Fuglaframi - 12.12.1899, Page 2

Fuglaframi - 12.12.1899, Page 2
fríða klang, sum ellers hansara talur plaga at eiga. Málstrevið er nú komið so langt á leið, at sjálvt um tað vóru fleiri Bjørnsonar imóti, so maktaðu teir nú einki. Og ein stórur flokkur av navngitnum útvaldum merkismonnum á aðrari vigtskálini, skuldu teir ikki viga líka nógv sum ein Bjørnson á aðrari — um so Ibsen er við? Ja, tí tað er satt. Tann høgheiligi Ibsen, sum aldrin hevur talað við almindi- ligt fólk, hann hevur nú opnað sítt hjarta fyri einum blaðmanni hjá »Verdens Gang« og dýrt forsikrað, at hann er ímóti mál- starvarnum og at hann er til reiðar at tveita seg í fevningin á Bjørnson og hálsfevna hann — hálsfevna Bjørnson, sum hann kannslce aldrin á aevini hevur nortið við. Báðir hava sjálvtsagt somu grund til at vera ímóti málstarvinum! »Garborg erjo ogsaa nu mere moderat, ser det ud til,« sigir Ibsen í sínari frá- greiðing til blaðmannin í »V. G.« (efter »Dimm.«s frágreiðing í nr. 47). Tað er ikki. Tann útmerkaða greinin, sum Garborg nýliga hevur skrivað í »Dagbl.« (í Kristiania) um málstarvið og Bjørnsons og Ibsens løgligu hálsfevning, vísur, athann er grundarfastur málmaður. Ta framgongd, málstarvið ikki hevur fingið enn, tað fær tað nú. Her sum í so mongum øðrum, tað skal ein máti av móti- støðu til, fyri at arbeiðið kann fáa lív og megi. reinsast og treystnast. Málfólkið fylkist og málfundir halđast. Ein hin besti málmannafundir var stutt síðani hildin í »stuđentarsamfundinum« íKristiania. Stúgv- andi fullt av fólki. Millum aðrar umgitnar menn sóustRíkisráðgevarin Sten og borgar- meistari Berner. Norsk fløgg og bílætir av Asen. Vinje og Garborg. Eftir at sálmurin »Gud signe Noregs land« var sungin, tók Bruun soknarprestur til mót- mæli í tí, sum av Bjørnson var sagt móti málstarvinum, og helt eitt rørandi, vakurt fyridrag. Fundarfólkið viðtók at senda »adressu« til Garborg. Síðani helt Hægstad professari fyrilestur, sum líkasum Bruuns heilsaðist við miklan og langan fagning. Ja soleiðis sær málstarvið út í Noregi nú, tað er ljóst, treyst og alfagurt. »Dimm.« tekur aðra hondina í herðatoppin á Ibsen aðra á Bjørnson og sigir: Her síggja tit tveir jassar, og báðir eru teir móti mál- starvinum. tað tjenar einki og tað fær aldrin framburð! Men vit, sum kenna kringum- støðini, svara: Tað stendur eitt lið, eitt stórt brynjað lið, sum røkkur frá Norðkap til Lindesnes, ungdómsins líð, framtíðsins fólk, og herrópið hjá tí er: fram, fram fyri okkara signaða móðurmáls skuld! Hvar er hann, sum brýtur slíkan ein múr? Men sjálvt um »Dimm.« eisini hevur littla virðing fyri málstarvinum í Noregi, um okkara egna ikki at tala, so er tað linligást sagt ljótt, at hon úttalar seg so- leiðis um norska málið:.........isammen- flikket af Norges bondedialekter«! Slíkt er alt ov grovligt móti eitt lands heilaga móðurmáli. — Eftir hvat ein kann síggja av Bjørnsons seinasti blaðgrein, sýnist hann at hava lyndi til at vilja nærka seg eitt sinđur meiri ímóti tí norska málinum; við tað lagi er tað møguligt, at hann fær fleiri við sær, helst teir, sum nú skriva tað meiri eygkenda dansk-norska. Fitllands sorg. Hetta eru tungar tíðir, dimmir dagar og skitin, tjuk luft. Millión- ríkini við sínum stóru krútdungum og við sinum túsunđtals menniskjasvævarum (sum nevnast soldátar) seta maktina í rættins stað. Uttan nagg og samvitsku traðkatey teir smáu fólkaflokkarnar og tey smáu lonđini undir fót, og alt tað íð teimum heilagt er. Og tað kvettur ikki úr teimum, fólkið má tiga til alt, tí í millión-ríkinum liggja krútdungarnir og kanónirnar við sínum víðu, gapandi kjøftum og soldátarnir eru tilreiðar til svæving við fyrsta høvđingaboð. Hygg at Slesvík, hygg at Transvaal, sum tó býr til mótmæli við tað, at øll líkindi til sigur ikki eru uppi, tí at kanónkjaftarnir og svævarnir hava drjúgva leiðina at fara, áðrenn teir kunnu byrja sítt myrðingar- arbeiði — og hygg at Finlandi! I Trans- vaal guvar blóðið av sakleysum monnum upp ímóti himli, í Finlandi tey heitu tár. Ein Finlendingur skrivar í »Morgenbl.« Kristiania um »Friðarkeisarins« harða yvir- veldi og tað er sum tað dryppa tár úr hvørjum orði. Fólkið rýmur úr landinum í stórum flokkum, heilar familjur flyta burt, heilar bygdir fara avstað. I hesum døgunum eru 8 bløð støgga, tí tey hava vágað sær at talað um lóg pg rætt, Til nýggjár skulu finsku frímerkini umbýtast við russisk. Alt tað, íð finskt er. skal køvast. Arma »tusen sjoers land«! Stórur mannskaði. Náttina millum 13. og 14. oktbr. (tann 13. var her hjá okkum kavaælingur og nógvur vindur av útnyrð- ingi) læt mangur útróðramaður í Noregi sítt lív á sjónum. Nakað tilhavs úr Frøya, ein oy uttanfyri Trondheim, vóru 200 bátar á sildaveiðu, summir opnir, summir við dekki. Tað gulaði fitliga nógv um kvøldið, men tá liðið var væl út um midnátt, vaks vindurin brádliga, og tað bleiv ein stormur og eitt veður so ógvuligt, at gomul fólk ikki hildu seg kunna minnast slíkt. At fáa reiðskøpini upp hugsaði eingin uppá, tað galt bert at bjarga lívið. í myrkrinum og tjuknini og sjórokinum tóku nógvir bátar

x

Fuglaframi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.