Fuglaframi - 12.12.1899, Blaðsíða 1

Fuglaframi - 12.12.1899, Blaðsíða 1
Lýsingar, fyri smæsti skrift: Innlendskar: 10 oyr. reglan ella hennara pláss. Uttanfyri Føroyar: 12 oyr. reglan. Fuglaframi. „Fuglaframi“ kann bíleggjast á øllum posthusum í Før- oyum, Danimarki, Grønlandi, Noregi og Svøríki. Nr. 16. Tírsdagin 28. novembur 1899. 2. ár. „Fuglaframi“ kemur út 2. og 4. tírsdag um mánaðin. Skriftlig upnsøgn. Blaðstyrari: „Fuglaframi11 kostar, goldin frammanundan, SvERRE PATURSSON. i kr. hálvárið, flutningspening undantikin. Málstarvið. Sum í síðsta blað framflutt, so er tað ivaleyst stýrarin av »Dimm.«s sannaynski: at krítinum til við »Færøsk«. Tó at hann ikki tekur sítt »Baade — Og« so týðuliga uppaftur hesa ferðina (»Dim.« nr. 46), so er tað tó nóg skiligt, við tað at hann framflytur, at tað ikki er i øllum londum, at kirkju- og talumálið nett líkjast. Men hvussu gongst tað yvirhøvur, tá íð eitt mál er talumál. annað kirkju-, skúla- og bókmál í sama landi? Ja, tey koma sjálvtsagt til endan at líkjast, um tey hvørt fyri seg vóru aldrin so ólík. Vit nýtast ikki at fara burtur í verølđina at kanna eftir hesum; her gongur sjón fyrisøgn; vit | hava tað besta dømi her hjá okkum sjálvum. Tað sigst ikki annað enn at »Færøsk« er komið áleiðis til meira og meira at líkjast Danskum. Og við »Dimm.«s »Baade—Óg« vil tað halda fram við at nærka seg móti høvuðsmálinum (tí danska), til tað verður tað bera tvætl ella heilt avloyst av hesum. Antin Føroyskt til landamál, ella so geva vit uppat við tí. geva tað frá okkum, geva tað til unđirlúting fyri tí danska. Antin Føroyskt til landamál og høvuðsmál ella ikki Føroyskt. Her má nú markið setast, klárt og sjónligt. Slíktsum »Dimm.«s »Baade—-Og« er fyrst og fremst ein hola fyri »hálvmenninar«, fyri teir, sum antin av einari ella aðrari ársøk ikki vilja viðganga sanna hugsan sín; tí tó at tað av innasti grund er móðurmálsins versti fíggindi, so kann tað toyggjast soleiðis í allar ættir, at tað kann brúkast nær sagt til hvat sum helst. Hetta »Baade —Og« ger báðar partar, bæði sannar málmenn og sannar málmótistøðumenn, í ørviti. Nei, Føroyskt ella ikki Føroyskt, tá veit ein hvar íð fólk er. tá gongur arbeiðið sum tað skal, uttan svik og fals. Tá íð einki »Baade—Og«, í tí týdningi, sum »Dimm.« tekur tað, er longur at verja seg og fjala seg undir, so verður eisini málstarvið eitt ærligari og hugnaligari starv enn tað higartil hevur verið. »Dimm.« tekur til, at hin viðgitni norski skaldurin og politikkarin Bjørnstjerne Bjørnson nýliga í festligari samkomu varaði at móti at sleppa danska (đansk-norska) málinum. Eg skal ilcki dvølja lesarnum, við at vísa tann nokk so stóra munin, sum er millum málstarvið í Noregi og okkara. Hann er so stórur, at hesu bæði málstarvini ikki í einum og øllum kunnu líknast saman. Fin atfinning móti norska málstarvinum kann hava grund fyri sær, men tann sama atfinning kann verða grundaleys, tá hon verður stevnd móti málstarvi okkara, og samaleiðis umvent. Eg vil minna »Dimm.« á hetta, men eg havi ellars ikki pettið ímóti, at hon tekur til norska málstarvið. Tað er nakað sjáltsamt, sum teir hava arbeitt trúliga fyri málinum har eysturi, og fram hevur tað gingið har efter, so nú hevur móðurmálið teirra aldeilis fullt so miklan rætt sum tað đanska. Hetta kundi »Dimm.« greitt frá um hon vildi, men tað liggur sjálvtsagt ikki fyri henni. Hon nevnur bara, at Normenn »agitere for tiden for indførelsen af et eget sprog« og so hetta um Bjørnson, sjálvsagt. Bjørnson er ein av teimum, sum hava stillað seg á oddan til at arbeiða móti málstarvinum í Noregi, sigir »Dimm.«. Bjørnson hevur ikki verið við málstarvarnum, satt er tað, men heldur ikki hevur hann higartil tikið stóran lut í arbeiðinum móti teimum. Hann hevur, tá íð løtan hevur verið til, sagt sín hugsan um málskiftið. Fyrst nú, nettupp í hesum døgunum er hann lagstur á at lemja málstarvarnar, hegla niður á móðurmálið og bygdafólkið. Rusk og skittur í tað! Tað er ikki óteinkiligt, tó eg neyvan vildi trú tað um ein mann sum Bjørnson, at ársøkín til atburð hansara er, soleiðis sum tað hevur staðið í fleiri norskum bløðum: Hann sær at málstarvið gongur fram í stórum og at øll líkindi eru til at tað snarliga vinnur fagran sigurin; nú eru bøkurnar, hann hevur skrivað, uppá Danskt, líkasum hann sjálvur, tá hann hevur latið orð fallið í málstríðinum, hevur stillað seg uppá danska málsins síðu. Honum tykir tað tí illa, at tað málið, hann brúkti, skal verða við undirlutan. Tað er eisini merkiligt, at hansara talur móti málstarv- inum ikki hava ta fynd og tann stoltsliga

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.