Fuglaframi - 13.12.1898, Blaðsíða 3

Fuglaframi - 13.12.1898, Blaðsíða 3
bjarging til at sleppa uridan aftur besum sorta, sum bendur og boyggjur sjálvt tað sterkasta, i tær er, til jarðar. ,Og tó — tó skal tað draga frá aftur, so satt sum tú hevur nakað álit á tín gud, so satt sum tú trýr, at alt hvat íð hann leggur á teg, er tær til besta, tó tú við tinum ófullkomnu jarðaeygum ikki dugur at síggja nakað høpi í hansara undar- ligu førslu við tær. Men trýr tú ikki. ella karin tú ikki, so hygg y vir víðu verøld alla, bygg ikki einans at tí fólki. íð nú er, men hygg at tí, íð hevur verið frá upphavi av, og at tí, sum kann vera áðrenn endi er, og tak og hygg at støkum tær kendum dømuin av heimsøguni allari: Særtú foreldur og børn, skyldfólk og næstningar, sum gráta tey bitru tár og kenna eina tyngd og hjálpaloysu so stóra, at teimum tykist einki vera, sum ræður bøtir meir, nú tey mistu tann, alt teirra álit var á, og sum tey elskaðu so nógv, í so hørðum og syrgjuligum deyða. Men komandi slektir hava tó kunnað prisað Gudi fyri, at hann førdi henda manns lívs- ferð sum gekk. tí tað, íð honum barst á, hevði alt at týða fyri tey, íð eftir vóru og aftaná komu. Ella tak ein av tínum forn- fedrum fyri mongum hundrað árum síðani: Veistú hvat hann hevur talað og strítt fyri — teg? Veistú hvat hann hevur strítt sær til og givið eftirkomarum sínum til arvar og teir aftur givið tær við dømum og í blóðinum? Ella veistú hvat tínar egnu tyngslur og tungu royndir hava at týða fyri tínar eftirkomarir ella næstningar? Tú kann svara nei, at tú veit tað ikki gjølla — tó kannstú ætla nógv um tað —, men tú kann ikki svara nei fyri, at lív títt ikki virkar uppá tey menniskjur, tú livir ímillum, líka so lítið sum tú kann svara nei fyri, at tin æviskeið einki kemur seinri slektum við. Tí øll eru vit skyld, allur heimurin er skyldur, tað er alt ein mannaflokkur og tað staka menniskja kann tí ómøguligt einans liva lívið fyri seg sjálvan. Men fætar tú rætt tað, at tú eisini livir lívið fyri onnur, sum øðru fyrr hava livað tað fyri teg, tá viltú kannske lættari skilja tær ymisku tilburðar, Gud sendur tær og helst tá íð dagarnir gerast tungir. Sum sorg ella gleði soleiðis av Gudi útbýtast í heimi, at tær oftast — leystliga sætt — sýnast at vilja ráma tann einstaka ella ta einu slekt, so berast tó ofta dømir fram um, at eitt heilt fólk, ja stór lonđ leggjast undir somu tyngd, ella fáa somu gleði. Israel stundi unđir fremmandum ráns- monnum —Rómarinum — sum oyðiløgdu og forkomu hvat íð ti tóktist bestu ognir í á jørðini. Men tó allar hesar neyðir gingu yvir fólkið og kenndist av øllum, so var tó myrkri i Judea aldrin so svart, at Gýðing- amir tó eyngdu glott, hvar ígjøgnum teir hómaðu glamu av sól — tí teir áttu tað eftir, sum eina er at halda um i slíkum stundum, teir áttu trúnna og vónina. Teir áttu eina fulldygga vón um, at einaferð skuldi tann harri koma, sum vildi og kundi loýsaa fólkið úr váða. Tí kundi eisini eingilin siga: Eg beri tykkum eini gleðilig boð, og aldrin, tað kennur hvørt menniskja við sær sjálvum, er nakar meiri takksamur enn tann, íð leingi hevur hðið neyð og tolt allar illskur og sum so bráđliga sleppur undan. T á var júst tíðin at koma fram við teim gleðiligu boðum, tá vildi fólkið kenna hvat tað skyldaði Gudi fyri gávuna, og lova og takka honum av heilum huga. íijá teimum smáu føddist Kristus og millum tey smáu vóru boðini um hann fyrst útborin. Tí ljóðaði eisini: Æg beri tykkum eini gieðilig boð, sum skulu veitast øllum fólkinum,« tað skal eingin vera útistongdur, nú kunna øll gleða seg. Ja øll, øll kunnu gleða seg, sum liva í vónini og trúnni uppá, at hvussu Gud skipar fyri sær ella sínum, so er og verður einki gjørt uttan til okkara gagn. Og hví skuldu vit misstrú? hví skuldu vit trú at heimurin varð stýrđur av einum ómilđum Gudi, sum aldrin unnti okkum gleði, all tann tíð hann sendi son sín higar okkum til hjálpar. Ella hví skuldu vit misstrú og hilđi einki stýri vera á himni ella á jørð; tá íð alt tó gongur í einum spori og fylgir lógum, sum fyrisettar eru frá upphavi av, fyrisettum lógum, sum alla staðnis og fyri øllum galda uttan í mannabarminum einum. Manna- sálini er tað einasta á jørðini, Gud hevur givið frían vilja at gera eftir sínum egna tykki. Sum smalusveinarnir í Gýðingalandi á sinni fegnaðust við at síggja, hvat eingilin hevði boðað teimum frá og síðani fóru aftur L gleði at røkta sínar dagligu gerningar, so vilja eisini vit leita til Betlehem og halda jól til minnis um tann allgóða himna- kongin, íð alt sítt setti til fyri at veita okkum sálabót. Um vit so fara aftur út til arbeiðið og stríðið í lívinum, jólaljósið kann káma fyri okkum, men so satt vit goyma vónina rætt, tað skal aldrin, sjálvt ikki í tyngsta stríði, vera so kámt, at tað hvørvur, men altíð eiga ljóm, at halda okkum á tí røttu leið, inntil tað einaferð lýsir fyri okkum inn til lívsins stóra dag. í »Fuglaframa« nr. 7 er nakað greitt frá, hvat íð røtt var á fólkafundinum við Sandsvatn. ímillum annað var avhaldsmálið frammi — tað hevði her ein heitan vinmann í Sandoyarpresti, hvat gjølla sæst av hansara úttalilsum. Her røddu eisini tveir aðrir um sama

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.