Fuglaframi - 12.04.1898, Síða 2

Fuglaframi - 12.04.1898, Síða 2
um hetta er íkoimið av »aktieselskaber«, má eg siga, at mær er frágreitt, at 40,000 kr. av landskassanum og 40,000 av sýslinum eru veittar til at stovna tøtingasetir fyri. Tonk! um vit bóðu um 40—80,000 kr. til Føroyingar fyri at hjálpt teimum at spunnið ull uppá ein nýari máta — (!?) Innanfyri kirkjudyr. í eini grein til mín kærar sendarin seg um ymiskan atburð innanfyri kirkjudyr, og biður meg skriva um hetta í »Fuglaf.«. Eg ætli. at sumt, av ti hann sigir, er satt, og er ikki at ivast í, at helst eym fólk órógvast av tí. Sendarin sigir, at í summum kirkjum gongur ikki maður um gottina, uttan at stórur partur av kirkjufólkinum snarar sær í sætinum. Helst um tað er ókunnigur maður ella ein, sum sjaldan sæst í kirkju, fær hann ikki frið, so leingi hann er innan- dura. Hann verður illa tilmótar av hesum og fær lítið upp i lag at samla hugin um tað, íð framborið verðúr. Setur ein seg í ein annan sess enn hann er vanur, ella fylgir hann ikki snórabeint sama sið sum hini, gongur tað á sama hátt. Tey, sum soleiðis sita og skimast og snara sær, antin tað nú er eftir einum hatti. einum silki- bandi ella onkrum øðrum, hava vituligt ikki sín hugsan har sum tey skuldu. Tað er eitt! Men at tey eisini skulu spilla kirkjugangin hjá øðrum og styggja folk burtur — tað er annað! Hetta er mesta innihaldið í greinini. Tó skal ikki leggjast burtur úr, at send- arin eifeini sigir seg at hava verið í fleiri kirkjum. hvar eing'in tílíkur ósámuligur at- burður finnist. Málstarv í Noregi. Sum kunnugt er, strevast Normaðurin við at sleppa sær frá fremmand (đanska) málinum, sum í langar tíðir hevur havt vald bæði ovarliga og niðarliga. Málið er nú komið rættuliga væl á leið. Tað hevur fingið sæti í háskúlanum, er góðkennt at nýtast í fólkaskúlunum og í øllum almen- ningsskúlum er fyrisett í tað minsta at kunna tað. »Det norske samlaget< hevur fingið studdning til at útgeva skúlabøkur uppá Norskt. Nýliga hevur tingið sett málið í hásæti við at geva tí rætt at nýtast sum landsins lógmál í ríkissalinum sum fyri skrivarinum. Eisini prestarnir lut-taka í starvinum. Nvliga skrivast í einum norskum blaði: »Hardanger og Voss provstiforeningc hevur avgjørt at biðja bíbulfelagið um at lata btbulina prenta uppa Norskt, av tí hon betri kann røkka hjørtunum hjá tí yngra slektarliðunum. Uppskotið kom frá Olafsen, sóknarpresti í Ullensvang.« Tá eg skrivi hetta. má eg hugsa uppá, tá íð prestarnir Bruun og Fr. Petersen í trúligum vinarlag komu spákandi gjøgnum »Færøsk Kirketidendet á sinni. spáandi ólukku og dimrna tíðir yvir Føroyar, um Føroyskt verður kirkjumál okkara. Orð eftir orði, skriftstað eftir skriftstaði raplaðu teir niður yvir okkara syndigu knokkar, inntil teir at endanum komu til tey »stóru< 4 »punktum« (»F. Kirketid.« nr. 3 1894). Av hesum 4 ljóðaði tað eina soleiðis: »At særlig Færøerne vilde være ilde hjulpne med at faa eget Kirkemaal.« Er tað undarligt at fólk ræðist! Hugarenzl. »Vit mugu fara varliga fyri ikki at ovbyrja statin við útgjøldum til okkara,« hetta er uppistøða og niðurstøða hjá fleiri av okkara fremstu monnum. Undirskotið framlopnari ástreinging, er hetta satt; við slíkum vinnist einki, og tað er eisini ljótt; men eins illavorði er tað við, at bera okkara ørindir so fyri rikis- stýrið, sum vóru vit smædnir biddarir og mátti tiggja alt, vit fingu, av náði og miskunn. H tta er vanvirðiligt; og hetta velđur, at okkara donsku brøður koma mest sum til at tykjast synd i okkum, á sama hátt. sum tær tykist synd í einum neyðaradýri, íð einki eigur og einki formár sær. Teir menn, sum soleiðis bera okkara ørindir fram, skaða okkum tí nógv hjá útlendingum, og skaða okkum mest hjá okkum sjálvum, í tí at vit so við og við halda, at so er, sum hesir vællærdu siga, og minka so burtur í tað fólk, sum einki hevur og einki formár sær, men má liva av sínum harras náðum. Vakrari, sómiligari og happadrjúgvari var tað fyri landið, um okkara unđan- gongumenn bóru sítt skjaldamerki so, at Danmark gjørdi, hvat tað ger, og' meiri, nógv meiri afturat fyri okkum, tí tað sá, at her var ein lítil fólkaflokkur, ikki av ómagum, men av dugandi og vónsterkum monnum, sum vildi fram, tó nógvir mein- boðar vóru á veginum, fram, javnsíðís við onnur mennilig fólk. * * *

x

Fuglaframi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.