ikki skjótt verið uppá tíðina at vent sær eitt syndur handan vegin! Fiskiskapurin hevur altíð og vil altíð hava nógv at týða fyri Føroyar, og tað er neyðugt at læra at fáa so nógv burtur úr honum sum møguligt. Men heilt og al- deilis at seta alt álit á hann, er ikki klók- ligt. Tað er satt, at neyturvuligur studn- ingur hevur skortað bæði ein og annan vegin fyri tann, sum hevur- viljað slóðað aðrar rásir. Tí má ynskjast, at hereftir- dags fávitska, skirvisligur hugsunarháttur (og gerningar hareftir) mugu minka so mikið, at framburður heldur verður styðaður enn forðaður. »Dimm.« sigir frá, at Islendarir koma fram um okkum í mongum, og nevnur tøtingasetrini (uldspinderier). Men tá íð ¦ »Dimm.«. letur tað síggja soleiðis út, sum

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.