Fuglaframi - 12.12.1899, Page 1
Lýsingar,
fyri smæsti skrift:
Innlendskar:
10 oyr. reglan ella
hennara pláss.
Uttanfyri Føroyar:
12 oyr. reglan.
Fuglaframi.
„Fuglaframi“ kann
bíleggjast á øllum
posthusum í Før-
oyum, Danimarki,
Grønlandi, Noregi
og Svøríki.
Nr. 16.
Tírsdagin 28. novembur 1899.
2. ár.
„Fuglaframi“ kemur út 2. og 4. tírsdag um
mánaðin. Skriftlig upnsøgn.
Blaðstyrari: „Fuglaframi11 kostar, goldin frammanundan,
SvERRE PATURSSON. i kr. hálvárið, flutningspening undantikin.
Málstarvið.
Sum í síðsta blað framflutt, so er tað
ivaleyst stýrarin av »Dimm.«s sannaynski:
at krítinum til við »Færøsk«. Tó at hann
ikki tekur sítt »Baade — Og« so týðuliga
uppaftur hesa ferðina (»Dim.« nr. 46), so er
tað tó nóg skiligt, við tað at hann framflytur,
at tað ikki er i øllum londum, at kirkju-
og talumálið nett líkjast.
Men hvussu gongst tað yvirhøvur, tá
íð eitt mál er talumál. annað kirkju-, skúla-
og bókmál í sama landi? Ja, tey koma
sjálvtsagt til endan at líkjast, um tey hvørt
fyri seg vóru aldrin so ólík. Vit nýtast
ikki at fara burtur í verølđina at kanna
eftir hesum; her gongur sjón fyrisøgn; vit |
hava tað besta dømi her hjá okkum sjálvum.
Tað sigst ikki annað enn at »Færøsk« er
komið áleiðis til meira og meira at líkjast
Danskum. Og við »Dimm.«s »Baade—Óg«
vil tað halda fram við at nærka seg móti
høvuðsmálinum (tí danska), til tað verður
tað bera tvætl ella heilt avloyst av hesum.
Antin Føroyskt til landamál, ella so
geva vit uppat við tí. geva tað frá okkum,
geva tað til unđirlúting fyri tí danska.
Antin Føroyskt til landamál og høvuðsmál
ella ikki Føroyskt. Her má nú markið
setast, klárt og sjónligt. Slíktsum »Dimm.«s
»Baade—-Og« er fyrst og fremst ein hola
fyri »hálvmenninar«, fyri teir, sum antin av
einari ella aðrari ársøk ikki vilja viðganga
sanna hugsan sín; tí tó at tað av innasti
grund er móðurmálsins versti fíggindi, so
kann tað toyggjast soleiðis í allar ættir, at
tað kann brúkast nær sagt til hvat sum
helst. Hetta »Baade —Og« ger báðar
partar, bæði sannar málmenn og sannar
málmótistøðumenn, í ørviti. Nei, Føroyskt
ella ikki Føroyskt, tá veit ein hvar íð fólk
er. tá gongur arbeiðið sum tað skal, uttan
svik og fals. Tá íð einki »Baade—Og«, í
tí týdningi, sum »Dimm.« tekur tað, er
longur at verja seg og fjala seg undir, so
verður eisini málstarvið eitt ærligari og
hugnaligari starv enn tað higartil hevur
verið.
»Dimm.« tekur til, at hin viðgitni
norski skaldurin og politikkarin Bjørnstjerne
Bjørnson nýliga í festligari samkomu varaði
at móti at sleppa danska (đansk-norska)
málinum.
Eg skal ilcki dvølja lesarnum, við at
vísa tann nokk so stóra munin, sum er
millum málstarvið í Noregi og okkara.
Hann er so stórur, at hesu bæði málstarvini
ikki í einum og øllum kunnu líknast saman.
Fin atfinning móti norska málstarvinum
kann hava grund fyri sær, men tann sama
atfinning kann verða grundaleys, tá hon
verður stevnd móti málstarvi okkara, og
samaleiðis umvent. Eg vil minna »Dimm.«
á hetta, men eg havi ellars ikki pettið
ímóti, at hon tekur til norska málstarvið.
Tað er nakað sjáltsamt, sum teir hava
arbeitt trúliga fyri málinum har eysturi, og
fram hevur tað gingið har efter, so nú hevur
móðurmálið teirra aldeilis fullt so miklan
rætt sum tað đanska. Hetta kundi »Dimm.«
greitt frá um hon vildi, men tað liggur
sjálvtsagt ikki fyri henni. Hon nevnur
bara, at Normenn »agitere for tiden for
indførelsen af et eget sprog« og so hetta
um Bjørnson, sjálvsagt.
Bjørnson er ein av teimum, sum hava
stillað seg á oddan til at arbeiða móti
málstarvinum í Noregi, sigir »Dimm.«.
Bjørnson hevur ikki verið við málstarvarnum,
satt er tað, men heldur ikki hevur hann
higartil tikið stóran lut í arbeiðinum móti
teimum. Hann hevur, tá íð løtan hevur
verið til, sagt sín hugsan um málskiftið.
Fyrst nú, nettupp í hesum døgunum er
hann lagstur á at lemja málstarvarnar, hegla
niður á móðurmálið og bygdafólkið. Rusk
og skittur í tað!
Tað er ikki óteinkiligt, tó eg neyvan
vildi trú tað um ein mann sum Bjørnson,
at ársøkín til atburð hansara er, soleiðis
sum tað hevur staðið í fleiri norskum
bløðum: Hann sær at málstarvið gongur
fram í stórum og at øll líkindi eru til at
tað snarliga vinnur fagran sigurin; nú eru
bøkurnar, hann hevur skrivað, uppá Danskt,
líkasum hann sjálvur, tá hann hevur latið
orð fallið í málstríðinum, hevur stillað seg
uppá danska málsins síðu. Honum tykir
tað tí illa, at tað málið, hann brúkti,
skal verða við undirlutan. Tað er eisini
merkiligt, at hansara talur móti málstarv-
inum ikki hava ta fynd og tann stoltsliga