Fuglaframi - 13.06.1899, Page 3
Hon verður đrigin av einum ella
tveimum hestum og eru tí drottrastengur
á henni framman til. A tveimum hjólum
gongur hon, og við tað at tey mala seg á
meðan framdrigið verður, fíra tey á eitt
annað minni hjól, sum aftur koyrur á
nøkur onnur, inntil snúðurin endar í einum
lítlum kasti (sveivi). sum skúgvar líggja-
blaðið aftur og fram við rokandi ferð.
I.íggjablaðið, sum gongur út til viks frá
maskinuni høgru megin, er tent mest sum
sag (tvørskerari) og liggur í einum slíðra,
sum eisini er tentur. Slíðratennirnar eru
flikaðar opnar aftan í frá og fram ímóti
oddinum, og ígjøgnum hesar flikur er tað
at líggjablaðið við sínum nvestu tonnum
furar seg og við tað klippur grasið av.
Altíð skal eitthvat vera til atfinning, og
tað hevur verið sagt, at maskinan slær ov
ósnøgt. Ja, hon rívur ikki bark, tað ger
hon ikki, men tað er ein stilling til ma-
skinlíggjan, sum sláttumaðurin kann brúka
til at lata hana skera so snøgt og so
ósnøgt sum nýtist.
Tað er forderviligt at sláa ov nær.
Tað eigir altíð at standa ein fittur stubbi
eftir av hóvnum til at líva grassvørinum
móti vetri. Tann, sum g'evur tí ans, vil
síggja, at tann snøgt sliđni bøurin snarari
mosagongst enn hin, sum eisini hitt, at
hann fornast skjótari. Tó má sjálvtsagt
hógvurin rættast nógv eftir grasslaginum
og sláttutíðini.
Meiri um búnan.
Tað sær undarligt út fyri mær, at
»Sveinur« so skuldi lata seg teppa av einu
»Kvinnu«. Mær dámar tað einki, at hann
so skjótt gav fyri tapt, og tá eg haldi meg
eisini hava nakað at tosa um, fari eg at
biðja tygum, harra blaðstýrara, soleiðis
sum teir plaga at siga í løgtinginum: Má
eg biðja um orðið!
Mær tykist tað lítið sømuligt, at tit
brigsla okkum um eingilskar hattar, nú vit
við so strangari lóg hava stongt fyri ein-
gilskum sjómonnum. Tygum skuldi, góða
kvinna, bara vita, hvussu fegin ein eingilskur
keypmaður var nýliga, tá hann fekk selt
3 kassar av forriknum hattum, surn vóru
so gamlir og úr móta, at hann ætlaði at
lata teir gera um til eina gólvmáttu. Og
so væl sum hesir hattarnir komu við í Før-
oyum! Eg skal siga tygum, at tygum ikki
hevði sloppið í eitt einasta brúðleyp, og
eingin maður hevði fingið konu, um eingilsk-
maðurin ikki hevði sent okkum hesar
gomlu hattarnar, vit mátti jú hava teir til
— b rúðgómshattar.
Enn minni mátti verið at sagt um
frakkarnar, helst tá teir svørtu hvølpalitaðu.
Mær tykist altið stuttligt at síggja gririda-
hvalir, og tygum mátti minst til, hvussu fegin
vit vóru nú_ á páskum, at fáa grind so for-
kunniga. Ólíka stuttligavi haldi eg tá vera
at kunna innbilla sær at síggja hópin av
grindahvalum, hvørja ferð fólk er í hægsta
stási, sjálvt um tað er um jóltíð.
Og tosaði tygum um langbuksur, tá haldi
eg tað vera tað hentasta og klæðiligasta
plagg, sum til er; tí, vil eg vera heilt fínur,
lati eg brøkurnar darla niður á skógv, vil
eg vera »gemeinur« maður, bróti eg tær
upp til ølclar, og vil eg agera fyri at vera
Føroyingur, so rulki eg tær í ein bólk
uppi við knæ; eg kann soleiðis gera tríggjar
menn burtur úr einum manni.
Men — eg má jú ársaka tygum, tí tygum
sýnast at hava so lítið til at fara í sjálv,
í tað minsta tykist tað at sita tygum so illa, at
tygum noyðast til at forandra ella keypa ty-
gum nýttí heilum. Ónatúrligaundarligtertað
tó kortini; nú eru so nógvar seymimaskinur
í landinum og so nógvar seymikonur, tó
vera konufólkaklæðini so illa gjørd, at tað
hugsast ikki um at fáa tey so væl seymað,
at tey kunnu pássa longur enn eina tveir
mánaðir í tað hægsta. Frægari var tað tó
fyrr, tó tá hvørki vóru maskinur ella seymi-
konur. Tá dugđi konufólkið tó so væl at
virka, at dóttirin tók við klæðunum óslitnum.
sum^móðurin hevði brúkt alla sína tíð.
Mær tykist synd i tykkum. konufólk!
Som nú er vorðið hjá tykkum, haldi eg tit
náa ikki til at hugsa um annað ting í
verðini uttan um klæðini uppá kroppin, og
— tó er tað ongantíð til pass álíkavæl.
Hvussu langt er tað siðani tit royndu
at fara í nakað, sum skuldi líkna tykkum
við sátur, tað var ta ferðina, tá tit funnu
uppá at ganga í hesum útspentu jarngjarðum,
sum minst fjaldi eitt hálvt gólv ísenn.
Ikki passaði tað tó leingi, ti so skuldu
gjarðirnar flytast og spennast tvørtur um
miðjuna, so at hvat fyrr hevði verið avgjørt
í víðilsi, tað skulđi nú gerast í krympilsi.
Tó dugdi tað heldur ikki leingi, helst tí
at tá bleiv skapilsið alt ov beint, tað hjálpti
ikki uttan at fáa ein vøkstur onkurstaðni, so
at útsíggjandið kundi skeiklast onkran veg.
Og skuldi tað blíva nakran veg, so mátti tað
blíva har, sum tað bleiv — tað mátti blíva til
ein hala, ella — rættari sagt — til ein
halatógva. Aftur skuldi tá tógvin burtur —
men hvat galt! nú var uppaftur alt ov
slætt, so var einki uttan at fara og rympa.
Tá vóru rukkur! tær fullu sum boðabrot
niður eftir barminum, aftur og fram, hvør
um aðra um allan bulin, so tað sá út sum
tað rísnasta toppagjólv, íð sæst i nakrari
íðu íFøroyum. Enn skuldi hetta leggjast
burtur og annað takast uppaftur, men eg
má støgga, tí alt at rokna upp, hevði varað
mær nógvar dagar, enn tað seinasta, tit