Fuglaframi - 12.12.1899, Blaðsíða 2
fríða klang, sum ellers hansara talur plaga
at eiga.
Málstrevið er nú komið so langt á
leið, at sjálvt um tað vóru fleiri Bjørnsonar
imóti, so maktaðu teir nú einki.
Og ein stórur flokkur av navngitnum
útvaldum merkismonnum á aðrari vigtskálini,
skuldu teir ikki viga líka nógv sum ein
Bjørnson á aðrari — um so Ibsen er við?
Ja, tí tað er satt. Tann høgheiligi
Ibsen, sum aldrin hevur talað við almindi-
ligt fólk, hann hevur nú opnað sítt hjarta
fyri einum blaðmanni hjá »Verdens Gang«
og dýrt forsikrað, at hann er ímóti mál-
starvarnum og at hann er til reiðar at tveita
seg í fevningin á Bjørnson og hálsfevna
hann — hálsfevna Bjørnson, sum hann
kannslce aldrin á aevini hevur nortið við.
Báðir hava sjálvtsagt somu grund til at
vera ímóti málstarvinum!
»Garborg erjo ogsaa nu mere moderat,
ser det ud til,« sigir Ibsen í sínari frá-
greiðing til blaðmannin í »V. G.« (efter
»Dimm.«s frágreiðing í nr. 47).
Tað er ikki. Tann útmerkaða greinin,
sum Garborg nýliga hevur skrivað í »Dagbl.«
(í Kristiania) um málstarvið og Bjørnsons
og Ibsens løgligu hálsfevning, vísur, athann
er grundarfastur málmaður.
Ta framgongd, málstarvið ikki hevur
fingið enn, tað fær tað nú. Her sum í so
mongum øðrum, tað skal ein máti av móti-
støðu til, fyri at arbeiðið kann fáa lív og
megi. reinsast og treystnast. Málfólkið
fylkist og málfundir halđast. Ein hin besti
málmannafundir var stutt síðani hildin í
»stuđentarsamfundinum« íKristiania. Stúgv-
andi fullt av fólki. Millum aðrar umgitnar
menn sóustRíkisráðgevarin Sten og borgar-
meistari Berner. Norsk fløgg og bílætir
av Asen. Vinje og Garborg. Eftir at
sálmurin »Gud signe Noregs land« var
sungin, tók Bruun soknarprestur til mót-
mæli í tí, sum av Bjørnson var sagt móti
málstarvinum, og helt eitt rørandi, vakurt
fyridrag. Fundarfólkið viðtók at senda
»adressu« til Garborg. Síðani helt Hægstad
professari fyrilestur, sum líkasum Bruuns
heilsaðist við miklan og langan fagning.
Ja soleiðis sær málstarvið út í Noregi
nú, tað er ljóst, treyst og alfagurt. »Dimm.«
tekur aðra hondina í herðatoppin á Ibsen
aðra á Bjørnson og sigir: Her síggja tit
tveir jassar, og báðir eru teir móti mál-
starvinum. tað tjenar einki og tað fær aldrin
framburð! Men vit, sum kenna kringum-
støðini, svara: Tað stendur eitt lið, eitt stórt
brynjað lið, sum røkkur frá Norðkap til
Lindesnes, ungdómsins líð, framtíðsins fólk,
og herrópið hjá tí er: fram, fram fyri okkara
signaða móðurmáls skuld! Hvar er hann,
sum brýtur slíkan ein múr?
Men sjálvt um »Dimm.« eisini hevur
littla virðing fyri málstarvinum í Noregi,
um okkara egna ikki at tala, so er tað
linligást sagt ljótt, at hon úttalar seg so-
leiðis um norska málið:.........isammen-
flikket af Norges bondedialekter«! Slíkt
er alt ov grovligt móti eitt lands heilaga
móðurmáli.
— Eftir hvat ein kann síggja av
Bjørnsons seinasti blaðgrein, sýnist hann
at hava lyndi til at vilja nærka seg eitt
sinđur meiri ímóti tí norska málinum; við
tað lagi er tað møguligt, at hann fær fleiri
við sær, helst teir, sum nú skriva tað meiri
eygkenda dansk-norska.
Fitllands sorg. Hetta eru tungar tíðir,
dimmir dagar og skitin, tjuk luft. Millión-
ríkini við sínum stóru krútdungum og við
sinum túsunđtals menniskjasvævarum (sum
nevnast soldátar) seta maktina í rættins
stað. Uttan nagg og samvitsku traðkatey
teir smáu fólkaflokkarnar og tey smáu
lonđini undir fót, og alt tað íð teimum heilagt
er. Og tað kvettur ikki úr teimum, fólkið
má tiga til alt, tí í millión-ríkinum liggja
krútdungarnir og kanónirnar við sínum víðu,
gapandi kjøftum og soldátarnir eru tilreiðar
til svæving við fyrsta høvđingaboð. Hygg
at Slesvík, hygg at Transvaal, sum tó býr
til mótmæli við tað, at øll líkindi til sigur
ikki eru uppi, tí at kanónkjaftarnir og
svævarnir hava drjúgva leiðina at fara,
áðrenn teir kunnu byrja sítt myrðingar-
arbeiði — og hygg at Finlandi! I Trans-
vaal guvar blóðið av sakleysum monnum
upp ímóti himli, í Finlandi tey heitu tár.
Ein Finlendingur skrivar í »Morgenbl.«
Kristiania um »Friðarkeisarins« harða yvir-
veldi og tað er sum tað dryppa tár úr
hvørjum orði. Fólkið rýmur úr landinum
í stórum flokkum, heilar familjur flyta burt,
heilar bygdir fara avstað. I hesum døgunum
eru 8 bløð støgga, tí tey hava vágað sær
at talað um lóg pg rætt, Til nýggjár skulu
finsku frímerkini umbýtast við russisk. Alt
tað, íð finskt er. skal køvast. Arma »tusen
sjoers land«!
Stórur mannskaði. Náttina millum 13.
og 14. oktbr. (tann 13. var her hjá okkum
kavaælingur og nógvur vindur av útnyrð-
ingi) læt mangur útróðramaður í Noregi
sítt lív á sjónum. Nakað tilhavs úr Frøya,
ein oy uttanfyri Trondheim, vóru 200 bátar
á sildaveiðu, summir opnir, summir við
dekki. Tað gulaði fitliga nógv um kvøldið,
men tá liðið var væl út um midnátt, vaks
vindurin brádliga, og tað bleiv ein stormur
og eitt veður so ógvuligt, at gomul fólk
ikki hildu seg kunna minnast slíkt. At fáa
reiðskøpini upp hugsaði eingin uppá, tað
galt bert at bjarga lívið. í myrkrinum og
tjuknini og sjórokinum tóku nógvir bátar