Fuglaframi - 12.04.1898, Blaðsíða 2
um hetta er íkoimið av »aktieselskaber«,
má eg siga, at mær er frágreitt, at 40,000 kr.
av landskassanum og 40,000 av sýslinum
eru veittar til at stovna tøtingasetir fyri.
Tonk! um vit bóðu um 40—80,000 kr.
til Føroyingar fyri at hjálpt teimum at
spunnið ull uppá ein nýari máta — (!?)
Innanfyri kirkjudyr. í eini grein til mín
kærar sendarin seg um ymiskan atburð
innanfyri kirkjudyr, og biður meg skriva
um hetta í »Fuglaf.«. Eg ætli. at sumt,
av ti hann sigir, er satt, og er ikki at ivast
í, at helst eym fólk órógvast av tí.
Sendarin sigir, at í summum kirkjum
gongur ikki maður um gottina, uttan at
stórur partur av kirkjufólkinum snarar sær
í sætinum. Helst um tað er ókunnigur
maður ella ein, sum sjaldan sæst í kirkju,
fær hann ikki frið, so leingi hann er innan-
dura. Hann verður illa tilmótar av hesum
og fær lítið upp i lag at samla hugin um
tað, íð framborið verðúr. Setur ein seg í
ein annan sess enn hann er vanur, ella
fylgir hann ikki snórabeint sama sið sum
hini, gongur tað á sama hátt. Tey, sum
soleiðis sita og skimast og snara sær, antin
tað nú er eftir einum hatti. einum silki-
bandi ella onkrum øðrum, hava vituligt
ikki sín hugsan har sum tey skuldu. Tað
er eitt! Men at tey eisini skulu spilla
kirkjugangin hjá øðrum og styggja folk
burtur — tað er annað!
Hetta er mesta innihaldið í greinini.
Tó skal ikki leggjast burtur úr, at send-
arin eifeini sigir seg at hava verið í fleiri
kirkjum. hvar eing'in tílíkur ósámuligur at-
burður finnist.
Málstarv í Noregi.
Sum kunnugt er, strevast Normaðurin
við at sleppa sær frá fremmand (đanska)
málinum, sum í langar tíðir hevur havt vald
bæði ovarliga og niðarliga. Málið er nú
komið rættuliga væl á leið. Tað hevur
fingið sæti í háskúlanum, er góðkennt at
nýtast í fólkaskúlunum og í øllum almen-
ningsskúlum er fyrisett í tað minsta at
kunna tað. »Det norske samlaget< hevur
fingið studdning til at útgeva skúlabøkur
uppá Norskt. Nýliga hevur tingið sett
málið í hásæti við at geva tí rætt at nýtast
sum landsins lógmál í ríkissalinum sum
fyri skrivarinum.
Eisini prestarnir lut-taka í starvinum.
Nvliga skrivast í einum norskum blaði:
»Hardanger og Voss provstiforeningc hevur
avgjørt at biðja bíbulfelagið um at lata
btbulina prenta uppa Norskt, av tí hon
betri kann røkka hjørtunum hjá tí yngra
slektarliðunum. Uppskotið kom frá Olafsen,
sóknarpresti í Ullensvang.«
Tá eg skrivi hetta. má eg hugsa uppá,
tá íð prestarnir Bruun og Fr. Petersen í
trúligum vinarlag komu spákandi gjøgnum
»Færøsk Kirketidendet á sinni. spáandi
ólukku og dimrna tíðir yvir Føroyar, um
Føroyskt verður kirkjumál okkara. Orð
eftir orði, skriftstað eftir skriftstaði raplaðu
teir niður yvir okkara syndigu knokkar,
inntil teir at endanum komu til tey »stóru<
4 »punktum« (»F. Kirketid.« nr. 3 1894).
Av hesum 4 ljóðaði tað eina soleiðis: »At
særlig Færøerne vilde være ilde hjulpne
med at faa eget Kirkemaal.«
Er tað undarligt at fólk ræðist!
Hugarenzl.
»Vit mugu fara varliga fyri ikki at
ovbyrja statin við útgjøldum til okkara,«
hetta er uppistøða og niðurstøða hjá fleiri
av okkara fremstu monnum.
Undirskotið framlopnari ástreinging,
er hetta satt; við slíkum vinnist einki, og
tað er eisini ljótt; men eins illavorði er tað
við, at bera okkara ørindir so fyri rikis-
stýrið, sum vóru vit smædnir biddarir og
mátti tiggja alt, vit fingu, av náði og
miskunn.
H tta er vanvirðiligt; og hetta velđur,
at okkara donsku brøður koma mest sum
til at tykjast synd i okkum, á sama hátt.
sum tær tykist synd í einum neyðaradýri,
íð einki eigur og einki formár sær. Teir
menn, sum soleiðis bera okkara ørindir
fram, skaða okkum tí nógv hjá útlendingum,
og skaða okkum mest hjá okkum sjálvum,
í tí at vit so við og við halda, at so er,
sum hesir vællærdu siga, og minka so
burtur í tað fólk, sum einki hevur og einki
formár sær, men má liva av sínum harras
náðum.
Vakrari, sómiligari og happadrjúgvari
var tað fyri landið, um okkara unđan-
gongumenn bóru sítt skjaldamerki so, at
Danmark gjørdi, hvat tað ger, og' meiri,
nógv meiri afturat fyri okkum, tí tað sá, at
her var ein lítil fólkaflokkur, ikki av
ómagum, men av dugandi og vónsterkum
monnum, sum vildi fram, tó nógvir mein-
boðar vóru á veginum, fram, javnsíðís við
onnur mennilig fólk.
* *
*