Fuglaframi - 13.06.1899, Blaðsíða 2
ioo alin høgt og 200 alin lang't, tvørtur við
sjógvnum; hará bygdi hann: virkihús 35 al.
1. og 20 br., sethús 30 al. 1. og 15 br.,
smiðju 10 al. 1. og 8 br., eitt trægólv
norðanvert við virkihúsið til at draga hval-
irnar uppá, meðan teir verða gjørdir til
rættis, o. u. 60 al. 1. og 25 br.
í ár byggist ein træbrúgv út í sjógvin,
sum skal vera so langt út, at ein stór
»skonnert« — sum Michelsen hevur til
farmaskip — skal kunna leggja inn at, fyri
at gera tað høggligari atlossa. Eisini skal
byggjast eitt stórt kolhús. Snakkað hevur
verið um seinni at bygt eitt guano-virkihús,
um pláss fæst nóg mikið til tað. Fastir
arbeiðsmenn hava verið bæði ífjør og íár,
12 Normenn og 4 Føroyingar umframt
bønamenn, tá íð mest hevur verið at gjørt.
Ifjør veiddi Michelsen 54 stórhvalir, harav
vóru 6 royðrar, 4 stórar sildrekar. 10 ella
12 kúlubøkur, hitt var alt nebbafiskar.
Tann 13. apríl í ár kom hann at landi á
Kópagørðum við tí fyrsta hvalinum, og
tann 24. mai kom hann við tí sætta — alt
nebbahvalir *). Tann 4. mai fann Michelsen
ein nýskotnan døgling; skutulin stóð í
honum, og 30 favnar av línu uppi við. Ein
guvubátur »Viking« kom til Kópagarðar**)
3. hvítusunnudag; Michelsen ætlar at brúka
hann til sleipubát, meðan hann sjálvur skal
liggja uttanfyri og skjóta í heilum.
Utróðurin hevur verið litil, tí veðrið
hevur verið ovruskut; tað sum nakar hevur
roynt, hevur her um vegir helst verið eftir }
reyðfiski, og einkultur bátar hava sloppið !
upp til 20 kr. á bát.
Lambingin verður yvir høvur av
tí ringasta her norðanfyri, uttan í
Fugloy; har sigst at vera sum eitt meðalár
til lomb. Kavi og kuldi hevur altið verið
til reiðar, um onkur dagur hevur víst seg
við betri veðri; so at ringari vár man
fáur minnast.
Tey gomlu søgdu, at tað vóru tsy !
ringastu várini, sum nakar mintist, tá íð
tjaldur doyði i raki; men so ringt var í
Hvannasundi, at har funnu teir, mitt í apríl,
eitt tjalđur, sum var kropið inn í eitt neyst,
og lá har deytt í tí púrasta raki.
Ur Suðuroy.
(Frá „Fuglafr.“s brævskrivara.)
23. mai 1899.
Suðuroyar skipini hava fiskað væl, til
hvítusunnu hevði »Johanne« fingið 172 skpd.,
*) Michelsen hevur nú fingið 16. Blaðst.
**) Brævskrivarin hevur greitt frá, hví plássið nevnist
Kópagarðar, men noyðist hendan frágreiðingin at
bíða til næsta blað, tá hon ikki hesa ferð fær rúm.
»Ørðvingur 170, »Albert-Victor« 110, »Re-
gina« 120, »Robert Miller« 100, »Vábingur«
80, »Viking« 80, »William Clowes« 110,
summu hava har aftur ímóti fingið ógvuliga
lítið.
Bátarnir hava eisini fiskað rættuliga
nógv tá íð veðrið hevur verið til at fara til
útróður — frá 5 og upp til 8 krónur í part.
Burturgingin er deksbáturin hjá J. Dahl
í Vági við trimum monnum, teir fóru úr
Vági til Famjin og Sumba eftir turrum
fiski og vóru lastaðir við 50 a 60 skip-
pundum; óhappið barst til tann 13. í h.
Við lembingini hevur tað verið av tí
allar ringasta í ár, so at tað næstan ikki
sæst meiri enn einkult lomb í haganum
aftur imóti sum í góðum árum.
Blaðstýraraskifti. R. Effersø varð
á fundi í Havnar avhaldsfelag 1. hvítusunnu-
dag kosin til stýrara á »Dúgvuni« staðin-
fyri D. Isaksen, sum tá segði seg frá.
Hr. Effersø, sum fyri uttan hevur blaðið
»Føringat.« í hond, tók við frá fyrst út-
komandi blaði.
Dúgvan var í síðstuni byrjað eitt ørð-
vísi flog, enn hon fyrr var von at brúka.
Hetta flogið, sum kannske skuldi vísa, at
hon var komin upp um unga-aldurin, hóaði
tó ikki teimum, sum Dúgvuna áttu —
Havnar avhalđsfelagi. Eisini aðrir menn
á bygd vildu vera við tað, at flogið ikki
passaði henni. Sum vera man, fekk maðurin,
D. Isaksen, sum settur var av avhalds-
felaginum at ansa eftir henni, alla skuldina
fyri. at hon fleyg so løgliga.
Til síðst vildi eigarnir ikki longur vita
av hesum nýa floginum. 1. hvítusunnudag
varð ti avhaldsfelagið stevmt saman til fund
til at avgera um, antin Dúgvan skuldi av-
lívast ella ikki. Men tá ið D. Isaksen við
byrjan av funđinum segði seg frá at passa
hana longur, vildi felagið ikki drepa hana,
men kjósaði R. Effersø til at taka sær av
henni.
Búnaðarbólkar.
A' J. Patursson.
(Framhald.)
Slátturmaskinan.
Sum bøirnir leggjast meir og meir í
flatnalendi, kemur sláttumaskinan til at
rudđa sær inngongd' í Føroyum. Flest
alla staðnis vil hon kunna brúkast — bert
teigarnir vera avlagdir —, tí tað er frálíkt
sum maskinsmiðirnir hava verið kringir í
hesum seinasti ár til at gera hana skikkaða
til at brúkast á brattari og óslættari mark.